Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-06, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. juni 2006síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 106 - 6. juni 2006 47 Ferðast í egnum landi: Gongutúr úr Skopun til Sands Í summar er upplagt at nýta nøkur vikuskifti at ferðast í okkara vøkru oyggjum. Summi hava ikki ráð at ferðast uttanlanda, og tá kann eitt av ferðatilboðunum í Føroum vera tað rætta. Tað er stuttligt at hava ferðast í egnum landi og kenna oyggjarnar. Sandoyar kunningarstova skipar fyri gongutúrum eftir gomlu varðagøtuni millum Skopun og Sand. Hetta er uttan iva nakað, sum hevur áhuga hjá teimum, sum dáma væl at ganga túrar. Á túrinum kanst tú uppliva vøkru náttúruna á Sandoynni. Steðgað verður í Fjallastovuni í Slavansdali, har borðreitt verður við onkrum góðum eftir egnum ynski. Møguleiki er at víðka um túrin og gera ein busstúr til eysturbygdurnar á Sandoynni. Hesin túrur kann bíleggjast frá Sandoyar Kunningarstovu til eina og hvørja tíð. www.klaksvik.fo H E I M A S Í Ð A N H J Á K L A K S V Í K A R K O M M U N U Býurin, har mentanar- og vinnulívið ganga lið við lið Skapið framtíðina saman við okkum... til 1. juni 2006