Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juni 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 - 7. juni 2006 11 VIÐMERKINGAR Til Marjus Dam, løgtingsmann Síggi í Dimmu, at tú skjýtur vilt í allar ættir við grovum ákærum um manipulatión í sambandi við seinastu velj­ arakanningina, sum Sos­i­al­ urin kunngjørdi í seinastu viku. Og spyrt síðani - sum ein rættur kovboyari frá "the Wild West". Blaðfólk á Sosialinum fáa toygg­ið, ein flokkur, sum einki sum helst hevur havt við nakran lut í kanningini at gjørt, verður somuleiðis lagdur undir líkt og ólíkt. Óbeinleiðis, men neyvan til at fara skeivur av, so inniber øll henda óhumskan, ið tú fært goyst burtur úr tær, at eg eigi ein týðandi leiklut í tí, tú roynir at lýsa sum eina politiska ráðagerð. Manipulatión er eitt sterkt orð, sum javnan verð­ ur brúkt um úrslit frá velj­ ar­a­kanningum, sum ikki hóv­ar politikarum. Tá ið hes­ir uppøstu politikarar síð­ani skulu svara fyri teim­ um ófantaligu skuld­set­ing­ u­num, vísir tað seg hvørja einastu ferð, at talan er um ó­umhugsað illsinnisgleps. Ill­sinn­isgleps og illgitingar, sum alt ov ofta verður gjørt til meinaleyst gerandistos í einum politiskum al­menn­ um orðaskifti. So tykist eisini at vera í hesum førinum hjá tær, Marjus Dam. Sum tú sjálvur sigur, so vart tú ikki til sjálva fram­ løg­una í Miðlahúsinum mik­u­morg­unin í farnu viku. Kortini, so ivast tú onga løtu í, at »blaðfólk so dyggiliga eru tikin við nøsina av tí ella teimum, ið hava lagt fram«. - Og síðani koma insinuatiónir­nar: Tann ella teir persónar, ið hava lagt kanningina fram, hava tilknýti til Tjóð­veld­ isflokkin, og tí verður man­ ipulerað. Blaðfólkini, sum bera hesa manipulatión víð­ ari, hava annaðhvørt ov lítið millum oyruni, ella eisini eru tey úr somu politisku skuffu. Eg má viðganga, at eg veit ikki, um eg skal flenna ella gráta, tá ið tú alment heingir blaðfólk út fyri ikki at duga at hugsa. Og samstundis fegnist eg um, at vit heilt eru givin at brúka danskt í politiskari blaðskriving, tí so verða tað vónandi ikki onnur enn føroyingar, ið verða vitni til, hvussu jánkasliga og táp­u­liga okkara fólkavaldu kunnu føra seg fram. Tað sigi eg, tí sjáldan hev­ ur nakar politikari dugað at latið seg so fullkomiliga úr, sum tú gerst í hesum førinum. Fyri at taka títt høv­uðs­ arg­ument, sum tú byrj­ ar greinina við, fyrst: Velj­a­rakanningin gevur Sam­bands­flokkinum ein ting­lim afturat og Tjó­ð­ veldisflokkinum ongan. Og tí átti yvirskriftin á fremstu síðu á Sosialinum at ver­ ið: Sambandsflokkurin vinn­arin í veljarakanning. (Sum tú sjálvur brúkar sum yvirskrift í greinini hjá tær). Hetta er makaleyst møsn. Og ikki sørt kost­ i­ligt. Tingmannabýtið á løg­t­ings­val­i­num í januar 2004 var blóðskeivt, um tal­an skuldi verið um eitt rættvíst lutfalsval. Rætt­ari hevði m.a. verið, at Tjóð­ veldisflokkurin bert fekk 7 og ikki 8 tinglimir, meðan Sambandsflokkurin átti at fingið 8 heldur enn 7. At ein talva vísir, hvussu 32 tinglimir høvdu verið býttir millum flokkarnar, UM tal­an hevði verið um eitt lutfalsligt býti, og hesi tøl standa undir liðina á tølum, ið vísa tingmannabýtið við seinasta val, kann und­ ir ongum umstøðum brúk­ ast til at tosa um, hvat ið veljarakanningin veruliga vís­ir. Ikki ber til við eini velj­ar­akanning við 1001 svar­arum at gera nakrar met­ing­ar av, hvussu eitt býti kundi follið í ein­støku valdømunum. Tí ber ikki til at siga, at Sam­bands­ flokkurin hevði farið fram í tingmannatali, um val var í dag. Sambandsflokkurin hevði tvørturímóti staðið í stað, um talan hevði verið um eitt rætt lutfalsval í 2004, með­an Tjóðveldisflokkurin var farin fram. Onkunstaðni í tínum stilla sinni veitst tú við tær sjálv­ um, at argumentatiónin er hol í høvdið. Men í staðin fyri at royna at hugsa argumentatiónina ígjøg­ num enn einaferð, so fært tú vavt teg longur inn í eina margháttliga kon­spir­ atiónsteori, har mani­pul­ atorarnir »heilt elegant« skift[a] aftur frá tingsessum til prosent. Hetta skiftið í­mill­um tingsessir og pro­ sent tænir so bert einum end­amáli - nevniliga mani­ pul­a­tión - til frama fyri Tjóð­ v­eldisflokkin.« Ella við øðr­ um orðum: Skammlopið í tín­um egna høvdi er Guð hjálpi mær úrslit av einari politiskari ráðagerð. Skilji væl, at tú við tí, tú heldur vera gløggskygni, kennir teg kallaðan at ávara tey fávitskutu blaðfólkini á Sosialinum, nú tú hevur avdúkað veruligu ætlanina við veljarakanningini: »Lat­ ið tykkum ikki misnýta av Tjóðveldisflokkinum. Teir duga at manipulera sum fáur«. Hetta er orð­a­ rætt áheitanin hjá løg­tings­ mann­inum til blaðfólkini á Sosialinum. Sig so tað, ein sannur stríðsmaður við umsorgan fyri fjøldini og fjølmiðlunum, ið skulu verja hana móti følskum profetum. Nei, álvaratos Marjus Dam. Tá ið tað stendur so illa til við evnunum at duga at lesa eina veljarakanning og tær greinir, ið koma burt­ urúr, so átti tú at ráðført teg við tann, ið umboðaði tykkum undir framløguni í Miðlahúsinum, áðrenn tú leypst eftir høvdinum á bláman. Formaðurin í Sam­ bands­flokkinum, Kaj Leo Johannesen kundi m.a. sagt tær, 1) at tað bleiv manipulerað, men at tað var ikki Tjóð­veld­ is­flokkinum til fyrimunar, tí vit høvdu togað hann úr 29 niður í 25%. Hetta slagið av manipulatión nevna vit vig­ ing. Og - tað skal eg blankt viðganga - tað er eitt slag av manipulatión, vit eru sek í við hvørja ta einastu kann­ing. Men, eftirsum tú nú billar tær inn, at tú hevur av­dúkað okkum, so skal eg senda tær rokniarkið, vit brúka til hetta slagið av tramanskapi, so tú sært hvørj­ar snildir, vit brúka, tá ið vit skulu lumpa blaðfólk og teirra lesarar. Tú fært tað um teldupost. Legg serliga til merkis, at tey tøl, sum verða koyrd inn í hetta forrit, koma skjótari út aftur sum blendandi stabbamyndir, ið kunnu ikki annað enn at fáa fólk at gapa og svølgja tær ráar. 2) at tað í grundini stend­ ur frægari til hjá Sam­ bands­flokkinum, enn al­mann­a­kunngjørdu tølini vísa. Í bólkinum, sum ikki hevur tikið støðu - ein tíggjundapartur ella iva­ leyst gott tað - eigur Sam­ bands­flokkurin fimtingin, með­an Tjóðveldisflokkurin, sum hann kappast við um fremstaplássið, ikki eig­ur meira helvtina so nógv á. Henda morgunin í Miðlahúsinum høvdu vit hetta á munni, at tað var sjáld­samt, at flokkur, ið gekk fram, eisini lá so frammalaga at kunna fáa so stóran part av teimum ivingarsomu. Meira vanligt er, at flokkar, sum ganga fram, eiga lítið á millum tey ivingarsomu, meðan teir, ið ganga aftur, eiga fleiri gamlar veljarar í hesum bólkinum. Men onk­ uns­vegna - tú fært meg ikki at siga hvussu - so eyðnast tað at forða fyri, at hetta kem­ ur fram í tí, sum verður borið al­menn­inginum. Gamaní, so nevna vit tað í tí, vit hava nevnt "kunngering" í rokniarkinum, eg havi sent tær. So hava vit ryggin frían, men vit hava handfarið hetta so hegnisliga, so tað kem­ur ikki við í sjálva talv­una, men verður fjalt í viðmerkingunum til talv­ una. Og tá ið tú blaðar víð­ ari til stabbamyndirnar, so er tað ikki komið við. Man­ i­pulatión? - Mær dámar bet­ ur, tá ið tú rósar okkum fyri "eleganta" handfaring. 3) at tað var eg, sum fekk Sosialin frá at samanbera við seinastu veljarakanning hjá Gallup frá juli í fjør. Eg greiddi formanninum hjá tær frá, hvussu eg hevði talað Eir­ik Lindenskov frá at gera hesa uppløgdu samanbering, sum tú sjálvur eftirlýsir í tíni avdúkandi grein. Men her haldi eg, at tað er frægast, at tú spyrt formannin hjá tær, tí eg havi lítlan hug at fara út í æsir við hesum í almennum blaði. - Annars so kann eg skoyta uppí, at eg hevði tvær greinir í Sosialinum, sein­ast løgtingsval var, um tað órímiliga við ver­ andi valskipan, og mælti til broytingar, tí t. d. Tjóðveldisflokkurin hevði fingið ov sterka ting­um­ boð­an. Men fólki mær so líkt, so gretti eg ikki orð um hetta í sambandi við veljarakanningina, men skifti "elegant" frá ting­sess­ um til prosent, sum tú so beinrakið vísir á. Nú tú ert so sigursælur og fullvísur í, at avdúkingin er ein ver­ u­leiki, kann eg tað sama senda tær hesar greinir til tína próvførslu. Tær verða somuleiðis sendar tær um teldupost. PS: Um okkurt er í tí, eg sendi tær, sum tú heldur vera heldur torskilt - ella kanska eitt sindur snarað í eitt óheppið borð - so ring endiliga, so vit kunnu røða nærri um hetta. Heldur tað, enn at tú gitir, áðrenn tú fert at greiða fávitskutum fjølmiðlafólki og teirri út­settu veljarafjøldini nærri frá. jm. Løgtingsmaður vinnari í at avdúka… seg sjálvan? Samfeagsfrøðingur (Undir ákæru fyri manipulatión við veljarakanningum og blaðfólki.) jógvan mørkøre Hvat merkir alvárligt? STIKA: Á trøðni hjá okk­um hevur ein stika altíð itið ein stika! Hví og hvussu man danski hegn­pelin hava trokað ta føroysku stikuna burtur? Veruleikin er so tann, at nógvir traðarmenn, knæ­ bøndur og bøndur siga hegn­peli. Onkur einstakur søl­u­maður lýsir tó við stik­um! Altso: ein stika (hon) – tvær stikur (tær)! Vit siga eisini eitt stik og at stika. ALVÀRLIGT: Onkur segði nú ein dagin, at tað er so alvárligt! Eg fann ikki orðið í orð­a­ bókini. Man tað ikki merkja: gróður, lýkka? (Nú sprettur á fold og spírar)!? Annars hevur tað verið rættiliga kølið í seinastuni. E.S.: Hví munnu før­ oyingar siga VM, tá teir tosa um ­ he­i­m­s­meist­ar­a­ kappingina í fótbólti? Við alvárligari kvøðu Á Borg á Argjum tamparaftan 2006 Hegnpeli eitur stika á føroyskum! Lærari eyðun á borg Løgmaður boðar á port­ al­inum frá, at hann ætlar ikki at skunda kanningina av landstýrismanninum í vinnumálum Bjarna Djur­ holm ígjøgnum, men at løg­frøðingarnir skulu fáa tað tíð sum er neyðug. Altavgerandi er, at løg­ mað­ur orðar ein greiðan og breiðan arbeiðsetning, og at tann, ið settur verð­ ur at standa fyri kann­ ing­ini ikki kemur úr mið­fyrisitingini, men er óheftur av politisku skipanini. Tað ringasta sum kann henda er, at ivi verður sáddur um trúvirði í kanningini. Somuleiðis kann hvørki politiska skip­anin ella Føroya fólk liva í óvissuni, um ein slík kanning skal fevna um eitt longri tíðarskeið enn 2 til 4 vikur. Kanningin av Bjarna Djurholm Løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin Kári p. højgaard Bilsni í Dómkirkjuni Meðan tiltakið As­falt leikaði leyg­ar­dagin, var eis­ini konsert í Dómkirkjuni. Sar­ ah Brendel hevði kon­sert og ein før­ oysk sangkvinna end­aði konsertina, tí vinskapur er í­kom­in millum tær báð­ar Tónleikur Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Sarah Brendel hevði frá­ líka konsert í Havnar Kirkju leygardagin. Hon sang sínar sangir og prát­ aði millum løgini, meðan tulk­ur umsetti. Góð løg og hon hevði samband við lurtararnar. Hon fegnaðist um møgu­ leik­an at spæla í Føroyum og hon fegnaðist um vøkru oyggjarnar. Men hon fegnaðist eisini um vin­skapin, sum hon hevur funn­ið í sambandinum við før­oyska sangkvinnu. Og tá konsertini leið nak­að, kunngjørdi Sarah, at hon hevði í kvittanum at spæla eini tvey løg aft­ ur­at, men at so ætlaði hon at gera fjøldina bilsna. Og tá Sarah greiddi frá nýggja vinskapinum og at Lena, ið var millum lurt­ar­ arnar, kom at leika nøkur løg, gjørdust fólk bilsin, men glað og hugtikin av søguni aftanfyri hesa hending. Lena hugtók eisini við sangi og guitara og megn­ aði at seta prikkin yvir ibókstavin við sínum inn­ slag á eisini annars frá­lík­ ari konsert. Vinskapur er íkomin millum sangfuglarnar Sarah Brendel og Lenu Myndir: Dagfinn Olsen