Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-06, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. juni 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 106 - 6. juni 2006 27 Anja Johansen: –Asfalt er genialt! Tórsgøta hóskar sera væl sum tónleikagøta, og tað bilar einki, at gøtan nakrar dagar um árið er stongd. Asfalt stendur einki aftan fyri aðrar føroyskar festivalar, men tó kundi fleiri konsertir verið á útipallinum og meira til matna. Sigmund Christiansen: –Asfalt er fínastaslag. Serliga dámdi mær væl Terja & Føstufressar. Eg havi arbeitt sum vakt stóran part av tíðini, men tó fingið nógv av veitsluróminnum og góða tónleikinum við, hóast eg havi arbeitt. Fólk hava Hvussu dámar tær Asfalt? John Dalsgarð: – Eg má siga sum er, at endamálið við Asfalt er sera gott, og mær dámar ógvuliga væl tankan um, at menna og stuðla tónleikin á henda hátt. Tónleikurin hevur eisini verið í topp, meðan eg havi verið her. Serliga fríggjakvøldið var eg og lurtaði eftir einum bólki, sum veruliga blásti áskoðaran vekk – Side Effeckt eita teir. Tað var ein stór uppliving at hoyra teir, og seinast eg upplivdi eina so góða konsert var á Roskilde í 1995. frá Manhattan Transfer. Og frumframførslan hjá teimum kann bara sigast at fáa ein at vóna, at hendan samansetingin ikki er eingangs. Ferð mín á Asfaltinum tók at halla, hóast tiltakið helt fram. Á skránni stóð Isadora, Crazy Miss Daisy, Føroya Klarinettorkestur, Fagrir Fuglar og Terji og Føstufressar. At hoyra Karsten Vogel og fuglarnar spæla gomlu veðurløgini, sum komu á plátu fyri eini 25 árum síðani, var hugaligt. Og nýggj, yngri manning, blandað við uppruna manning, riggaði væl og sum sagt verður; tað sat bara! Tað sama má sigast um Terja og Føstufressar, sum eisini savnaðu størstu asfaltfjøldina higartil í Miðlahúsinum. Og gomlu løgini svíkja ikki, men nýggju tónarnir eru sanniliga góðir eisini og “Tú vildi ikki..”, ella hvussu lagið nú mann kallast, riggaði, swingaði og “sat bara!. Meðan Pætur við Keldu, Tjant, Ung Stjørnuskot, Lama Sea og Petur Háberg leikaðu, takkaði eg av og leitaði út á asfaltið og burtur frá Tórsgøtu. Asfalt helt fram, tí enn restaðu eini 10 bólkar. Frálíkt tiltak, ið “spældi væl” av. Fólk kundu komið fyrr fríggjakvøldið, um nakað skal sigast, ið ikki var, sum tað skuldi. Ein hevði hug at halda, at nokk av fólki var ikki, men heimasíðan asfalt. fo sigur, at tað hekk saman fíggjaliga og tað sigst, at eini 1500 fólk vóru, so tað var nokk á eini leið. Men økið er stórt og pallarnir nógvir. Og eisini kundi ein umhugsað, hvørt tað skal vera møguligt at sleppa inn til tær einstøku konsertirnar. Asfaltið liggur klárt til næsta ár. Tað er bara at bøta møguligar holur!! konsertrøðina á stóra asfaltpallinum. Roynd og dugnalig er Lena - og somuleiðis manning hennara - og sum heild beyð útipallurin áhoyrarunum dygd í bæði framførslu  Mynd: Jens Kr Vang, Àlvur Haralden, Dagfinn Olsen, Frantz Galan