týsdagur 6. juni 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 106 - 6. juni 2006
Øll kenna fjálgandi
hitan og serstaka
angan av nýggjum,
kókandi asfalti.
Vit gerast forvitin,
men vilja tó ikki
koma ov nær, men
spenningurin er
stórur, tú nú verður
nýggj breyt gjørd
ella ábøtur gjørdar
á onkra gamla
breyt, sum vit hava
gingið og koyrt á
upp í saman, meðan
tosað varð um, at nú
mátti onkur tikið
seg saman, tí ov
nógvar holur eru í
og ábøtur krevjast.
Tónleikatiltakið
Asfalt um vikuskiftið
breyt bæði upp úr
nýggjum, gjørdi
ábøtur og fekk gomul
før aftur á breytina
Tónleikur
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Við 6 tónleikapallum í somu
gøtu, Tórsgøtu í Havn, fór
tónleikatiltakið Asfalt av
bakkastokki fríggjakvøldið.
Her skuldi gøtan fyllast við
tónleiki í tveir dagar.
Lagt
var
upp
til
tónleikaupplivingar við
føroyskum bólkum. Teimum
ungu og nýggju, teimum, ið
eru hámettir og virknir í dag,
men eisini hoyrdust nakrir,
ið ikki hava verið at hoyrt í
áravís. Ein frálík blanding,
ið ein kundi uppliva við
at reika á asfaltinum í
Havnargøtum.
Tjóðpallurin, Margarin-
fabrikkin,
Posthúsið,
Cippo og Miðlahúsið hýstu
tónleiki, men so var eisini
stóri útipallurin, ið bæði
kvøldini gjørdist virkin um
20 og 21 tíðina og fram til
náttartíð. Fríggjakvøldið
vóru so aftur konsertir út á
náttina á smærru pallunum.
Eydnaðist
Og tað var eitt frálíkt tiltak,
ið sýntist at eydnast væl.
Mær untist at uppliva allar
bólkarnar fríggjadagin og
náttina og so fyrsta partin
av leygardagsskránni.
Og tað var, sum hitnaði
asfaltið í Tórsgøtu hesar
dagarnar, har tað veruliga
hoyrdist, at tað grør um
gangandi fót á føroyska
asfaltinum, tónlistaliga
talað. At tað ber til at bjóða
eini seksti ymisk og góð
føroysk tónleikatilboð fram
upp á tveir dagar er framúr.
Eg fari sum so ikki
at ummæla bólkar og
einstaklingar, men at taka
lesaran við á rundferð mína
á asfaltinum í Tórsgøtu.
Ov seint
Klokkan 19 fríggjakvøldið
byrjaði tiltakið og á skránni
stóðu Poppkorn, Knút
Háberg Eysturstein, Hanus
G. Johansen, Unn Patursson
og Magni Christiansen.
Beinanvegin skiltist, at
føroyingar hava enn ikki lært
at fara í býin í góðari tíð,
men heldur tá náttin byrjar
at merkjast.
Hendan fyrsta tíman var
lítið av fólki í Tórsgøtu
og Hanus G Johansen átti
størstu fjøldina, hóast hon
væl kundi verið størri. Tey
yngru lurtaði eftir Poppkorn,
meðan onnur leitaðu til
hini tilboðini, men synd er
at siga, at fólk flokkaðust
um tilboðini. Men hetta
merkti ikki tónleikin, tí tey
sum lurtaðu fingu góðan
tónleik.
Hvønn tíma komu nýggj
nøvn á pallarnar og væl gekk
at halda tíðina. Onkur hevði
óivað ringt við at velja, hvar
farast skuldi, tí fimm nøvn
spældu í senn og sum lurtari
ber illa til at vera alla staðni
í senn, hóast tygara útsendi
sum best royndi hendan
leiklutin.
Klokkan
20
komu
aftur ymisk nøvn á ymsu
spælistøðini. The Story
Ends, Brandur Enni og
Anytime, Tarira, Stanley
Samuelsen og Lív Hansen.
Aftur
okkurt
til
øll.
Kóráhugað leitaðu til Tarira,
meðann rockur/poppur var
í Margarinfabrikkini og á
Tjóðpallinum, men meira
fólksligir tónar vóru í Cippo
og í Miðlahúsinum. Stanley
vísti aftur, at sum sangari og
framførari er hann góður og
ikki minst er hann dugnaligur
guitarleikari.
Klokkan 21 kom so ljóð
í stóra annleggið við stóra
útipallin. Enn tyktist heldur
tómligt í Tórsgøtu, men tað
byrjaði so smátt at síggjast,
at fólk høvdu leitað sær á
Asfalt. Nú hvíldi smærru
spælistøðini og alt ljós stóð
nú á útipallin.
Lena, Niclas og teirra
roynda
og
dugnaliga
manning fingu heiðurin
at byrja konsertrøðina á
útipallinum fríggjakvøldið.
Tað gjørdu tey sjálvandi í
frálíkum, tryggum stíli. Men
eg kundi hugsað mær, at av
pallinum var útsýni yvir ov
nógv asfalt og ov fá fólk.
Enn sá nevniliga út til, at
fólk vóru á veg, seint men
trygt.
Marius átti so pallin
og melodiøsi rockurin
streymaði
niðan
eftir
Tórsgøtu. Bólkurin er ikki
so ofta at hoyra, men hevur
roynt seg í ymsum størri
høpum. Løgini eru góð og
vælspæld og fjøldin tók væl
ímóti.
Nú var føroyska áhoyrara-
fjøldin so spakuliga vaksin
so mikið, at fólk sást aftur
í túnunum.
Makrelur og
kókandi Asfalt
Makrelur er ikki ókendur á
leiðini við Vágsbotn, men
júst hesin, sum nú átti pallin,
hevur neyvan spælt sær har
áður.
Makrel hevur ment egnan
stíl og hevur fingið fastatøkur
á mongum føroyingum.
Framførslan á stóra pallinum
fríggjakvøldið
riggaði
eisini væl hjá teimum og
teir tóktust væl upplagdir.
Kanska spæligleði, eftir at
bólkurin ikki hevur verið
nógv at hoyrt eina tíð. Enn
sum áður , so er tað Rasmus,
ið setir dagsskránna við
frálíkum og eyðkendum
guitarspæli.
Nú sást betri, at føroyingar
høvdu leitað sær á Asfalt.
Og Side Effect kom
á pallin við sínum villa
teknotónleiki, ella hvussu
ein eyðmerkir júst hendan
tónleikin. Men staðfestast
kann, at alt í einum, so kókaði
Asfalt. Yngru lurtararnir,
fjeppararnir, leitaðu sær
heilt fram at pallgirðingini.
Og tá teir so ikki sluppu heilt
fram, so tók sangarin sjálvur
stig til at koma í samband
við lurtararnar. Hann kom
um pallkantin, sum tikið
verður til. Hann gekk tann
síðsta meturin millum pall
og girðing og fjøldin tók
hann til sín.
Vilt, hugtakandi og gott.
Og so nógv øðrvísi, enn tað
vit annars hoyra og síggja.
Við hesum brakinum av eini
framførslu var stóri pallurin
mettaður og stundir vóru
aftur til smærru støðini.
Afturhvarv
Náttin
bjóaði
nógvar
framførslur á teimum fimm
smærru spælistøðunum.
Skráin
beyð
Ineptus,
Stórbandittar, Safir, Eyðun
Jacobsen, SIC, Villmenn,
roWan, Jazztrio, Deiggj,
Hatespeech, All That Rain,
Rútmiskt Kór, Vágaverk og
Spælimenn.
Blandaðar uppgávur, men
okkurt til tey flestu.
Hóast fjøldin nú var
hampuliga stór, so merktist
á ymsum støðum, at lítið var
í part, tá fleiri pallar eru í
senn.
Frálíkt var sjálvandi
at hoyra Safir aftur og
tað merktist eisini undir
framførsluni hjá teimum,
har fólk hugnaðu sær og
sungu við. Teir báðir í
Safir høvdu styrkt sær
framførsluna við Eyðun
Hansen á guitari og Brandi
Jacobsen á trummum. Tað
riggaði hjá teimum og tey
mongu, ið høvdu glett seg
til at hoyra Safir, eftir fleiri
enn 10 ára steðg, gjørdust
ikki skuffað.
SIC eru góðir og sermerktir
og roWan borgaði fyri
eini inniligari og ærligari
framførslu, har han frá fyrstu
løtu prátaði við lurtararnar
og eina við guitara spældi
sín tónleik. Stílurin var sera
berur, ærligur og hugtakandi.
Reggae og/ella blues kendir
tónar frá roWan, ið er alt
ov lítið at hoyra í føroyska
gerandisdegnum.
Jazztrio duga síni ting og
riggaðu væl í umhvørvið
á Cippo. Deiggj hevði
eina orkumikla kavalkadu
av Gasolin slagarum í
Miðlahúsinum,
meðan
okkurt egið gamalt hitt eisini
fekk pláss. Deiggið tykist
aftur vera farið til gongu av
álvara.
Vágaverk syrgdi fyri, at
vágasound eisini fekk rúm
niðast í Tórsgøtu. Sámal
og Jóan Jakku og manning
teirra gjørdu tað, ið teir duga
best, nevniliga at spæla tað,
ið teimum dámar og tað, ið
teir sjálvir hava framleitt.
Frálíkt.
Hatespeech komu sum
Føniks aftur úr øskuni.
Eisini
hesin
bólkurin
hevur verið burtur úr pall
ljósinum í áravís. Teir
mundu eina tíð vera einasti
tungmálmsbólkurin,
ið
veruliga fekk alt at rigga.
Síðani hava fleiri gingið
í teirra sporum, men
kanska ongin hevur verið
so gjøgnumførdur, sum
Hatespeech. Og at teir
klára tað enn, prógvaðu teir
fríggjakvøldið.
Náttin var nú so mikið
gomul, at lagið var gott á
fjøldini og tað hóskaði væl
við bólkum sum All That
Rain og Villmonnum. Og tá
so Spælimenninir rundaðu
av við løttum tónum, so nýtti
onkur høvið at fara upp á
gólv, innan kvøldið var av og
leitast skuldi eftir asfaltinum
heim til hús.
Leygardagur
Leygardagin var aftur lív í
Tórsgøtu. Eftir at børnini
fingu sín part fyrrapartin,
var lagt til brots klokkan
15.
DajaVu, Kamarkórið,
Blue Town og Føroya Swing
Ting og B-ter/Nanoscopic.
Her var tað stuttligt at hoyra
Gulla Johansen aftur. Her
tóktist ein menning, broyting,
vera at hóma. Maðurin við
teldunum og ljómborðunum
spældi sær við teknotónum,
ið vóru lættir og ljómandi.
Burtur hin tungi, myrki
tónleikurin.
Føroya Swing Ting trein
fyrstuferð á pall á Asfalt.
Miðlahúsið var karmur
um hendan bólk, ið er
samansettur av royndum og
dugnaligum sangarum, ið
so hava góðar tónleikarar
afturat sær. Fróði Sandoy,
Rúna á Heygum, Kinna
Poulsen og Herluf Lutzen
syngja og hava so manning
úr Plúmm afturat sær. Talan
er um standard jazz, swing,
so sum vit t.d. kenna tað
Tá Asfaltið í Tórsgøtu hitnaði
Lena og hennara manning byrjaðu
og ljóði