týsdagur 6. juni 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 106 - 6. juni 2006
Roknað verður við, at
um 220 milliónir fólk
savnaðust til bøn í
sambandi við tiltakið
The Global Day of
Prayer, sum varð
hildið í 198 londum
hvítusunnudag
Altjóða bønardagur
Rúna Sivertsen
runa@kallnet.fo
Í Danmark varð stóra
bønartiltakið, The Global
Day of Prayer, hildið á
Ráðhúsplássinum
hvítu
sunnudag.
Stórur pallur var settur
upp, har drama og sang
leikir
vórðu
framførd.
Prestar og fólk úr ymiskum
samkomum bóðu um Guds
fyrigeving og signing til
danska fólkið og tjóðina.
Øll trý londini í ríkis
felagsskapinum
vóru
umboðaði, og var Øssur
Berghamar biðin um at
hava eina bøn fyri Føroyum
og Grønlandi.
Fyriskipararnir vita ikki,
hvussu nógv fólk vóru til
tiltakið. Men um eini 2000
sanghefti vóru latin fólki,
sum komu og fóru teir
tríggjar tímarnar, ið tiltakið
vardi.
Bønarmøti
Onkur einstøk samkoma í Føroyum hevði boðað
frá luttøku, og tí vóru Føroyar eisini á listanum
millum luttakararnar. Men enn hevur ikki verið
skipað fyri tiltakinum alment her
Mynd: Rúna Sivertsen
Heilar 198 tjóðir vóru við í alheims
bønartiltakinum hvítusunnudag. Visjónin er, at
tað í seinasta lagi í 2010 skulu vera luttakarar
úr øllum teimum 245 tjóðum heimsins við í
tiltakinum
Mynd: Rúna Sivertsen