Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-06, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. juni 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 [ Nr. 106 - 6. juni 2006 ] Holst vann aftur Lyngby vann leygardagin dystin ímóti Brønshøj í donsku 1. deild. Dysturin var á útivølli, og Lyngby kom heimaftur við einum 5-2 sigri. Lyngby legði seg á odda beinanvegin, men Brønshøj javnaði. Síðani tók Lyngby leiðsluna aftur og økti fleiri ferðir. Christian Lamhauge Holst spældi í álopinum allan dystin, men hann skoraði ikki hesaferð. Tað gjørdi hinvegin álopsfelagin hjá honum Morten Nordstrad, ið fekk fýra mál. Vejle vann í gjár sín dyst, og nú skal Vejle bert hava eitt stig í tveimum teimum seinastu dystunum fyri at vinna uppflyting til superliguna. Tað merkir samstundis, at Lyngby hevur lítlan kjans at flyta upp nú. Skal gullið enn einaferð enda í Havn, tykist HB vera besta boðið. Mánadagin vunnu tepran – men tó sannførandi – sigur á NSÍ, sum enn ikki veruliga hevur bitið seg í oddin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Dysturin í Gundadali var bara góðan minutt gamalur, tá HB hevði víst kósina. Kári Nielsen sendi ein langan bolt inn um NSÍ-verjuna, og einsamallur við Jens Martini kundi Jákup á Borg geva enn eina staðfesting av, hvussu týdningarmikil hann er fyri ársins útgávu av HB-liðnum. Meistaraspæl Byrjanin var sjálvandi just tað, sum HB mest av øllum ynskti sær, og fyri ein stóran part sótu teir á mest sum øllum skapandi spælinum. Ikki minst var Jákup á Borg eyðsýndur í høgra borði, har runavíkingar sera sjáldan megnaðu at verja fyri kviku rykkunum og vandamiklu innleggunum. Tí var tað eisini mest sum ein skelkur, tá Christian Høgni Jacobsen brádliga javnaði fyri runavíkingar­ nar. Trýstið hjá HB hevði tá skapt fleiri hornaspørk á rað, men brádliga kontraðu gestirnir. Bólturin varð send­ur langt niðan móti Christ­ian Høgna, og tá einki annað var at gera, smoygdi toppskjúttin sær bara framvið tveimum verju­spælarum, áðrenn hann sendi bóltin framvið Tróndi Vatnhamar, sum hevði loyst hálvskadda Bárð Jo­hannesen av í málinum. Málið kundi kanska skelkað HB nakað, men um so var, so fjaldu teir hetta væl. Væl vitandi, at teir fram til tá so rudddi­ liga høvdu verið við yvir­ lutan, helt HB fram við ágangandi spælinum, og fult uppiborið komu teir eisini á odda, áðrenn farið varð til hálvleiks. Aftur hesa ferð var tað Jákup á Borg, sum gjørdi um seg, tá hann gjørdi sær dælt av verjumistaki. Viggo Johannesen var ikki nóg avgjørdur, og so smeyg Jákup sær ímillum, rundaði Jens Martin og smekkaði bóltin á málið. Einstaklingarnir Við leiðsluni í skjáttuni var HB meira kontrollerandi eftir steðgin, og tað eydna­ ðist eisini at halda fast um hesa. NSÍ var einstakar ferðirnar nær við, tá teir spældu langar bóltar niðan móti Óla Hansen – og partvíst Dánjal Hansen – men heilt vandamikið gjørdist tað sjáldan. Í so máta tykjast avrikini hjá NSÍ vera alt ov nógv tengd at, hvussu lagið á Christian Høgna Jacobsen er. Landsliðsmaðurin tykist longu nú vera væl ávegis næsta gylta skógvinum á rað, men hetta í sjálvum sær tykist vera eitt ov tunt grundarlag hjá runa­ vík­ingunum at byggja á. Og hóast hann framvegis telist millum teir stinnastu í landinum, so megnar Jens Martin Knudsen ikki einsamallur at halda mót­ støðuni frá at skora. Og tá súlurnar í báðum endum tykjast somikið einstáttaðar, sum tær eru tað hjá NSÍ í ár, so er ilt at síggja, hvussu liðið skal gera álvara av ætlanunum um at leggja seg í oddastríðið. Higartil hevur liðið tó fylgt hampuliga væl við, men tapið mánadagin var eitt afturstig í so máta, og so er spurningurin, hvørt teir kunnu vinna hetta aftur. Hjá HB er støðan í so máta nakað væl betri. Lið­ ið hevur sum heild fleiri streingir at spæla uppá, men tað skerst tó ikki burt­ur, at summir eru týdn­ ingarmiklari enn aðrir. Ikki minst hevur Jákup á Borg verið flúgvandi higartil, og tí er tað ein sera dyggur smeitur, at hann nú verður noyddur at steðga á í nakrar vikur. Í seinna hálvleiki – tá Jákup varð skiftur út – fekst sjón fyri søgn, hvussu nógv spælið dovnaði uttan landsliðskantin, og tí er spurningurin, hvørt HB yvir høvur hevur ráð til at vera hann fyriuttan. Í øllum forum, um felagið ætlar sær at halda til í oddinum HB-NSÍ 2-1 (2-1): Lítið prik í vespunum NSÍ HB HB – og serliga Jákup á Borg – eru flúgvandi í løtuni. Mánadagin slap NSÍ væl, tá teir »bara« taptu 2-1 Mynd: Álvur Haraldsen Bøttu tíðirnar nógv Teir báðir ÍSB-svimjararnir, sum vóru við í Berlin Open, fingu góð úrslit. Berlin Open endaði í gjár, og eisini tann seinasta dagin fingu teir báðir føroysku svimjararnir góð úrslit. Osvald Hansen og Ragnvaldur Jensen vóru í gjár við í 50 metra frísvimjing, og har eydnaðist tað teimum at bøta sínar tíðir rættiliga nógv. Harafturat gjørdist Ragnvaldur nummar 4 í sínum fólki við tíðini 0.29,84. Ragnvaldur var eisini við í 200 metra bringusvimjing, har hann gjørdist nummar 9 av 17. Meiri enn 400 svimjarar vóru við í Berlin Open hesaferð, og teir føroysku koma aftur í dag. HB-NSÍ 2-1 (2-1) 1-0: Jákup á Borg, 2. 1-1: Christian Høgni Jacobsen, 23. 2-1: Jákup á Borg, 31. FAKTA UM DYSTIN Jákup fer í summarfrí Komandi tríggjar vikurnar skal landsliðsspælarin halda frí Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo – Eg verði noyddur at taka ein steðg nú. Tá tú ert 26 ár, so loysir tað seg ikki at spæla dyst eftir dyst við pínu­ stillandi tablettum, og tí eru Krzyztof og eg samdir um, at talan nú verður um steðg. Jákup á Borg tykist vera púrasta avkláraður um, at hann nú noyðist at halda frí í nakrar vikur. Skaðin í lærkrikanum hevur argað nógv sein­ astu vikurnar, og tí tyk­ist hvíld vera einasti heili­ vágurin, sum veruliga nyttar nakað. Men hóast avkláraður, so skerst ikki burtur, at spælarin sjálvur er harmur um, at hann noyðist at steðga á júst nú. – Gongdin hjá okk­ um hevur jú verið ser­ stakliga góð, og tí er tað altíð irriterandi. Men talan er um langt kappingarár, og so er tað betri, um eg nú komið veruliga fyri meg, heldur enn alla tíðina at spæla við skaða, sum kanska eisini versnar, um eg blívi við at treiskast, sigur hann. Eftir ætlan, so noyðist HB at vera Jákup fyri­ uttan í komandi trim­um lands­kappingar­dyst­ unum. Hesir eru ímóti Skála (úti), GÍ (heima) og KÍ (úti). Hartil verður hann heldur ikki við, tá HB millum hesar dystir skal royna seg í Inter- Toto kappingini.