mikudagur 7. juni 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 107 - 7. juni 2006
9
Club, har teir vóru sera væl
móttiknir.
Sokkin herskip
Leygardagin skuldu Orkn-
oyggjarnar
upplivast.
Bussur varð leigaður og
vitjað var á eini Whiskey
fyritøku, Highland Park, og
á tí sonevnda Italian Chapel,
sum er bygt av italskum
krígsfangum.
Síðani gekk leiðin til Scapa
Flow, sum er ein náttúruhavn,
ið varð nógv brúkt í
ófriðartíð. Serliga minnast
nógv ta einu hendingina,
tá ein týskur kavbátur
slapp inn um girðingina í
havnina og torpederaði eitt
risa stórt skip. Skipið, sum
æt Royal Oak, sakk og 833
mans doyðu, og í øllum
hurlivasanum eydnaðist tað
týska kavbátinum at sleppa
út aftur úr havnini.
Í hesi somu havn, Scapa
Flow, var tað eisini, at
allur tann hertikni týski
herflotin í 1919 varð
søktur. Ein ørgrynna at risa
stórum skipum liggja nú
á botninum har, og í dag
er hetta eitt ferðafólkmál í
Orknoyggjunum, har siglt
verður út á støðini har
skipini liggja, og so verður
verður hugt niður á skipini
við sjókaga.
Komin á land aftur gekk
leiðin á museum, og áðrenn
teir fóru umborð aftur fingu
teir eisini møguleika at vitja
í onkrar handlar. Umborð
aftur á sluppunum var skipað
fyri grillkvøldið á dekkinum,
og seinni nýttu fleiri høvi at
fara ein túr í býin.
Dagin eftir var hvítu-
sunnudagur.
Hvalbiar-
prestur taldist millum
manningina, og varð skipað
fyri andaktsløtu umborð,
áðrenn sluppirnar báðar
aftur løgdu til havs við kós
ímóti Føroyum.
– Andaktsløtan, sum
Ólavur Rasmussen skipaði
fyri var ómetaliga hátíðarlig,
sigur Per Skov, og vísir á,
at hava andakt umborð á
túrinum áður, men tað er
nakað sum teir eru ómetaliga
glaðir fyri.
Tey, sum hava sæð skránna
fyr túrin hava uttan iva lagt
til merkis, at tað eisini
verður gjørt nógv burtur úr
matinum. Og Per Skov dylir
ikki fyri, at maturin verður
raðfestur høgt á túrinum.
– Eg eri sjálvur kokkur
á túrinum og standi fyri
innkeypinum. Og eg havi
alla tíðina lagt meg eftir at
gera góðan mat, so har er
ongin vandi fyri at nakar
klænkar á túrinum, heldur
Per Skov skemtandi fyri.
Eftir morgunmat og andakt
gekk leiðin heim til Føroyar.
Túrurin gekk væl og Jóhanna
legði at í Vági, har var
manningin eisini umskipað,
soleiðis at teir sum skuldu
norð eftir sluppu norð við
Westward Ho. Klokkan átta
annan hvítusunnudag legði
Westward Ho at í Havn.
Teir 38 á túrinum vóru
troyttir, men sera glaðir fyri
túrin – allir sum ein. Og
sambært Per og Hans Paula,
so stendur meginparturin
av somu manning klárir
at mynstra á hvítusunnu
komandi ár, tí sluppferðin
til Orknoyggjarnar er nakað
heilt serligt.
Skiparin prátar við Orkney Today, umboð fyri lokalu fjølmiðlarnar
Lagið var gott og um kvøldarnar var sungið aftur við harmonikutónum
Frá Suðuroy til Havnina var Westward Ho stúgvandi full, tí Jóhanna legði at í Vági
Jaspur Vang (h.m.) hevur verið skipari á øllum túrurin hjá
Westward Ho til Orknoyggjar