mikudagur 7. juni 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 107 - 7. juni 2006
VIÐMERKINGAR
Tað hevur fingið ilt í
Beate L. Samuelsen,
býráðslim Sambands
floksins í Tórshavnar
Býráð, at Miðlahúsið
hjá Sosialinum var
ein av stuðlunum til
Asfalt-tiltakið síðsta
vikuskiftið
politikkur/miðlar
Eirikur Lindenskov
Umframt at vera stuðul
hjá Asfalt, so hýsti Miðla
húsini eisini fleiri av kon
sertunum.
Niðanfyri prenta vit brot
úr greinini, sum Beate L.
Samuelsen skrivar í Dimmu
í dag. Víst verður eisini
til aftursvarið frá Asfalt,
sum stendur á Síðu 10 í
Sosialinum í dag:
Vaglið frægari
»Tá eg lat brævbjálvan
upp,
lógu
har
tvey
hvít atgongumerkir til
tónleikatiltøkini í Tórsgøtu,
umframt tvey svørt, sum vóru
til eitt "after-party" á Hotel
Føroyum leygarkvøldið.
Tað er seinna tiltakið, eg
ikki kann taka undir við.
Stutt fyri midnátt skuldi
ein bussur fara við gestum
frá Miðlahúsinum, altso
Sosialinum,
og
niðan
til
hotellið,
upplýsti
borgarstjórin
Heðin
Mortensen fyri mær.
Hetta tiltalaði meg absolutt
ikki. Tað gjørdi eg honum
eisini greitt beinanvegin.
Hevði bussurin so farið av
Vaglinum, av Skálatrøð ella
Farstøðini í staðin, hevði tað
verið eitt sindur frægari.
Men tað, sum gjørdi, at eg
settist aftur, var, at á svørtu
atgongumerkjunum
til
Hotel Føroyar stóð, saman
við búmerkinum hjá Asfalt
við ljósarari skrivt, skrivað
"Miðlahúsið". Ikki eitt orð
um Tórshavnar Býráð ella
Føroya Banka.
Tað hevði verið uppá
sítt pláss, sum býráðslimir
eisini vóru kunnaðir um, at
Sosialurin skuldi vera við
í tónleikatiltakinum, sum
Tórshavnar Býráð og Føroya
Banki hava stuðlað við
tilsamans ávikavist 175.000
kr og 150.000 kr?
Sosialistiskt
»after-party«
Hvussu
nógv
hevur
javnaðarblaðið
fíggjað
Asfalt við, so ráð vóru til
fríbillettir til ballið á Hotel
Føroyum?
Tær upphæddir, ið eg
sum býráðslimur hava verið
við til at játta til Asfalt-
verkætlanina saman við
hinum limunum, hava eina
og aleina snúð seg um eitt
frálíkt tónleikatiltak við
tí endamáli at stovna ein
grunn, einum spælistað at
frama.
Í lýsingini av málinum
um
tónleikatiltakið,
sum
vit
viðgjørdu
í
Mentanarnevndini bæði 8.
februar og so aftur 24. mai,
stendur ikki eitt einasta
orð um, at floksblaðið
hjá løgmanni, ið selt varð
blaðleiðsluni og Føroya
Tele fyri tveimum mánaðum
síðani, skuldi vera við í
verkætlanini og standa sum
sponsor av eini veitslu á Hotel
Føroyum hvítusunnuaftan.
Um eg hevði havt minstu
hóming av, at býráðið hevði
politiskar undirtónar í hesum
málinum, hevði eg ikki tikið
undir við umsóknunum til
tónleikatiltakið við teimum
upphæddum, sum søkt varð
um.«
Býráðslimur argast inn á Asfalt-stuðul
Stuðlarnir hjá Asfalt vóru:
• Tórshavnar Býráð
• Føroya Banki
• Faroe Jet
• Miðlahúsið
• Umframt at verða stuðul hjá Asfalt er Sosialurin eisini stuðul
hjá Summarfestivalinum og Jóansøkufestivalinum
• Dimmalætting er stuðul hjá G! Festivalinum og Mjús
• Beate L. Samuelsen er útbúgvin journalistur. Hon hevur
síðani 2000 verið býráðslimur fyri Sambandsflokkin
í Tórshavnar Býráð. Hon starvast sum journalistur á
Dimmalætting, har hon í nøkur ár var ábyrgdarblaðstjóri.
Hon er eisini ein av trimum høvuðspartaeigarum í P/F
Dimmalætting
FAKTA
Beate L. Samuelsen, býráðs
limur, journalistur og høv
uðspartaeigari í P/F Dimm
alætting er sera ørg um, at
Miðlahúsið var ein av stuðlu
num hjá Asfalt
Tað skal við hesum brævi
vera gjørt púra greitt,
at Blaðmannafelagið
hevur sama sjónarmið og
stuðlar tíðindadeildini hjá
Sjónvarpinum og leiðsluni
í Kringvarpi Føroya, í
sáttmálaósemjuni millum
Kringvarpið aðrumeðin og
ÍSF of FSF hinumegin.
Journalistiska frælsið
er ikki til sølu. Hvørki
í ítrótti ella í øðrum av
lívsins viðurskiftum.
Journalistikkur
er
millum mangt annað
rætturin og ábyrgdin hjá
journalistinum, til eina
og hvørja tíð sjálvur at
avgera, hvat er vert at
kasta ljós á og hvussu
hetta verður gjørt. Tað er
sjálvandi eisini galdandi í
fótbólti.
At krevja, at samrøður
við leikarar og venjarar
skulu gerast á einum
ávísum staði, við ávísar
frammanundan valdar
persónar og einans við
frammanundan umbidnum
loyvi, er fyri at siga tað bart
út eitt sera álvarsligt inntriv
í talu- og skrivifrælsi hjá
fjølmiðlunum og kann
als ikki góðtakast. Tað
er eitt grundleggjandi
journalistiskt prinsipp,
at tað er journalisturin
og eingin annar, sum
avger, hvussu søgan skal
forteljast – tað veri seg
við mikrofon, myndatóli
ella við penni. Tað eitur í
dagligari talu journalistiskt
frælsi, um nakar skuldi
verið í iva. At ganga við
til krøvini í reglugerðini
hjá FSF er ein vandamikil
glíðubreyt, ið kann enda
við, at ítróttarlig, politisk
ella fíggjarlig áhugamál
diktera, hvat hyggjarin
ella lesarin skal hava at
vita.
At ÍSF og FSF ikki vilja
virða grundleggjandi
prinsippir, sum verða
hildin høgt í øllum
vesturheiminum, er sera
óheppið og sigur mest
um ÍSF og FSF, sum
felagsskapir.
Haraftrat er reglugerðin
(sum er gjørd av FSF
aftan á, at sáttmálin
er undirskrivaður við
Kringvarpið) eitt dømi
um, at FSF als ikki
hevur skil fyri, hvussu
ítróttarmiðlar arbeiða.
Tað er hinvegin ein roynd
at geva ítróttarfeløgunum
møguleika fyri at stýra
søgunum í miðlunum og
fyri at vinna pening upp á
senditíðina hjá 3-2.
At til dømis krevja í einari
reglugerð - sum FSF
ger í hesum máli - at
sjónvarpssamrøður skulu
verða avtalaðar við felagið
framman undan dysti
og bert á einum ávísum
staði, er burtur úr vón og
viti og kann undir ongum
umstøðum góðtakast.
Journalistiska
frælsið ikki til sølu
Formaður í Føroya
Blaðmannafelag
Heini
gaard
At blokkniðurskurðurin hig
artil hevur kostað føroyska
samfelagnum tað sama sum
ein vágatunnil, ein norðoy
atunnil, ein sandoyartunnil
og at tað tó hevði verið meiri
enn ein hálv milliard eftir
til skúla- og heilsuverkið
verður ikki nevnt.
Jógvan
við
Keldu
harmast um, at politik
arar og greinskrivarar
úr høvuðsstaðnum geva
útbyggingini av undirstøðu
kervinum, eitt nú Vágatunli
num, Norðoyatunlinum og
einum komandi Sandoyar
tunli skuldina fyri, at frálæran
í fólkaskúlanum hevur ligið
vanlagnu, eldrapolitikkurin
er á skeivum spori og at
hægru skúlarnir, gransk
ingarførleikin, Fróðskapar
setrið og sosialu- og heils
uviðurskiftini í áravís hava
fingið ov lítið av peningi.
Ein millión í gjár, eina
millión í dag og eina millión
krónur í morgin
Men hví nevna Jógvan og
teir ikki blokkniðurskurðin?
Niðurskurðurin kostaði okk
um í gjár eina millión krón
ur, í dag fer hann at kosta
okkum eina millión krón
ur og í morgin aftur eina
millión krónur. Samlað
hevur niðurskurðurin hig
artil kostað føroyska sam
felagnum út við 2 milliardir
krónur.
Goldið allan Vágatunnilin,
allan Norðoyatunnilin og ætl
aða Sandoyartunnilin
Hvussu langt hevði hesin
peningur rokkið? Jú, hann
hevði rokkið at goldið Vága
tunnilin allan sum hann er,
allan Norðoyatunnilin og
allan tann ætlaða Sandoy
artunnilin. Jógvan hevði
sostatt kunnað koyrt ókeypis
gjøgnum Norðoyatunnilin.
Teldur til allar fólkaskúla
næmingar
Og framvegis hevði ein
hálv milliard krónur verið
eftir til at givið øllum fólka
skúlanæmingum hvør sína
farteldu, lærarum eftirút
búgving, nýggjar føroyskar
skúlabøkur í staðin fyri
tær 20-40 ára gomlu, teim
um gomlu sømulig kor,
hægru skúlunum betri
umstøður og gjørt sosial-
og heilsuviðurskiftini tíðar
hóskandi.
Hvat kostar Suðuroyar
tunnilin?
Og tá er ikki roknað
við einum multiplikator
virkningi, sum blokkurin
førir við sær, tá ið hall er á
fíggjarlógini, sum vit hava
havt og framvegis hava.
Sambært búskaparfrøðing
um er hann upp á uml. 2,5.
Torir nakar at rokna út,
hvussu langt blokkniður
skurðurin tá hevði rokkið?
Hvussu nógv hevði Suðuroy
artunnilin kostað?
Jógvan og teir gloyma blokkniðurskurðin!!
JOHAN
petersen
Jonna Justinussen skrivar
í Dimmalætting 26.mai,
eitt sera viðkomandi les
arabræv um sletuhundar í
Føroyum. Hon setir spurnar
tekin við hvat vit skulu við
sletuhundum í Føroyum,
og viðmerkir um allar teir
stakkals Border Collie ið
verða nýttir sum (stressaðir)
familjuhundar.
Tað ljóðar sum eitt "býtt"
hugskot, at hava sletuhund í
Føroyum - men, í Danmark
og øðrum londum, sum
ikki hava nógvan kava, fáa
sletuhundar vognar at draga
eftir seg. Hetta mugu sletu
hundaeigarar hava í huga
num, tí um hundurin ikki
verður nýttur til endamálið
hann er skaptur til, verður
tað bert ein stressaður fam
iljuhundur.
Tað skal eisini havast í
huga, at sletuhundar eru
avlaðir til sera hart veðurlag,
tí trívast teir best úti, og
skulu helst hava ein góðan
hundagarð - men, har kunnu
teir ikki "plantast". Teir hava
sera nógva orku, og hana
mugu teir sleppa av við
hvønn dag.
Vit síggja eisini sera
nógv "selskaps" hundasløg
(s. s. Chiahuahua, Mops,
Pekingesarar, King Charles
Spaniel O.l.) -hesir hundar
krevja selskap! Tað er sera
ringt fyri teir, at vera leingi
einsamallir heima, meðan
familjan er úti og arbeiðir
o.a.
Tað kann gerasr ein langur
listi yvir ymiskar "rasur", og
hvat er týdningarmikið fyri
hvørja rasu - men, um tú skalt
velja tær ein hund, fá tær nóg
mikið av upplýsingum um
hann, soleiðis at tú veist,
um tú kanst bjóða honum
tað hann er ætlaður til - og,
at hann fær nóg mikið av
motión, og ikki minst, um
rasan er "intellegent" má
hon eisini sleppa at nýta
heilan!
Upplýsingar um hundar
fáast á alnótini, í bókum
(flestu bókasøvnini eru væl
útgjørd við hundabókum),
ella til ber at venda sær til
hundafelagið, og spyrja hvør
rasa passar seg best til tín, og
tína familju.
Sletuhundar í Føroyum
Ester H.
Hansen