týsdagur 6. juni 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 106 - 6. juni 2006
Eg eiti Rókur
Jákupsson Jakobsen,
og eg eri tónleikari.
Sum oftast lýsi
eg tónleik, og
tónleikatiltøk sum
áskoðari, men
hesaferð fari eg
at lýsa tiltakið frá
hinari síðuni. Eg
upptraðkaði sjálvur
á Asfalt, og eg ætli
at greiða frá, hvussu
eg upplivdi Asfalt
innanífrá.
Asfalt
Rókur Jákuppson Jakobsen
rokur@sosialurin.fo
Áðrenn
Fyri uml. tveimum mánaðum
síðan, vórðu vit í All That
Rain bidnir um at luttaka á
Asfalt. Hetta gleddi okkum
óført, tí at vit sóu hetta sum
eitt høvið at framføra okkara
egna tónleik. Vanliga spæla
vit til dans, og tá skalt tú
helst bara spæla slagarar,
sum øll kunnu tralla við til.
Sostatt var Asfalt eitt frískt
lot fyri okkum í bólkinum.
Hetta setti dám á komandi
venjingarnar hjá All That
Rain. Vit tímdu betur og
betur at skriva og skapa
tónleik, og sóu Asfalt sum
eitt veruligt mál. Tað var
her at tónleikurin skuldi
framførast.
Umframt at spæla við
All That Rain, skrivi eg
tónleik til mín sjálvs. Í mars
mánaði gav eg mína fyrstu
EP, og síðan havi eg roynt
at verið úti um meg, fyri at
marknaðarføra mín tónleik.
Tískil kom tað eisini sera
væl við, tá ið fyrireikararnir
av Asfalt spurdu, um eg var
sinnaður at framføra hendan
tónleikin. Sjálvandi var eg
við uppá tað, og nú var bara
eftir at savnað tónleikararnir
og venja sum svakir.
Av tí at Asfalt var sett
saman kring einar 60
tónleikabólkar, merktist eitt
yvirlapp av tónleikarum.
Allir hesir bólkar eru
mannaðir
av
nógvum
ymiskum
tónleikarum,
men tað er eyðsæð at
Inni í
”
Aftaná var
eg enntá
so heppin,
at eg slapp
at skriva 4
autografar
á armarnar
á nøkrum
smágentum
Rókur Jákuppson Jakobsen er sangari í All That Rain og hevur eisini givið egna EP út. Her skrivar hann um síni upplivilsir frá Asfalt.
Mynd: Jens Kr Vang, Àlvur Haralden, Dagfinn Olsen, Frantz Galan