Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. juni 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 106 - 6. juni 2006 25 Terji Rasmussen: –Eg spældi í Miðlahúsinum – eitt deiligt og lítið stað at spæla. Sera nógv vóru komin at lurta, og tey tóku væl undir við nýggju løgunum, eg hevði at bjóða. Alt í alt ein framúr tónleikauppliving. Annars haldi eg, Tórsgøta riggar ótrúliga væl sum mentanargøta, men átti tað at borið til at keypt eina øl afturvið. Og so haldi eg eisini, tað átti at borið til at keypt atgongumerki til ávísar konsertir fyri seg. Kristina Háberg: – Asfalt riggaði ótrúliga væl. Serliga dámdi mær væl Stórbandittarnar, men Marius skaraði eisini framúr. Tað hevur verið ótrúliga hugnaligt at ganga aftur og fram á Tórsgøtu hesar dagarnar í gleðiróminum. Súsanna Gunnarsson: –Asfalt er SUPER! Serliga dámdi mær væl Petur Háberg og konsertirnar á útipallinum. Tað er sera áhugavert, at so fjølbroyttur tónleikur er á skránni í senn. Øll ferðast bara, har tey vilja. Men tó havi eg eitt lítið hjartasuff –Asfalt átti ikki at endað so tíðliga leygarkvøldið. Hvussu dámar tær Asfalt? Bogi Andreasen, ið hevur staðið á odda fyri fyrireikanini av Asfalt, ásannar, at tað hevur verið strævið: - Men júst nú eri eg avgjørt ikki troyttur og kundi hildið fram beint nú við at fyrireika Asfalt 2007. Hósdagin var eg tó ræðuliga troyttur, men tíbetur eydnaðist alt væl. Bogi Andreasen, fyriskipari á Asfalt: Asfalt gekk framúr væl Tað var ein sera hugnalig løta uttan fyri Havnar Kirkju í fríggjakvøldið, tá frumframførsla var fyri klokkuspælið í Havnar Kirkju og messingkvintett, sum Palli Hansen skipaði fyri. FRUMFRAMRØRSLA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tað var í sambandi við Mentanarnáttina, at skipað varð fyri uttan- durakonsert í Havnar Kirkju í fríggjakvøldið, har ein messingkvintett frumframførdi verk, sum varð spælt saman við klokkuspælinum í Havnar Kirkju. Verkið var skipað soleiðis, at klokkuspælið og blásararnir skiftust um at spæla. Hóast veðrið ikki var til vildar, so eydnaðist konsertin sera væl. Hetta er avgjørt eitt tiltak, sum eigur at verða endurtikið. Eitt nú hevði tað verið ein sera hugnalig løta, um tiltakið varð endurtikið í jólamánaðinum, tá klokkuspælið spælir jólaløg. Og sum Palli Hansen segði eftir konsertina, so kann hon eins væl vera innandura – inni í kikrjuni, tí har hoyrist klokkuspælið ríkiliga væl. So um veðrið ikki er til vildar, so verður konsertin eins góð og hugnalig inni í Havnar Kirkju. Avgjørt eitt gott hugskot við slíkari konsert! Tað var í 1988, at Havnar kirkja, sum tá var 200 ára gomul, fekk vakurt klokkuspæl frá Tórshavnar Býráð. – Alt gekk sum eftir ánni. Í roynd og veru eri eg bergtikin av, at tað hevur gingið so væl, sum tað hevur. Allar viðmerkingarnar, eg havi fingið, hava verið positivar, sigur Bogi Andreasen, fyriskipari á Asfalt. Asfalt Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo – Øll hava verið positiv – bæði tónleikarar og vitjandi. Umstøðurnar hava verið í topp, og tónleikurin frálíka fjøllbroyttur. Øll kundu bara ferðast í góða veðrinum millum Miðlahúsið, Tjóðpallin, Margarinfabrikkina, Post- húsið og Cippo, sum tey høvdu hug, og velja júst tann tónleikin, tey vildu hoyra, sigur Bogi. Enn er ikki greitt, júst hvussu mong atgongumerki vórðu seld, men fíggjarliga hekk Asfalt saman sum vónað. Bogi metir, at í alt vóru eini 5000 fólk tilsamans á Asfalt, og leggur afturat, at nú verður farið undir at meta um tiltakið og so smátt byrja at fyriskipa Asfalt 2007. Hóast veðrið ikki var til vildar - eitt fitt lot og heldur kaldligt, so eydnaðist konsertin væl.Tílík konsert saman við klokkuspælinum kann eins væl haldast inni í kirkjuni Mynd: Jens Kr Vang, Àlvur Haralden, Dagfinn Olsen, Frantz Galan Klokkur og kvintett spældu saman Klokkuspælið spælir vanliga seks ferðir um dagin: Kl 10 Eg vil mínum Harra prísa Kl 12 Tíðin rennur sum streymur í á Kl 15 Harra Gud títt dýra navn og æra Kl 18 Kirkjan hon er eitt gamalt hús Kl 20 Dagurin aftnar Kl 21 Nú aftnar dagur