mikudagur 7. juni 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 107 - 7. juni 2006
Nýggjasta Outsider
Magazin, ið júst
er útkomið, telur
ikki færri enn 294
blaðsíður. Hetta er
samstundis størsta
mentanartíðarritið
útgivið á føroyskum
nakrantíð
Tíðarrit
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Nýggjasta Outsider er ein
sokallað
dupultútgáva,
har blað nr. 2 og 3 eru
savnaði í einum. Við í
blaðnum hesuferð eru
bókmentaviðgerðir, týðingar,
nýtt føroyskt upprunatilfar,
harav fleiri debutantar.
Eisini er tilfar um føroyska
myndlist og tónleik. Við
heilt fáum undantøkum er
tilfarið í Outsider hesuferð
skrivað á føroyskum
Tema: Norðurlendskar
bókmentir 2000-2006
Tema í Outsider hesuferð
er rák innan norðurlendska
samtíðarmentan og –bók
mentir. Við hesum vil rit
stjórnin gera føroyska lesaran
varugan við norðurlendska
bókmenta- og listapallin,
og eisini geva føroyskum
bókmentum høvi at gera vart
við seg kring Norðurlond.
Í temapartinum eru sam
røður við høvundar sum t.d.
Johan Harstad, ið skrivaði
bókina ”Buzz Aldrin hvor
ble det av deg i alt myldret”,
Thomas Boberg, innstillaður
til Norðurlandavirðislønina
2006 og Lone Hørslev,
kendur yngri høvundur
í Danmark og blaðstjóri.
Við eru eisini yrkjarar og
høvundar sum Einar Már
Gudmundsson úr Íslandi,
Pablo Hendrik Llambias,
høvundur og lærari á Rit
høvundaskúlanum í Dan
mark, svenski yrkjarin Sofia
Stenström, ið varð innstillað
sum ársins debutantur í
2005, finskt/svenski yrkjarin
Oscar Rossi, ið hevur fingið
fleiri virðislønir í Finlandi,
og íslendski høvundurin
Eiríkur Ørn Norðdal, ið
hevur skrivað eina skaldsøgu,
ið m.a. gongur fyri seg í
Føroyum. Harumframt eru
nógvir yngri íslendskir
yrkjarar við.
Ein niðurstøða í tema
blaðinum er, at eftir mest
sum at hava sett dagsskránna
á mentanarpallinum sein
astu 10- 15 árini, tykist
postmodernisman umsíðir
at vera avblást – bæði innan
norðurlendskar bókmentir
og av onkrum, sum annars
hevur gingið á odda í hesum
ráki i Føroyum.
Føroyskt tilfar
Outsider Magazin hevur
hesuferð sett sær fyri at
ummæla allar føroyskar
bøkur, ið komu út undan
jólum í fjør. Millum annað
hevur Bergur Rønne Moberg
drúgva viðgerð av bókini Ó
eftur Carl Johan Jensen,
umframt at Kim Simonsen
lýsir broytingar innan yrking
í dag.
Millum tey, ið hava skrivað
føroyskt upprunatilfar í
Outsider hesuferð, kunnu
nevnast Jóanes Nielsen,
Alexandur Kristiansen,
Petur Pálsson Jensen, Arn
bjørn Dalsgaard, Bergur
Rønne Moberg, Firouz
Gaini, Kim Simonsen,
Pauli Gudjónsson, Vónbjørt
V. Linjonsdóttir, Torfinn
Jákupsson, Olga Marklova,
Martin Mouritsen, Agnar
Jógvansson og onnur.
Outsider á G!
Seinni í ár fer Outsider Mag
azin saman við G! at skipa
fyri bókmentatiltøkum á
G! Festivalinum. Tað er
longu eydnast at fáa Johan
Harstad at koma framvið á
festivalinum í ár, og í løtuni
verður arbeitt við at fáa
fleiri av høvundunum, ið
eru við í Outsider Magazin
2/3, at verða við á G!
festivalinum.
Sum kunnugt hevur Out
sider Magazin í ár skipað
fyri forvitnisligari kapping
millum yrkingar skrivaðar á
sms málið. Í dómsnevndini
hava sitið Firouz Gaini, Kim
Simonsen og Petur Pólson,
ið nú eru komnir á mál í
døminingi millum nógvu
innkomnu yrkingarnar. Vinn
ararnir av kappingni verða
kunngjørdir á móttøku á
Dimmalætting leygardagin
kl 16 í sambandi við útgávuna
av Outsider Magazin 2/3.
OUTSIDER Magazin út sum dupultblað
Tvey bløð eru savnað í einum í nýggjastu útgávuni av Outsider
Magazin, ið telur ikki færri enn 294 blaðsíður