týsdagur 6. juni 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
[ Nr. 106 - 6. juni 2006 ]
Føroyar endaðu
á 82. plássi í 37.
talvolympiaduni
í Torino í Italia.
Vinnari varð Armenia
Talv
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Málið hjá Føroyum var 50
%, ella 26 stig. Tískil komu
føroysku telvararnir so tætt
at málinum sum til bar við
teirra 25,5 stigum. 148 lond
telvaðu við í OL og Føroyar
vóru styrkismettar sum nr.
80. Lat okkum fyrst hyggja
at toppinum.
Armenia vann óvæntað
talvolympiaduna. Armenska
manningin var óvanliga
støðug ígjøgnum alla kapp
ingina við 10 dystarsigrum
og 3 javnleikum. Ongantíð
var vandi fyri, at teir lótu
tryggu leiðsluna frá sær.
Armenia var mannað við
tveimum sterkum 2700-
telvarum – Levon Aronian
(2756) og Vladimir Akopian
(2706) – og sterkum 2600-
telvarum, ið telvaðu sum
sannir topptelvarar.
Kina tók tey flestu á bóli
við teirra flotta 2. plássi,
meðan USA og Ísrael end
aðu á 3. plássi. Russisku
favorittarnir endaðu á ein
um skuffandi 6. plássi.
Vladimir Kramnik (2729),
sum hevur hvílt í hálvt ár
orsakað av sjúku, hevði tó
framúr úrslit á 1. borði,
og fekk heiðurin at hava
hægstu avriksstyrkina í
OL.
Stjørnuskotið
og legendan
Danir og norrmenn vóru
væl við áðrenn seinasta
umfar. Stórtap førkaðu tó
bæði liðini nakað aftur eftir
á stigatalvuni. 15 ára gamli
Magnus Carlsen (2646)
stóð seg væl við 6 stigum
av 8. Hann nærkast alsamt
2700-markinum.
Hugaligt er at síggja
hvussu væl 75 ára gamli
Viktor Korchnoi (2611)
framvegis kann telva. Hann
hevur í umleið 30 ár telvað
fyri Sveis, og í Torino fekk
hann 6 stig av 10 á 1. borði.
Úrslitið
samsvarar
við
ratingtal hansara og tískil
er hann framvegis omanfyri
2600-markinum.
Góðtikið
Úrslitið hjá Føroyum er á
heilt góðari leið. Tríggjar
ferðir vunnu Føroyar 4-0,
og tað er óhoyrt. Hóast tað
gekk væl í seinnu helvt,
vórðu føroysku úrslitini
sum heild ov óstøðug.
Við einum 3-1 sigri í 13.
og seinasta umfari, høvdu
Føroyar kunnað rokkið mál
inum (50%). Føroyingar
vunnu tó »einans« 2,5-1,5
á Uruguay. Hans Kristian
vann sítt talv, meðan John
Arni Nilssen, John Rød
gaard og Helgi Dam Ziska
leiktu javnt. Serliga hevði
Helgi møguleikar at vinna,
og harvið fáa Føroyar upp
á 50 %, men so varð ikki.
John hevði somuleiðis góða
støðu í endatalvinum.
John Arni, 31, stóð seg
væl á 1. borði. Eins og
Rødgaard, hevði John Arni
eina góða seinnu helvt. John
Arni telvaði ímóti fimm
stórmeistarum og fekk sam
anlagt 2,5 stig móti teimum.
Talvið hesa vikuna er sig
urin hjá honum ímóti GM
Amonatov (2569).
Toppskorarin
51 ára gamli John Rødgaard
stóð seg enn einaferð sera
væl. John, ið nú hevur telvað
yvir 150 landsliðstalv, varð
toppskorari við 7 stigum av
11. Eftir tunga byrjan, vann
Mr. OL fýra talv á rað og
varð síðani tryggur seinastu
umførini við fýra góðum
javnleikum móti sterkari
mótstøðu. Rødgaard hevur
framvegis ómetaliga stóran
týdning fyri føroyska lands
liðið. Teir royndu menninir
stóðu seg hesaferð betur
enn ungu talentini.
Helgi D. Ziska, 15, telv
aði flestu dystirnar hjá
Føroyum. Bert eina ferð
sat hann uttanfyri. Eins og
John Arni, fekk Helgi 50%
skoru. Hóast ongan norm
á hesum sinni, prógvaði
Helgi sítt støðið.
Eykamaðurin
slapp framat
Hans Kristian Simonsen,
22, reisti seg eftir sløk úrslit
her heima á klettunum í
seinastuni. Hans Kristian,
sum varð úttikin sum
eykamaður, slapp at royna
seg heili tíggjur ferðir og
fekk 5,5 stig. Liðleiðarin
Finnbjørn Vang legði helst
tíðliga í kappingini til
merkis, at kollfirðingurin
var í betri dagsformi enn
Martin Poulsen. Tískil varð
tað í roynd og veru Martin,
sum varð eykamaður.
Á føroyska liðnum var
tað nevniliga bert Martin
Poulsen, 22, sum fall
ímillum. Martin fekk 1,5
stig av 8. Telving hansara
sveik á hesum sinni, men
føroyameistarin er treiskur
og kemur ivaleyst sterkt
aftur. Leggið í geyma, at
Martin hevði svarta fólkið
í 6 av sínum 8 talvum, og
at hann hitti sera sterka
mótstøðu; 3 stórmeistarar
(GM) og 3 altjóða meistarar
(IM).
Í 2008 verður OL telvað í
Dresden í Týsklandi.
Rukku ikki málinum
Lyngby-toppskjútti
á veg í superliguna
22 ára gamli Morten Nordstrand hevur havt eitt rimmar
ár í álopinum hjá Lyngby, sum spælir næstbestu donsku
fótbóltsdeildini. Nordstrand hevur mannað álopið saman við
Christian Holst Lamhauge, og tað hevur gingið sera væl. Í 27
dystum hevur Morten Nordstrand skorað 27 mál, og tí er ikki
so undarligt, at feløg í superliguni og uttanlands hava hildið
eygað við honum. Nú skrivar onside.dk, at FC Nordsjælland er
við at gera sáttmála við Morten Nordsstrand, so at hann næsta
kappingarár skal spæla í superliguni.
Súni í Viasat-finaluni
AaB var í serflokki í teimum báðum hálvfinalunum í Viasat
Cup, sum eru spældar seinastu dagarnar. AaB spældi ímóti
Esbjerg, og liðið úr Aalborg vann báðar dystirnar 4-0. Fyrri
dysturin var í Esbjerg, og tann seinni var í Aalborg sunnudagin.
Aftur sunnudagin eydnaðist tað AaB at vinna stórsigur. Súni
Olsen hevur ikki verið við hesar báðar dystirnar, tí hann hevur
verið skaddur. Fyrr í kappingini hevur hann spælt nógv við
og skotið tvey mál. Finalan verður spæld í Aalborg, og hitt
liðið í finaluni er FC Nordsjælland, sum samanlagt vann 4-0
á Silkeborg. Nú er at vóna, at Súni verður klárur at spæla við
í finaluni.
John Rødgaard spældi í OL sín 150. landsdyst fyri Føroyar. Her
er tað Finnbjørn Vang, varaforseti í TSF, sum ynskir Rødgaard
tillukku við runda talinum
OL 2006 – endaliga støðan
1
Armenia
36,0
2
Kina
34,0
3
USA
33,0
4
Ísrael
33,0
5
Ungarn
32,5
6
Russland
32,0
7
Frankaríki
32,0
8
Ukreina
32,0
9
Bulgaria
32,0
10
Spania
32,0
--------------------------------
17
Svøriki
30,5
19
England
30,5
20
Danmark
30,0
31
Norra
29,5
45
Ísland
28,5
52
Skotland
28,0
62
Finnland
27,0
82
Føroyar
25,5
148 Virgin Islands(us)
10,5
Einkultúrslitini:
1
John Arni Nilssen
5,5 av 11
2
Martin Poulsen
1,5 av 8
3
John Rødgaard
7,0 av 11
4
Helgi Dam Ziska
6,0 av 12
5
Hans Kristian Simonsen
5,5 av 10
Talvið hesa vikuna
IM Nilssen, John Arni (2356) – GM Amonatov,
Farrukh (2569)
37th Chess Olympiad (8. umfar), Torino 29.05.2006
1.d4 d5 2.c4 c6 3.Ric3 Rif6 4.e3 a6 (Eitt nógv leikt
frábrigdi í slavisku byrjanini) 5.Rif3 Bf5 6.Rie5 Ribd7
7.Fb3 Fc7 8.cxd5 Rixe5 9.dxe5 Rixd5 10.Rixd5 cxd5
11.Bd2 e6 12.Rc1 Fd7 13.Be2 Be7 (Svartur hevur
ongar trupulleikar) 14.Fb6 Bd8 15.Fb4 Be7 16.Fb6
Bd8 17.Fb4 (John Arni bjóðar við leikendurtøkuni
óbeinleiðis stórmeistaranum javnleik) 17...f6 (Nei,
hugsar stórmeistarin. Hann fer eftir sigrinum) 18.exf6
Bxf6 19.Bh5+ Bg6 20.Bg4 Kf7 21.0–0 Rhc8 22.Fb6
Bc2 23.Bc3 Rc6 24.Fb4 Rc4 25.Fb6 Rc6 26.Fb4
(Aftur her hevur svartur møguleika at taka javnt við
leikendurtøku) 26...Bxc3 27.bxc3 Rc4 28.Fb2 Bd3
29.Bh5+ Bg6 30.Be2 Rc6 31.c4! (Endiliga tykist tað
sum John Arni fær loyst sína tungu støðu eitt sindur
upp) 31...dxc4 32.Rxc4 Rxc4 33.Bxc4 (Knappliga er
tað hvítur sum hevur lítlan fyrimun. Svarta e-finnan
er veik) 33...b5 34.Bb3 Rd8 35.h4 Fe7 36.Rc1 a5?
(Fyrsti feilur hjá Amonatov. Kf8 hevði verið ein betur
loysn, vekk úr bispalinjuni) 37.Fe5! a4?? (Amonatov
fer fullkomiliga niður við høvdinum. Helst hevur
tíðarneyð spælt ein leiklut) 38.Rc7! Rd7
Støðumynd eftir 38…Rd7
39.Fxe6+!! (Vakurt og vinnandi!) Fxe6 40.Rxd7+
Kf6 41.Bxe6 (John Arni hevur avviklað til vunnið
endatalv) 41...Kxe6 42.Rd4 a3 43.Rb4 Bd3 44.Rb3
1–0