Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-06, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. juni 2006síða 40

‹ fyrra síða allar 40 síður

Tekstur á síðuni

48 Nr. 106 - 6. juni 2006 Ferðast í egnum landi: Útferð til Skúvoy Hálvan tíma tekur tað at sigla við Sildberanum til eina av Føroya mest søguligu oyggjum. Hóast oyggin virkar fjarskotin, er sambandið somikið gott, at tað væl ber til at gera dagstúrar til Skúgvoyar. Ikki nokk við tí; eisini er gjørligt at gista í summarhúsi og Ból & Bita. Søguliga kenna vit best Skúgvoy frá søgnini um Rannvá, sum einsamøll búði norðuri á Fagradali. Í bygdini er Sigmundarsteinur, har Sigmundur Brestisson sigst vera grivin. Skúgvoy hevur eisini fuglaríkastu bjørg í Føroyum og er eitt satt paradís fyri fuglaáhugað. Ferðast til Skúvoy og síggj hesi søguligu støð. Sandoyar Kunningarstova skipar fyri túrunum, og tað ber til at laga teir eftir ynskinum hjá tí einstaka. Tað ber til at fáa staðkendar losar, ið kunnu leiða tykkum runt á oynni.