Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juni 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 - 7. juni 2006 5 Javnaðarflokkurin hevði ikki ráð til at senda eitt kvinnuligt umboð til Grønlands á ráðstevnu fyri kvinnuligar parla­ mentarikarar, sum var í Grønlandi um mánaðarskiftið. Hetta sigur Kristian Magnussen, formaður í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum. Fólkaflokkurin rind­aði fyri Rúnu Sivertsen, og Løg­ tingið fyri teir flokkar, sum frammanundan hava kvinnur valdar. Smáu flokkarnir hava heldur ikki ráð Javnstøða Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Tann 18. november í 1999 samtykti Føroya Løgting at taka undir við eini tilráðing hjá Útnorðurráðnum, har skotið verður upp at skipa fyri ráðstevnum fyri kvinnuligum parla­ men­tarikarum í útnorðuri, umframt umboðum, sum fáast við javnstøðu. Sam­ bært tilráðingunum er enda­ málið við ráðstevn­unum, at kvinnu­ligir politik­arar kunnu skifta um hugskot og royndir og at styrkja samstarvið síná­mill­um. Ráð­ stevnan er annaðhvørt ár, og tey trý londini í útnorðuri skift­ast um at vera vertir. Fíggingin av ráðstevnuni fer av fíggjarlógini og fyrsta ráðstevnan av hesum slagi var í Føroyum í sep­ tember 2004, har um­boð fyri allar teir polit­isku flokk­arnir, eisini teir sum ongan kvinnuligan parla­ mentarikara hava, tóku lut. Trý umboð avstað Um mánaðarskiftið varð so næsta ráðstevnan hildin í Grønlandi, í Qaqortoq frá 31. mai til 2. juni. Men hesaferð vóru tað bara flokkarnir, sum hava kvinnuligar parla­ mentarikarar, sum vórðu sendir avstað uppá rokning hjá løgtinginum. Sostatt máttu flokkarnir, sum ong­an kvinnuligan parla­ mentarikara hava, sjálvir rinda fyri ferð og uppihald, um teir vildi senda, til dømis eina varakvinnu fyri løgtingsmann, avstað. Tað er Løgtingið, ið rind­ar fyri teir flokkar, sum hava kvinnulig um­boð á tingi. Tær eru Annita á Fríðriksmørk og Heidi Petersen fyri Tjóð­ veldisflokkin, og Lisbeth L. Petersen fyri Sam­ bandsflokkin. Løgting fyri løgtingslimir Sambært Súsonnu Daniel­ sen, stjóra á skrivstovu Løgtingsins, settu teir báð­ ir, Jørgen Niclasen fyri Fólkaflokkin og Krist­ian Magnussen fyri Javn­aðar­ flokk­in seg í sam­band við hana nakað undan ráð­stevn­ una í Grønlandi. Teir spurdu, um teir kundu senda ikki- parlamentarikarar avstað at umboða flokkarnar, nú teir onga valda kvinnu hava, og um løgtingið kundi standa fyri útreiðslunum av hesum. Men svarið frá Súsonnu Danielsen var, at tað kundi als ikki komið uppá tal, tí í reglugerðini stendur, at ráðstevnan bert er ætlað kvinnuligum parlamentarikarum, og at endamálið við ráðstevnuni er at hava eitt netverk fyri kvinnur í politikki, har tær geva sínamillum stuðul til hvørja aðra. – Hetta er tað, sum Løg­ tingið hevur játtað at bera útreiðslurnar av, greiðir Súsanna Danielsen frá. So­statt vóru boðini til teir báðar flokkarnar, at teir sjálvir máttu standa fyri út­reiðslunum, um teir kort­ ini valdu at senda umboð avstað. Rúna sum konsulentur Tað valdi Fólkaflokkurin so at gera, og flokkurin sendi Rúnu Sivertsen avstað sum konsulent fyri flokkin og vórðu útreiðslurnar tiknar av játtanini hjá flokkinum, sum er ætlað til innantings arbeiði, so sum umsiting og skrivara. Hetta visti Súsanna Danielsen, og hon sigur, at hon ikki kann blanda seg uppí, hvat flokkarnir brúka peningin til umsiting ella peningin til politiska upplýsing til. C hevur ikki ráð Nú var so upp til Javn­ aðarflokkin at taka støðu til, um flokkurin eis­ ini vildi senda umboð av­stað, men sambært Krist­iani Magnussen valdi Javnaðarflokkurin ikki at senda til dømis Mamy Dahl Sørensen ella Helenu Dam á Neystabø, hóast tær eru varakvinnur hjá tingmonnum í flokkinum. Um orsøkina sigur Krist­ian Magnussen, at í fyrsta lagi er tað órættvíst, at bert teir flokkar, sum frammanundan hava kvinnu­ ligar parlamen­tarikarar fáa umboð við. Harumframt sigur Kristian Magnussen, at flokkurin hevur ikki ráð til at brúka av kontoini til umsiting, tí flokkurin brúkar allar pengarnar til skrivstovuhald og umsiting annars. – So Fólkaflokkurin brúk­ ar minni til umsiting, og hevur ráð til at senda Rúnu Sivertsen avstað, sigur Kristian Magnussen. Spurdur um tað kemur dátt við hjá Javnaðarflokkinum og um teir ikki hava vitað av at ráðstevnan fór at vera í Grønlandi í ár, so flokkurin kundi lagt upp fyri útreiðsluni, sigur Kristian Magnussen, at hetta kjakið hevur tikið seg upp seinastu vikurnar, og at flokkurin ikki hevur valt at leggja pening til viks til endamálið. Spurdur um tað veruliga er so, at Javnaðarflokkurin ikki hevur ráð til at senda eina kvinnu til Grønlands, nú flokkurin júst hevur fingið milliónatals krónur fyri eina ávísa sølu, sigur Kristian Magnussen, at ongin avgerð er tikin um, hvat hesin peningur skal nýtast til enn, og at hann skal ikki nertast, fyrr enn ein arbeiðsbólkur í flokkinum hevur tikið støðu til tað. Løgið signal at senda Havandi í huga um­støð­ ur­nar hjá kvinnum í poli­ tikki í løtuni, har Javn­ aðarflokkurin situr við landsins leiðslu og ongin kvinna er nær í námind av valdinum, samstundis sum, at flokkurin hevur haft landsstýrismannin í javnsøðumálum, umframt at flokkurin onga kvinnu hevur í tinginium, spyrja vit Kristian Magnussen, um hetta er rætta signalið at senda í løtuni. Og hann sigur, at tað kanska er eitt óheppið signal, men at ongin vissa er fyri, at hóast flokkurin sendi eitt umboð til Grønlands, so kom nøkur broyting í kynsbýtið í føroyskum politikki. Eisini endurtekur Kristian Magnussen, at tað er órættvíst, at tað bert eru teir flokkar, sum frammanundan hava fingið kvinnur valdar, sum sleppa at taka lut í ráðstevnuni. Men tað er Útnorður­ ráð­ið, sum hevur avrátt, at tað bert skulu vera parla­mentarikarar sum sleppa við. Og tá tað júst er Javnaðarflokkurin, sum hevur ein lim í út­norð­ur­ ráðnum í løtuni, hví hevur flokkurin so einki gjørt fyri at broyta hesa tilráðing, so tey trý parlamentini kunnu senda umboð fyri allar flokkar, og ikki bert teir, sum frammanundan hava kvinnuligar parla­men­ tarikarar, spyrja vit Kristian Magnussen. Og hann svarar, at hetta møguliga er eitt mál, sum flokkurin fer at taka upp. Fráboðan til fjølmiðlarnar Viðhefta skriv er sent til formanskapin í Løgtinginum Eg havi vegna Sjálv­stýris­flokkin heitt á formanskapin um at viðvirka til, at allir teir seks politisku flokk­arnir hava møguleika fyri at luttaka á teimum ráðstevnum, ið verða hildin í teimum trimum londunum í útnorðuri annaðhvørt ár eftir tørni. Í hesum døgum verður seminari hildið í Grønlandi, og bert 4 kvinnur úr Tjóð­veldis-, Sambands- og Fólka­ flokkinum eru við. Javnaðar-, Mið- og Sjálv­stýris­ flokkurin eru ikki um­boðaðir. Skal nøkur menning og broyting koma í kynsbýti á tingi er altavgerandi, at allir seks politisku flokkarnir luttaka á jøvnum føti. So leingi, sum vit hava tað vanlukkuliga kynsbýti, sum nú er í Løgtinginum, mugu teir fýra flokkarnir, ið ikki fingu kvinnu valda á løgtingsvalinum seinast, hava møguleikan at luttaka við einum kvinnuligum valevni, ið var uppstillað til seinasta løgtingsval, um ikki spurnartekin skal setast við, um tað er nøkur meining í at Føroyar luttaka. Kári P. Højgaard løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin Kvinnurnar ongan góðan í Javnaðarflokkinum Stovnast skal eitt net av kvinnuligum politikarum í útnorðuri. Hetta varð samtykt á ráðstevnuni fyri kvinnuligar politikarar, sum varð hildin í Qaqortoq í døgunum 31. mai – 1. juni 2006. Her hittust kvinnuligir politikarar frá Íslandi, Før­ oyum og Grønlandi. Enda­ málið við ráðstevnuni var fyrst og fremst at økja um kvinnuligu luttøkuna í tí politisku atgerðargongdini. Á ráðstevnuni frøddist man um, at kvinnurnar á Landstinginum í Grønlandi nú eru 42% av limunum. Samstundis var man stúrin um demokratiska undirlutan av kvinnum í føroyska Løgtinginum, har kvinnur í løtuni bara eru 10% av tinginum. Kvinnuligu lut­ takararnir eru skelkaðir av hesi afturgongd. Fyri at demokratiið kann mennast í londum okkara, er tað ein treyt, at kvinnur eru eins væl umboðaðar í politikki sum menn. Næsta ráðstevna verður í Íslandi í 2008. Kvinnuligu politikararnir í útnorðuri eru harðliga ímóti tí samskipaða skøkju­levnaði og handli við kvinn­um, t.v.s sexhandil við kvinn­um og ungum, sum fer fram í sambandi við HM í fótbólti í Týsklandi, og heitir á FIFA um at steðga hesum. Á ráðstevnuni fyri kvinnuligar politikarar í útnorðuri, sum varð hildin í Qaqortoq í døgunum 31. mai – 1. juni 2006, varð tosað um hetta. Tað er ein sannroynd, at samskipaður skøkju­levn­aður og handil við kvinnum, t.v.s. sexhandil við kvinnum og ungum, kemur fyri við størri altjóða ítróttatiltøk. Hetta kunnu vit kvinnuligu politikarar í útnorðuri als ikki góðtaka. Vit stuðla tí áheitanini frá tí svenska umboðsmanninum fyri javn­støðu, Claus Borgstøm, um at boykotta VM í fótbólti í Týsklandi. Vit halda, at altjóða ítróttafeløgini og fyriskipararnir eiga at vísa størri ábyrgd í hesum samanhangi, og vit eru skakaðar yvir ta líkasælu, sum higartil hevur verið víst. Mótmæli móti skøkjulevnaði og handli við kvinnum Ráðstevna fyri kvinnuligar politikarar í útnorðuri Qaqortoq 31. mai – 1. juni 2006 Rúna Sivertsen umboðaði Fólkaflokkin á ráðstevnuni í Grønlandi. Flokkurin rindaði sjálvur av játtanini til umsiting. Kristian Magnussen sigur, at Javnaðarflokkurin brúkar allan peningin til umsiting.