Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-06, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. juni 2006síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 106 - 6. juni 2006 Ferðast í egnum landi: Ferðaráð Føroya mennir føroysku ferðavinnuna Ferðaráð Føroya er ein stovnur, sum hevur til uppgávu at menna føroyska ferðavinnu. Tað er ein almennur stovnur undir vinnumálaráðnum. Ferðaráð Føroya viðurkennir, at tað eru nógv viðurskifti hjá ferðavinnuni, sum ikki eru nøktandi, og tí verður arbeitt við nøkrum ávísum uppgávum. Nakrar av uppgávunum, arbeitt hevur verið við, eru: skelting, økisferðavinnuætlanir fyri allar Føroyar, altjóða verkætlanin Destination Viking, Sagas and Storytelling Søgur og frásøgn og náttúra og umhvørvi. Hetta eru fjøltáttaðar og í mongum førðum uppgávur, sum eru tengdar at arbeiðsorku og samstarvi við onnur liðí ferðavinnuni. Ferðaráð Føroya vísir útlendskum ferðafólkum á ferðamál, sum tey kunnu fara til. Tí ferðast Ferðaráð Føroya runt landið og kannar, hvat er vert at vísa ferðafólkum til.