mikudagur 7. juni 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 107 - 7. juni 2006
Stórar broytingar henda á altjóða pallinum í hesi tíð.
Í Suðuramerika eru stórar rembingar, har alsamt fleiri
lond fáa vinstravend stýri. Ríka oljulandið Venzuela
ber seg at sum eitt nýtt stórveldi, ið bjóðar USA av. Í
Miðeystri hevur Iran átikið sær leiklutin sum nýggja
stórveldið har, ið eisini hevur lagt seg út við USA
serliga, og í fjareysturi royna India og Kina at leggja
seg út í kappingina við USA sum tvey komandi nýggj
heimsveldi.
Stórur spenningur er í fleiri heimspørtum, og her
er tað fyrst og fremst oljan, sum er orsøkin. Olja
merkir vald. Kina, sum uttan iva liggur fremst, tá tað
snýr seg um at geva USA kapping á altjóða pallinum,
er farið at nærkast okkara parti av heiminum. Ì
hesum døgum er landið við at fáa fótin fastan í fleiri
afrikonskum londum, og Kina hevur so eisini nógv at
bjóða tilafturskomnu londunum afturfyri at kunna fáa
fatur á teirra oljutilfeingi. Tað er ikki sørt, at søgan
endurtekur seg. Fyrr vóru tað europeisk lond, sum
fingu fótin fastan í Afrika, nú roynir Kina seg.
Kina hevur longu fingið lut í týðandi leitiloyvum
eftir olju og gass í Afrika. Afturfyri ger landið stórar
íløgur í eitt nú undirstøðukervið, sum í dag er sera
lítið úbygt. Hetta er sjálvandi sera kærkomið fyri fleiri
lond í Afrika, sum í dag hava tørv á íløgum til menning
av ymsum slag. Europa og USA hava ikki víst tann
stóra áhugan at gera íløgur í Afrika, og tí kemur tann
“hjálpandi hondin” úr Kina væl við. Ikki
minst síggja lond, sum hava einaræðisharrar, samstarvið
við Kina, sum sera kærkomið. Tí kinesisku leiðararnir
gera ikki mun á demokratium og einaveldum, tá teir
fara undir samstarv. Tað meta teir sum eitt innanhýsis
mál fyri londini. Hetta gevur einaræðisharrum frítt
spæl og kunnu teir eisini brúka oljupengarnar teir fáa
frá Kina til at keypa vápn fyri.
Kina hinvegin brúkar eisini samhandilin við Afrika
til at fáa hesi londini at stuðla sær á týðandi altjóða
leikpallum so sum ST. Ein fyritreyt fyri at Kina kann
gerast eitt heimsveldi er stuðul frá eitt nú afrikonskum
londum.
Samhandilin við Kina hevur sjálvandi stóran týdning
fyri Afrika. Men hann hevur so eisini eina slagsíðu.
Kina útflytir bíligar nýtsluvørur til londini, og tað
gongur so út yvir lokala ídnaðin og handverkið. Eisini
taka kinesarar við sær heimanífrá øll arbeiðsfólkini, tá
vegir og annað verður gjørt. Tað hevur eisini negativa
ávirkan á londini.
Samanumtikið er kinesiska innrásin í Afrika tí bæði
góð og ring fyri londini. Góð tí nýggjar íløgur verða
gjørdar í eitt nú manglandi infrastruktur, men ring,
tí at hjálpin úr Kina hvørki skapar arbeiðspláss ella
mennir heimliga ídnaðin.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Kina sum heimsveldi
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Sambandsflokkurin einasti
flokkur ið fær ein tinglim
afturat.
Tjóðveldið mist knapt
1% síðan seinastu veljara
kanning.
Tað undrar stórliga, at
nú ið ein nýggj veljarakann
ing er gjørd, ið gevur Sam
bandsflokkinum ein tinglim
afturat, so verður blást upp,
at Tjóðveldisflokkurin, ið
ongan tingsess fær afturat
er tann stóri sigurharrin í
kanningini. Enn meira undr
ar tað, tá hugsað verður
um, at Tjóðveldið hevur
mist 0,5% síðan seinastu
veljarakanning. Tað gongur
jú afturá hjá Tjóðveldinum.
Hetta minnir um mani
pulatión. Og tað er jú
tað, ið serliga leiðslan hjá
Tjóðveldinum dugir best.
Tí hugsar ein um Tjóðveld
isflokkurin hevur havt ein
fingur við í sjálvari fram
løguni.
Nú var eg ikki til sjálva
framløguna. Men tað tyk
ist, sum um blaðfólk so
dyggiliga eru tikin við
nøsini av tí ella teimum,
ið hava lagt fram. Er tað
ein ella fleiri persónar,
ið hava tilknýti til Tjóð
veldisflokkin, ið hava lagt
kanningina fram? Eg spyrji
bara.
Um blaðfólkini ikki eru
tikin við nøsini, fer ein at
spyrja seg sjálvan, um ein
støk blaðfólk eru óheft ella
íheft ávísum flokkin.
Hví eg sigi tað?
Jú, eftir seinasta løg
tingsval gjørdist Sambands
flokkurin nógv størstur í
prosentum.
Nummar
3
var Tjóðveldisflokkurin.
Tjóðveldisflokkurin var tá
útnevndur til vinnara, hóast
hann var 3 størsti flokkur.
Sambandsflokkurin, ið var
nógv tann størsti flokkurin,
var útnevndur til tapara av
valinum. Eitt sindur undar
ligt. Men – tá var hugt eftir
tingsessum - Tjóðveldi
fekk 8 ímeðan Sambandið
fekk 7 mandatir.
Nú Tjóðveldisflokkurin
stendur í stað, tá hugsað
verður um tingsessir, og
Sambandsflokkurin gerst
tann stóri vinnarin við ein
um tinglimi afturat – so
verður heilt ”elegant” skift
aftur frá tingsessum til
prosentir. Hetta skiftið
ímillum tingsessir og pro
sentir tænir so bert einum
endamáli – nevniliga man
ipulatión – til frama fyri
Tjóðveldisflokkin.
Ella er tað ikki so – blað
fólk á Sosialinum? Eg vóni
at fáa eitt svar.
Eg vóni somuleiðis, at
fremsta síða á Sosialinum
kemur við eini feitari yvir
skrift- nevniliga at Sam
bandið er vinnarin. Tí vit
vunnu ein tingsess afturat
– sum einasti flokkur á Løg
tingi.
Og til blaðfólk á Sosi
alinum: – latið tykkum
ikki misnýta av Tjóðveld
isflokkinum. Teir duga at
manipulera sum fáur.
Annars,
so
velur
umleið 4 hvør veljari eis
ini Sambandsflokkin – til
kunningar, tað vísir sama
kanning.
Sambandsflokkurin vinnarin í veljarakanning
løgtingsmaður
Marjus
Dam
Asfalt hevur einans eitt
endamál og tað er at betra
um umstøðurnar og menna
føroyska tónleikaumhvørvi,
tí harmar tað okkum, at
Beate L. Samuelsen eftir
øllum at døma hevur misskilt
tiltakið og okkara samstarv
við Miðlahúsið.
Vit settu okkum fyri, tá
vit arbeiddu við at fyrireika
tiltakið, at umráðandi var
við nógvum og góðum
samstarvsfeløgum,
sum
kundu verða við til gera
tiltakið til veruleika og
sum vildu verða við til at
slóða fyri eini menning av
føroyskum tónleiki. Hetta
eydnaðist væl og eru vit
sera takksom fyri alla ta
vælvild og tann stuðul, vit
hava fingið til tiltakið.
Tað er onki nýtt í, at tón
leikatiltøk samstarva við ein
blaðmiðil. G! Festivalurin
hevur í fleiri ár havt eina
samstarvsavtalu við Dimm
alætting, Mjús hevur eisini
gjørt samstarvsavtalu við
Dimmalætting og Asfalt
valdi at gera eina samstarvs
avtalu við Miðlahúsið.
Sosialurin bjóðaði ikki
til after-party, tað gjørdi
Asfalt. At Miðlahúsið stóð
á tí svarta armbandinum,
sum gav atgongd til after-
party, hevði sína púra nat
úrligu orsøk. Á Asfalt vóru
nemliga fýra ymisk arm
bond. Eitt hvítt, har Føroya
Banki stóð á. Eitt blátt, har
Tórshavnar Býráð stóð á.
Eitt pink, har Faroe Jet,
stóð á og eitt svart, har
Miðlahúsið stóð á.
Hesi fýra vóru høvuðs
stuðlarnar hjá Asfalt, tí
stóðu tey á hvør sínum arm
bandi, so einfalt er tað.
Vit vilja fegin takka bæði
Beatu og øllum teimum,
sum á ymiskan hátt hava
verið við til at gjørt Asfalt
til veruleika og vóna, at
bæði hon og onnur komandi
árini vilja stuðla tiltakinum,
sum hesaferð eydnaðist
stak væl.
Asfalt – púra einfalt
Yvirlýsing frá
Havnar Fram
burðsfelag
Fólkaflokkurin í Havn
Havnar
Framburðs
felag vil hervið gera
greitt, at felagi hevur
fult álit á Bjarna Djur
hom og stuðlar honum
fult. Havnar Framburðs
felag tekur ikki støðu
til sjálvt málið sum
er íkomi viðvíkjandi
Framtaksgrunninum,
ásannandi, at hetta ein
ans er ein roynd hjá
andstøðuni og mótstøð
ufólki at fella hann.
fyriskipari
Bogi
Andreasen