týsdagur 6. juni 2006síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 106 - 6. juni 2006
45
Puntur nr. 6
Tað er torført
at venja fólk, at
ferðast í øðrum
norðurlondum enn
Danmark, sigur
Maria á Lofti av
marknaðardeildini
hjá Atlantic Airways,
ið heldur Oslo verða
eitt sera spennandi
ferðamál, ið munandi
fleiri føroyingar áttu
at roynt
Ferðing
Atlantic Airways fer 27. juni
undir at flúgva úr Vágum
til norska høvuðsstaðin
Oslo. Flogið verður tvær
ferðir um vikuna týsdag og
fríggjadag. Flúgvingin er
einans talan fram til 15.
august, ella við øðrum
orðum um sjálvt høvuðs
summar tíðarskeiðið.
Atlantic Airways hevur
flogið hesa rutu mitt um
summarið nú í fleiri ár, við
rættiliga góðum úrslitum.
Maria á Lofti av markn
aðardeildini greiðir frá,
at tey upprunaliga fóru
undir hesa flúgving, tí mett
var, at tað var óheppið,
at flúgvingin bert var til
Vestlandi í Noregi. Framm
anundan flugu tey til Sta
vanger, hetta var fyrst og
fremst oljuflúgving, og
henda ruta er enn til. Men
við at flúgva til Oslo, var
møguleiki fyri at fáa størri
ferðaløg við ferðafólki til
Føroyar. Tað er munandi
lættari hjá flestu norð
monnum at koma til Oslo
enn til Stavanger, og so
er norski høvuðsstaðurin
eisini eitt meira spennandi
ferðamál hjá føroyskum
ferðafólki, ið Atlantic Air
ways fegin vildi bjóða
sínum viðskiftafólki.
Maria greiðir frá, at flúgv
ingin hevur gingið væl hesi
árini. Saman við Green Gate
bjóðar Atlantic Airways
pakkaferðir úr Noregi, og
hesar eru vælumtóktar. Tí
tað er serliga fólk úr Noregi,
ið brúka hesa rutu. Hóast
bæði Atlantic Airways og
ferðavinnuskrivstovurnar
bjóða pakkaferðir til Oslo
fyri føroyingar, er hetta ikki
so nógv brúkt.
Hóast Oslo er ein sera
spennandi býur, ið hevur
nógv at bjóða ferðafólki,
so tykjast føroyingar meira
áhugaðir í at vitja Danmark,
ella fara longur út í heim,
heldur enn at ferðast í
øðrum
norðurlondum.
Hetta er spell heldur Maria,
ið vísir á, at Oslo við
sínum nógvu áhugaverdu
parkum, síni savnsoyggj og
nógvu spennandi støðum
og matstovum er eitt sera
áhugavert ferðamál.
Tíðarskeiðið, ið Atlantic
Airways flýgur til Oslo er
einans góðan hálvan annan
mánað um árið, hetta er
sjálvandi eisini dekan ov
stutt til at venja føroyingar
við Oslo sum veruligt ferða
mál.
Tað er heldur eingin
loyna, at nógvir føroyingar
velja heldur at fara sjóvegis
til Noregs, soleiðis at tey
fáa bilin við og kunnu koyra
runt í Noregi.
Oslo er eitt frálíkt ferðamál