týsdagur 6. juni 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 106 - 6. juni 2006
23
um allan heim
Øll heimsins lond
Tað er suðurafrikanarin
Graham Powers, sum fyri
seks árum síðani fekk eina
sjón um at savna kristin í
allari verðini til bøn hvítu
sunnudag at biðja fyri lond
um sínum.
Fyrsta tiltakið varð hildið
í 2001 á Newland stadion
í Cape Town, har tað eydn
aðist at savna 45.000 fólk
til bøn.
Í 2002 vóru 8 ymisk pláss
í Suðurafrika umboðaði. Í
2003 savnaðust milliónir av
trúgvandi á 130 ymiskum
stadion í Suðurafrika. Árið
eftir var talið komið upp á
58 lond.
Í fjør var fyrsta árið, ið
bønardagurin varð globalur,
við 220 milliónum biðjandi
kristnum í 156 londum.
Tiltakið hevur nú breitt
seg til 198 lond. Onkur
einstøk samkoma í Før
oyum hevði boðað frá lut
tøku, og tí vóru Føroyar
eisini á listanum millum
luttakararnar. Men enn hev
ur ikki verið skipað fyri
tiltakinum alment her.
Visjónin er, at tað í
seinasta lagi í 2010 skulu
vera luttakarar úr øllum
teimum 245 tjóðum heim
sins við í tiltakinum.
Og væntandi teljast Føroy
ar komandi ár millum lond
ini, ið tvørkirkjuliga fara at
skipa fyri uttandura tiltøk
um á altjóða bønardegnum
The Global Day of Prayer.
Komandi árini verður
tiltakið hildið hvítusunnu
dag við orðunum úr Habak
kuk 2, 14 sum yvirskrift:
“Tí jørðin skal verða
full av kunnskapi um dýrd
HARRANS, eins og havs
djúpið er fult av vatni.”
Les meira á:
www.gdopusa.com og
www.kristnastova.dk
Føroyar og Grønland vóru eisini umboðaði á Ráðhúsplássinum hvítusunnudag á altjóða
bønardegnum The Global Day of Prayer.
Mynd: Rúna Sivertsen