Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-06, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. juni 2006síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 [ Nr. 106 - 6. juni 2006 ] Fyri fyrstu ferð í hesum kapp­ingar­ árinum noyddist LÍF at fara av vøllinum, uttan at teir høvdu fingið nakra úrtøku 1. DEILD Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo So hava øll liðini í næst­ bestu deildini roynt at fara av vøllinum uttan úrtøku. LÍF megnaði at fáa stig burturúr tíggju teimum fyrstu umførunum. Í 11. umfari í Gundadali móti HB fekk LÍF einki burturúr, og samstundis mistu teir plássið røttu megin upp­ flytingar strikuna. AB fekk trý stig burturúr uttan at spæla, og nú eru argjamenn saman við B71 á uppflytingar plássunum. VB/Sumba møtti ikki upp á Argjum. Á fundi í vikuni staðfestu vágbingar og sumbingar, at teir í løtuni ikki eru førir fyri at manna lið bæði í FORMULA DEILD­INI og í 1. deild. Støðan er altso einki serlig har suðuri. AB vinnur henda dystin. Hvussu tað fer at verða við VB/Sumba liðnum er ikki greitt enn. Hetta fer kappingarnevndin at við­ gera. TB-B71 Sandoyingar fóru av Sev­ mýri við einum stigi. Tað var nóg mikið til at halda tørn um oddasessin. Clayton Soares skorar hvørja ferð fyri sandoyingar. Hesa ferð hevði pinnurin verið fimm ferðir runt, tá ið miðvallarin í høgru, Magnus Olsen, spældi í dýpdina til toppskjúttan, sum sneiddi framvið einum mótstøðumanni, áðrenn hann lyfti upp um stinna TB málverjan, Predrag Marko­vic. Tíggju minuttir seinni svar­aði heimaliðið aftur. Eftir at B71 verjan í fyrru atløgu hevði beint bóltinum burtur, var Kaj Roest fyrstur á, tá ið bólturin aftur kom í brotsteigin. Úr eitt sindur spískum smekkaði hann til, og bólturin fór í málið dygst undir samankomingini í handara síðunetinum. Eitt fantastiska vakurt mál, siga bæði tvørámenn og sand­ oyingar. Báðir partar høvdu aðrar møguleikar at gera mál, men málverjarnir gjørdu tað, sum tað verður roknað við, og báðir partar tóktust nøgdir við eitt stig. HB-LÍF Hóast HB var á heimavølli, og LÍF var á útivølli, so hevði HB einki ímóti leik­lutinum at binda væl fyri í verjupartinum og at dúva upp á møguleikar í snarálopum og ikki minst í deyðbóltsstøðum. Tyngdini í álopinum bilti einki, tí tað vóru Uni Arge og Krzyzstof Popczynski, ið mannaðu fremstu plássini. HB hevði fleiri góðar møgu­leikar. Kanska átti Popczynski sjálvur tann størsta, men royndin fór skeivu megin stólpan. Uni Arge hevði góðan stútara eftir horna, sum var um reppið at fara í málið, og tá ið hann var komin ímillum afturlegging, var møgu­leik­ in eisini stórur. HB málið skoraði Høgni Joensen, tá ið ein tími var farin. Uppleggið átti John Eystberg. Hjá LÍF var tað stórur smeitur, tá ið liðformaður­ in Magnus Skoralíð longu í 1. hálvleiki noyddist av vøllinum. Bárður á Lakjuni hevði risa møguleika bein­ anvegin eftir hvíldina, og Magni Joensen hevði eisini stóran møguleika. Í bá­ðum førum var tað 18 ára gamli HB málverjin, Birgir Poulsen, sum bjarg­ aði. FS Vágar04-Royn Hvalbingar eru framvegis sørir, men á Valloyrini gróvu teir seg ikki niður fyri at avmarka tapið. Royn bjóðaði av frammarlaga á vøllinum, og í 1. hálvleiki vóru teir heilt væl við. Einasta málið undan hvíld­ ini skoraði Jógvan Holm í 22. minutti, eftir at Silva og Per Joensen høvdu staðið fyri uppspælinum. Eftir steðgin fekk FSV04 fimm mál. Jógvan Holm stútaði frísparksinnlegg frá Gisla Sveinbjørnssyni í málið í 47. minutti, Sjúrður Ellefsen økti til 3-0 í 65. minutti, eftir nakrar ferðir aftur og fram, Elfinn Ørvar­ odd økti til 4-0 í 73. minutti eftir stikkbólt inn um verjuna, Kim Poulsen, sum varð skiftur inn fyri fyrstu ferð í ár, økti til 5-0, tá ið hann varð spældur leysur innanfyri frammarlaga staddu verjuna, og Elfinn Ørvarodd syrgdi fyri tennis­ úrslitinum, tá ið hann í 87. minutti sneiddi framvið aft­asta manninum, áðrenn hann skoraði. SÍ-KÍ Ivaleyst var tað mest óvænt­ aða úrslitið, at klaksvíkingar reistu seg í Sørvági, eftir at teir á Norðoyastevnu taptu 10-1 móti B71. Marcello umsetti við høvd­inum innlegg frá Jens Eriki Rasmussen til 1-0 í 3. minutti. Klaksvíkingar sýndu væl betri hugburð enn heimamenninir, og tveir minuttir undan steðg­ inum sendi Jóannes Larsen langskot í málið, eftir at bólturin fyrst varð beindur burtur. Tíggju minuttir eftir steðgin legði Bogi Selfoss SÍ framum aftur, eftir upp­ spæl frá Peturi Niclasen. Ein minutt seinni var aftur javnt, eftir at Jósup Hen­ rik­sen hevði takkað fyri gávu frá SÍ. Og fimm minuttir seinni var Jósup Henriksen aftur upp á spæl. Hann legði KÍ framum 3- 2. Fimm minuttir seinni svar­aði Wenzil Mouritsen aftur til 3-3 við stútara eftir horna. KÍ liðformaðurin, Erling Fles, syrgdi við tveimum málum fyri 5-3 KÍ sigri. Símun og teir taptu Keflavík spældi í gjár ímóti oddaliðnum í íslendsku landskappingini, og tað endaði við einum teprum tapi. FH hevði undan dystinum ímóti Keflavík, har Símun Samuelsen spælir, vunnið allar sínar fýra dystir, og teir vunnu eisini tann fimta. FH legði seg á odda bæði 1-0 og 2-0, áðrenn Keflavík svaraði aftur. Símun og teir royndu at stríðast fyri at javna, men tað eydnaðist ikki. Símun Samuelsen var á vøllinum allar 90 minuttirnar. Vande Velde vann kapping Súkklumaðurin Christian Vande Velde vann kappingina, sum gongur undir navninum Kring Luksemborg. Kapp­ ingin endaði sunnudagin, og Vande Velde, sum súkklar fyri danska TeamCSC, var við heilt har frammi á seinasta teininum. Harvið vardi hann sína samlaðu oddastøðu og vann Kring Luksemborg, har nógvir sterkir altjóða súkklumenn vóru við. Christian Vande Velde er 30 ára gamal og ættaður úr USA, og danir halda sigurin í kappingini í Luksemborg verða ein stóran sigur fyri sterka, danska súkkluliðið. HB megnaði meiri enn allir hinir Úrslitini TB-B71 1-1 (1-1) 0-1: Clayton Soares 6. 1-1: Kaj Roest 16. HB-LÍF 1-0 (0-0) 1-0: Høgni Joensen 60. AB-VB/Sumba AB uttan dyst FS Vágar04-Royn 6-0 (1-0) 1-0: Jógvan Holm 22. 2-0: Jógvan Holm 47. 3-0: Sjúrður Ellefsen 65. 4-0: Elfinn Ørvarodd 73. 5-0: Kim Poulsen 74. 6-0: Elfinn Ørvarodd 87. SÍ-KÍ 3-5 (1-1) 1-0: Marcello Marcelino 3. 1-1: Jóannes Larsen 43. 2-1: Bogi Selfoss 54. 2-2: Jósup Henriksen 55. 2-3: Jósup Henriksen 60. 3-3: Wenzil Mouritsen 65. 3-4: Erling Fles 71. 3-5: Erling Fles 72. Sandoyingar hildu fast um oddasessin, tá teir á Sevmýru megnaðu at spæla javnt móti TB Mynd: Áki Bertholdsen