mikudagur 7. juni 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 107 - 7. juni 2006
Mikukvøldið í
farnu viku løgdu
sluppirnar báðar,
Jóhanna og Westward
Ho, til havs. Leiðin
gekk til Kirkwall í
Orknoyggjunum,
og menn fingu
høvi at uppliva
Orknoyggjarnar
og at royna sjólívið
umborð á báðum
sluppum okkara
SLUPPTÚRUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Mikukvøldið 29. juni stóðu
knappliga 30 mans í Álakeri
og gleddu seg sum smábørn.
Allir vóru teir umborð á
slupppini Westward Ho, og
klárir at mynstra.
Klokkan átta fór sluppin av
Havnini við kós ímóti Vági,
har helvtin av manningini
fór Jóhonnu, sum kom aftrat.
Síðani settu sluppirnar báðar
beina kós ímóti Kirkwall í
Orknoyggjunum.
Hans Pauli Larsen av
Oyrarbakka hevur verið við
árliga túrinum seks ferðir,
og hann gleðir seg líka
nógv hvørjaferð hann skal
avstað:
– Hvør túrur eg havi verið
á er nakað heilt serligt, og
tað ber ikki til at taka dagar
ímillum, hvør túrur nú hevur
verið tann besti. Men í ár
var tað nakað heilt serligt,
við tað at bæði Jóhanna og
Westwward Ho fóru, sigur
Hans Pauli.
Westward Ho hevur gjørt
Orknoyggjatúrin í nógv ár,
men hetta var fyrsta ferðin,
at Jóhanna var við. Men
sambært Hans Paula, so varð
túrurin bara uppaftur betri
av tí sama.
– At síggja eina slupp á
víðopum havi, tað er ein
fantastisk sjón. Og tann
møguleikan at síggja eina
aðra slupp hevur tú ikki, tá
tað bara er ein á túrinum.
Eisini samanblandingin
av norðoyingum og suður-
oyingum riggaði einastandi,
greiðir Hans Pauli Larsen
frá.
Per Skov hevur skipað fyri
slupptúrinum í fleiri ár nú,
og hann greiðir frá, at tað var
ongin trupulleiki at mannar
sluppirnar.
– Seinast vit fóru túrin
máttu vit brúka Jóhonnu,
tí Westward Ho var løgd.
Men Jóhanna tekur fleiri
mans enn Westward Ho,
og tí rendu vit okkum í ein
trupulleika tá 21 vildu sleppa
við aftur í ár og Westward
Ho bara tekur 16. Men tann
trupulleikan loystu vit at fáa
Jóhonnu við á túrin eisini, so
vit vóru tvær sluppir í staðin
fyri ein.
Ferðin gekk skjótt, lotið
var fríkst og seglini munaðu
væl. 20 tímar brúktu tey
um at koma niður millum
oyggjarnar, men so var tað,
at Jóhanna fekk motorskaða
og mátt hjálpast inn. Men á
miðdegi fríggjadag lógu
teir við bryggju i Kirkwall.
Fleiri umboð fyri lokalu
fjølmiðlarnar stóðu fyri
teimum, tá teir komu, men
henda dagin byrjaðu teir
flestu við at fáa sær eitt
hart tiltrongt brúsubað á
einum sonevndum Sailor
Sluppferð til
Orknoyggjarnar
á hvítusunnu
Á hvítusunnu vóru 38 mans við teimum báðum sluppunum, Westward Ho og Jóhonnu, á einum túri til Kirkwall, Orknoyggjar. Teir sluppu at royna sjólívið, uppliva Orknoyggjar og ikki minst at
njóta einastandi samanhalið umborð á sluppunum
Skipararnir báðir, Frants í Líðini og Niels Gullbein, práta saman