Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-06, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. juni 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 106 - 6. juni 2006 29 Petur Rasmussen: – Asfalt er eitt mega feitt tiltak, og eg gleði meg longu nú til næsta ár. Tá fara Bended Spoon garanterað at spæla, og tað er bara ein kulur bólkur. Nú var eg bæði kvøldini, og teir sum rokkaðu allarmest, vóru Side Effeckt og SIC. Annars haldi eg eisini, at tað er genialt at brúka Tórsgøtu á henda hátt, og hetta er minst líka gott sum Summar Festivalurin ella G! Maiken Stantcheva: – Eg haldi Asfalt er eitt rættiliga kul tiltak. Eg havi ikki glett meg serliga til nakað ávíst tiltak, men heldur er tað soleiðis, at líkamikið hvar tú fert, so hoyrir tú tónleik. Her er okkurt fyri ein og hvønn. - Vit (Poppkorn, blðm.) hava eisini spælt her á Asfalt, og tað var stuttligt. Serliga aðru ferð vit spældu gekk tað væl. Annars havi ikki verið á so nógvum festivalum, men í mun til Mjús, so er tað meiri ferð á Asfalt. John Johannesen. – Mær dámar væl Asfalt. Serliga eri eg glaður fyri, at nøkur fólk sjálvboðið hava tikið stig til at stápla tiltakið upp til frama fyri tónleikin. Politiski myndugleikin átti at spælt meira við á somu strongum. Hvussu dámar tær Asfalt? Asfaltinum nógvir ganga aftur. Onkur tónleikari spældi heilar sjey konsertir á Asfalt, og hetta sæst aftur í venjingini. Tað er torført at fáa kabalina at ganga upp, tá ið ein ger ein bólk, sum er mannaður av tónleikarum sum spæla við nógvum ymiskum bólkum – tað vil so vera. Men tá ið eitt tónleikatiltak satsar uppá so nógvan føroyskan tónleik, so slepst ikki undan tílíkum. Tíðin uppundir tiltakið var merkt av strongd. Tað var sera torført at fáa tíðir og kalendarar at sampakkað. Ætlanin var, at eg skuldi spæla báðar dagarnar. Bólkurin All That Rain skuldi framføra leygarmorgunin kl. 03 í Margarinufabrikkini, og leygarkvøldið kl. 18 skuldi eg framføra mín egna tónleik í Hotel Tórshavn. Men sjálvandi skuldi okkurt seta kílar í. Salurin í Hotel Tórshavn bleiv ikki klárur til Asfalt, og tískil máttu fyrireikararnir leita eftir øðrum høli. Úrslitið varð, at øll tiltøkini, sum skuldu vera í Hotel Tórshavn, vórðu flutt niðan í Cippo. Hetta ørkymlaði undirritaða óført. Heldur enn at bjóða fólki inn í eitt konserthøli, vóru tey nú boðin inn í eina ølstovu at lurta eftir tónleiki. Og hetta hevur tíanverri ofta tí effekt, at tónleikurin fellur í bakgrundina, meðan tað sum flýtur leggur seg framum tónleikin. Sjálvsagt er tað ongin tónleikari sum ynskir hetta, og tískil gjørdist eg sera ørkymlaður, tá ið fyrireikararnir valdu hesa loysn. Tó skal onki takast frá teimum, tí at tey máttu taka eina avger, og hetta var so tað frægasta tey kundu gera, tá ið skoðbráðið gjørdist so knapt. Heldur eiga kanónirnar at peika mótvegis teimum, ið ikki kláraðu at fáa salin í Hotel Tórshavn kláran til tiltakið. Ná ja, har var onki annað at gera enn at góðtaka tað, og so fáa sum frægast burturúr. Ímeðan Asfalt fór av bakkastokki fríggjakvøldið, og hetta setti veruliga dám á Havnina. Tónleikur rungaði alt kvøldið, og Tórsgøta varð umgjørd til eina gandakenda gongugøtu. Sjálvur skuldi eg spæla við All That Rain tað fyrsta kvøldið. Hóast eg ikki skuldi á pall fyrr enn kl. 03, so byrjaði búkurin longu at kitla, tá ið man koyrdi framvið Tórsgøtu, og sá hvussu fólk tuskaðu aftur og fram fyri at fáa alt klárt til vikuskifti. Eisini gekk man við eini løgnari óvissu – hvussu munnu føroyingar taka ímóti hesum tiltakið? Í dag er tað næstan so, at vit druknað í festivalum og tónleikatiltøkum um summari. Tískil ræddist man hetta eitt sindur. Hvat um onki fólk kom til Asfalt??? Men lukkutíð – hetta vóru bara illgitingar frá mínari síðu. Hóast tað ongantíð var stúvstappað við fólkið, kann man heldur ikki siga at tað vóru fá fólk til Asfalt. Har var ein hugnaligur stemningur, og tað tóktist sum um tað unga fólkið veruliga vóru sinnaði at njóta tiltakið, heldur enn at hava barikadurnar uppi alla tíðina. So at siga alt gekk uppá stás fríggjakvøldið. Skráin hekk betur saman, enn nakar tordi at ynskja sær. Har vóru bara 20 minuttir millum konsertirnar á teimum smærru pallunum, og tískil skuldi tað veruliga ganga væl um tíðirnar skuldu halda. Har var ikki ráð til tøkniligar trupulleikar. Men tey ljóðkønu og tey tøknikønu fingu alt at bera til. Tónleikararnir, sum skuldu av pallinum, fingu eina hjálpandi hond, og tey sum skuldu á pallin fingu somuleiðis tí neyðugu hjálpina. Tú kendi á tær, at tú vart í góðum hondum tá ið tú trein á pallin. Mestsum at ein hugsaði: ”Nú hava tey gjørt sítt, nú skal eg bara gera mítt”. Hetta eru góðir tankar áðrenn eina framførslu. Tú veit at tú bara skal taka tín tónleik uppúr skjáttuni, og so skulu tey kønu nokk syrgja fyri at, áhoyrarin merkir, tað ið tú ger. Kl. 02 leygarmorgun vóru vit í All That Rain bidnir um at vera klárir “backstage”. Her var eitt rúm har ið vit kundu sita og samla okkum áðrenn vit skuldu upptraðkað. Her sótu vit til Holger & Villmenn vóru lidnir at spæla. Tá fóru vit út á pallin at gjørdu alt til reiðar, og longu kl. 02.55 byrjaðu vit at spæla okkara tónleik. Hóast ljóðið ikki var av tí allarbesta á pallinum, so tóktist tað sum um fólkið tók væl ímóti tónleikinum. Tað var ein óruddilig ljóðmynd á pallinum, men vit gjørdu tekin til ljóðmannin um hvat ið skuldi upp, og hvat ið skuldi niður, og so dánt bleiv ljómyndin reinari og ruddiligari á pallinum. Akkurát hvussu tað ljóðaði útav pallinum, veit eg av góðum grundum ikki...! Vit spældu í ein góðan hálvan tíma, og aftaná varð beinanvegin farið í holt við at pakkað okkara útgerð niður. Aftur her merkti vit eina kenslu av, at tamarhald var á øllum. Vit vóru glaðir fyri at hava framført tónleikin, og nú kundi eg byrja at gleða meg til leygarkvøldið – tá skuldi eg jú framføra við einum øðrum bólki. Meðan All That Rain er ein rokkbólkur, er mín egni tónleikur meiri friðarligur, og skal spælast bleytari enn rokktónleikur. Tískil havi eg fingið nakrar góðar vinmenn og góðar tónleikarar at spæla við mær. Og fleiri av hesum tónleikarum vóru millum teir virknastu á Asfalt. Tískil var eg rættiliga spentur uppá at vita, um allir yvirhøvur møttu upp ella um teir yvirhøvur mintist mín tónleik. Hóast venjingarnar høvdu gingið ordiliga væl, so var eg reiður yvir, at tveir av tónleikarunum akkurát vóru komnir til Føroyar, og høvdu spælt fleiri konsertir longu kl. 18. Eg meini, hesir menn hava so forbiðið nógvan tónleik um oyrini – kunnu teir minnast til allar smálutirnar?? Eisini var eg bangin fyri, at sum eg vísti á omanfyri, tónleikur fall í bakgrundina meðan ølið tók yvir. Tískil var tað ein spentur Rókur, sum kom oman í Cippo leygarkvøldið. Hesaferð gekk ikki eins væl við skránni, sum kvøldið fyri. Tiltakið var eitt sindur seinkað, men tó ikki stórvegis. Onkrir av mínum tónleikarum spældi í bólkinum sum spældi áðrenn meg, og tískil vóru teir longu klárir tá ið bólkurin frammanundan okkum gavst. Hetta sissaði meg rættiliga nógv. Bólkur Tjant (sum forrestin er ein feitur bólkur!) takkaði fyri seg, og so sluppu vit at gera alt til reiðar. Og hetta gekk væl. Enn einaferð fingu vit tí hjálp sum var neyðug, og hetta eru vit sera takksamir fyri. Klokkan var júst farin av 18, tá ið eg fekk tað grøna ljósið frá øllum tón- leikarunum, og so byrjaðu vit at spæla. Og hetta riggaði væl. Enn einaferð merkti man eitt sindur til strongdina hjá teimum ljóðkønu – ljóðið á pallinum var óruddiligt, men ikki so at tað ikki bar til at spæla. Men tó skal sigast, at alt annað hevði verið løgið. Hesir menninir hava eitt ótal av bólkum, sum teir skulu hava skil á, so teir mugu hava onkrar fáar svipsarar. Men hetta skal ikki skiljast sum um eg eri ónøgdur við ljóðviðurskiftini, men heldur sum ein staðfesting av, at tá ið man ikki hevur tí til at gera ljóðroyndir, so verður ljóðið heldur ikki perfekt. Soleiðis er tað bara. Tað gekk væl at spæla. Mín ræðsla fyri at Cippo fór at snúgva seg sprutt meðan eg spældi tónleik, var gjørd til skammar. Lukkutíð. Hóast Cippo als ikki er gjørt sum ein konsertsalur, so ber tað til at spæla konserttónleik har inni. Áskoðararnir sóu út til at hava eina hugnaliga løtu í Cippo, og hetta gleddi meg óført. Aftaná var eg enntá so heppin, at eg slapp at skriva 4 autografar á armarnar á nøkrum smágentum. Eg takkaði fyri meg og mínar tónleikarar, og pakkaði útgerðina niður. Tá ið hetta var gjørt, slapp eg at njóta tiltaki víðari sum áskoðari, og hetta var slett ikki so galið. Nú slapp eg at hoyra nógvan feitan tónleik, og tað var sera gleðiligt. Aftaná Asfalt riggaði væl. Hóast at man kundi ynskt sær at fleiri fólk leitaðu sær oman í Tórsgøtu, so sást at hetta tiltakið hevur góð gróðrarlíkindi. Tónleikarar og áskoðarar tykjast sum heild at vera glað fyri tiltakið, hóast at har eru ávís viðurskifti, sum ónøgd er um. Kanska vóru summir tónleikararnir serliga keddir av, at teir ikki fingu eitt atgongumerki, soleiðis at tey kundu lurta eftir øllum tónleikinum. Hetta kundi tykjast eitt sindur smáligt av fyrireikarunum. Tað vóru ikki allir tónleikarar sum fingu løn, og sjálvt tey sum spældu ókeypis fingu ikki eitt armband, soleiðis at tey kundu njóta tónleikin á staðnum. Tó so, allir tónleikarar fingu eitt atgongumerki inn til øki. Sostatt kundu teir ókeypis hoyra bólkar sum Side Effect, Lena, 200, Høgni Lisberg, Marius, Anniku Hoydal o.s.fr. Tað hoyrdist nógv graml millum tónleikarar um júst hetta. Sjálvur haldi eg, at tað sóust færri barnasjúkur enn eg hevði torað at droymt um. Hetta, at flyta tiltøk í onnur hølir nakrar tímar áðrenn Asfalt fór av bakkastokki, var sera óheppið. Men hetta var neyðugt, og so mugu fyrireikararnir bara taka tað har frá. Tílíkt hendir. Fyri Havnina hevur Asfalt stóran týdning. Vit hava í longri tíð saknað nøkur ordiliga tiltøk, sum seta tónleikin á dagsskránna her í Havnini. Tískil er tað gleðiligt at Asfalt er komi. Men tað sum er enn meiri týdningarmikið er, at okkurt gott kemur burturúr tiltakinum. At tónleikarar í Havnini síggja nakað til tær inntøkur sum koma frá Asfalt. Tað er ongin loyna at Margarinufabrikkin er í minna lagið í samanhildið við eftirspurninginum, og tað sum helst manglar allarmest er, eitt spælistað sum er hóskandi til allan tónleik, hevur tí neyðugu útgerðina, soleiðis at karmarnir fyri at framføra tónleikin í Havnini verða virðiligur. Nú verður spennandi at síggja hvussu leikur fer fram. Vónandi er Asfalt eitt tiltak, sum er komi fyri at vera.