mikudagur 7. juni 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 107 - 7. juni 2006
Nevndin viðvíkjandi
øktum kvinnuleikluti
í politikki hevur
skipað seg
Politikkur
Rúna Sivertsen
runa@kallnet.fo
Eyðgunn
Samuelsen
í
Klaksvík er vald til formann
í nevndini, sum skal virka
fyri, at fleiri kvinnur
verða við, har politisku
avgerðirnar verða tiknar.
Næstformaður er Annleyg
Lamhauge í Tórshavn.
Eyðgunn umboðar Javn
aðarflokkin í nevdini og
hevur drúgvar royndir í
kommunalpolitikki.
Annleyg var eitt skifti
skrivari
hjá
tingbólki
Sjálvstýrisfloksins. Síðani
september 2004 hevur hon
verið við í tvørpolitiska
kvinnubólkinum, sum hev
ur arbeitt við upplýsandi
tiltøkum fyri kvinnur við
áhuga í politikki.
Hini í nevndini eru:
Rósa Samuelsen fyri
Sambandsflokkin,
Inga
Dahl fyri Fólkaflokkin,
Sólfríð Fjallsbak fyri
Tjóðveldisflokkin, Hjørdis
Háberg
Petersen
fyri
Miðflokkin, Kári á Rógvi
fyri
Javnstøðunevndina,
Bergtóra
Hanusardóttir
fyri
Kvinnufelagið,
Eyðun Christiansen fyri
Føroya
Kommunufelag
og Steinbjørn Jacobsen
fyri Kommunu Samskipan
Føroya
Tá nevndin varð sett,
1. januar 2006, fekk hon
tvey ár at arbeiða í. Men
broytingar máttu gerast í
vali
av
nevndarlimum.
Tískil er nærum eitt hálvt
ár farið av arbeiðstíðini hjá
nevndini, uttan at nakað er
gjørt.
Eyðgunn Samuelsen vísir
á, at peningurin, ið avsettur
er til arbeiðið hjá nevndini
er 150 krónur hvørt árið.
– Fyri hesa upphædd
fæst lítið av skafti, og ætlar
nevndin at søkja um hægri
játtan komandi fíggjarár,
sigur hon.
Nevndin
hevði
fund
týsdagin 6. juni.
Á næsta fundi, sum verður
tann 8. august, er ætlanin
at hava hugarok, har allir
limirnir leggja fram síni
hjartamál og hugskot.
Brandur Enni
og bólkur hans
ara Anytime
verður millum
nøvnini á ársins
Jóansøkufestivali, ið
verður hildin í Vági
í ár
Festival summarið
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Jóansøkufestivalurin byrjar
alt meira at taka skap og
festivalurin kunnger í dag,
at Anytime við Brandi
Enni verur á skránni hjá
festivalinum við sínum
popp rokki.
Brandur Enni er farin frá
støðuni sum barnastjørna til
at vera oddamaður í einum
bólki, ið spælir hansara løg.
Bólkurin varð stovnaður í
fjør, tá Brandur var liðugur
í fólkaskúlanum og saman
við nøkrum vinmonnum
avgjørdi at stovna ein bólk.
Bólkur luttók á Asfalt síðsta
vikuskiftið, og sambært
ummælaranum hjá Dimmu,
var konsertin sera góð.
Brandur hevur seinasta árið
verið fleiri ferðir í Svøríki
og smíðað nýggjar sangir
í samstarrið við ymiskum
kendum sangskrivarum.
Anytime er: Brandur
Enni, sang, gittar, trompet
og kornett, Leivur Sam
uelsen, trummur, Bárður
Poulsen, bass, Sveinur
Dam, el-gittar, Heini Ragn
arson, trompet og Jákup
Wardum, klaver.
Jóansøkufestivalurin
hevur avdúka stóran part
av skránni til festivalin,
men nú tríggjar vikur eru
eftir til festivalurin fer av
bakkastokki, eru enn eini
5-6 nøvn eftir at kunngera,
sigur Dennis Holm fyri
skipari.
Higartil hevur Jóansøku
festivalurin kunngjørt hesi
trettan nøvnini: Andrew
Strong, Carpark North,
Páll Finnur Páll, Thorbjørn
Risager: Blue 7, Den Danske
Mafia, Land og Synir, Deja
Vu, Gogo Blues, Maria
Guttesen, Rasmus Lyberth,
200, Robert og Vinmenn og
Anytime.
G! aktuelli
Mugison spældi
fyrstu konsertina
á Havne Scenen í
Keypmannahavn
í ár, og vísti at
Norðurbryggjan
hevur møguleika fyri
at víðka um virksemi
sítt
Konsert
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Mugison á konsert er
ein spennandi uppliving,
ið er torfør at seta í bás.
Hósdagin spældi íslendski
tónlistarligi gandakallurin
Mugison á einum flótipalli
við
Norðurbryggjuna
í
Keypmannahavn,
og
hóast skiftandi veður var
upplivingin frálík.
Tey flestu, ið høvdu
leitað sær á bryggjuna vóru
íslendingar, men onkur
føroyingur var ímillum tey
nøkur hundrað fólkini, ið
vóru savnaði á bryggjuni.
Planet.fo var framvið eina
løtu, og vit upplivdu góðan
stemning, sól, regn og eitt
slag av tónleiki, ið er heilt
egið – ella okkurt heilt
annað.
Mugison og tónleikararnir
hjá honum á bassi og trumm
um høvdu ein óvanliga
respektleysan máta at ferðast
innan
tónleikagreinar,
eina løtu minti tað mest
um blús, síðan um kontri,
síðan um rokk og enntá
tung málm, alt í einum lagi.
Mugison hevur stutt sagt
onga respekt fyri reglum,
um hvussu tú skalt ljóða
ella ikki ljóða. Hetta var
fríksligt og fekk tankarnar
at leita til sovorðnar tón
listarligar úrmælingar sum
Beck Hansen. Tað er eingin
ivi um, at tey, ið ætla sær
á G! Festivalin hava nakað
heilt serligt at gleða seg til.
Hetta var fyrstu ferð, at
Norðurbryggjan tók Havne
scenen, ið flótipallurin
eitur, í nýtslu og hetta var
væl eydna, tað er ikki ringt
at ímynda sær Eivør ella
Teitur við bólki á hesum
palli, ella kanska tey bæði,
ein heitan summar dag.
Asfalt – eisini
ein sigur fyri
stríðið móti
vápnum
Amnesty International
savnaði inn 300 andlits
myndir á Asfalt, sum
partur av Control Arms
mótmælinum. Við hes
um er talið á andlitum,
ið Føroya deildin hjá
Amnesty International
hevur savnað inn, komið
upp á 1000 myndir.
Amnesty International
er í løtuni í ferð við átakið
Control Arms, ið hevur
til endamáls at fáa ein
ST-sáttmála um altjóða
vápnaeftirlit samtyktan.
Í hesum sambandi fór
Føroya deild felagsins í
samstarv við Asfalt.
Control Arms átakið er
øðrvísi enn onnur átøk,
her vera andlitsmyndir
savnaðar inn í staðin fyri
undirskriftir.
Ætlanin
er, at í minsta lagi ein
millión menniskju skulu
vísa sítt andlit til frama
fyri, at ST-sáttmálin
verður
samtyktur.
1500 av hesum andlita
myndum skulu koma
úr Føroyum. Áður hev
ur
Amnesty
savnað
myndir inn á konsert í
Margarinfabrikkini og
tá Norðoyartunnilin lat
upp. Á asfalt fara umboð
frá Amnesty at vera á
staðnum og taka myndir.
nud
Braquet
slapp við á
Cornerstone
Festivalin
Í sambandi við konsert
ferð sína í USA, luttók
Braquet í eini kapping um
at spæla á Cornerstone
Festivalinum beint utt
an fyri Chicago, sum
eitur New Band Show
case, føroyski bólkurin
megnaði at gerast numm
ar 5. Teir 16 fremstu
bólkarnir sluppu at spæla
á festivalinum.
5. plássi merkir at
Braquet
sleppur
at
spæla tvær konsertir á
festivalinum.
Kappingin varð av
gjørd
við
atkvøðum
á alnetsíðuni hjá festi
valinum. Sum vanligt
vóru føroyingar trúgvir
at stuðla sínum, og nógv
atkvøddu fyri Braquet
fyrstu tíðina, einu tíðina
lá bólkurin á fjórða
plássi, men datt síðan
spakuliga niður á 12
pláss.
nud
Eyðgunn Samuelsen formaður
í kvinnupolitisku nevndini
Anytime á Jóansøkufestivalinum
Tónlistarligur
gandakallur á
Norðurbryggjuni
Mugison er sera torførur at seta í bás
Eyðgunn Samuelsen