mikudagur 7. juni 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 107 - 7. juni 2006
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Hesir vóru konfirmantarnir, ið blivu
fermdir í Havnar kirkju sunnudagin
10. apríl 1904: Petrine Sofie Elisabeth
Hansen, Anna Kathrine Herborg Hansen,
Anna Kathrine Mouritsen, Anne Elisabeth
Juline Simonsen, Juliane Marie Sivertsen,
Christian Carl Debess, Niclas Pauli
Hansen, Ole Sofus Hansen, Valdemar
Frands Jacobsen Rein, Hjalmar Lorents
Kragesten, Jens Venningsted Mortensen
og Magnus Edvard Samuelsen, hesi vóru
øll úr Havn.
Síðani komu: Hansine Marie Sofie
Jakobsen (Koltur), Thomine Jakobine
Mathilde Jakobsen (Kaldbak), Valborg
Simonsen (Velbastaður), Albertine Lud
vigka Simonsen (Norðradalur), Niels
Johan Juel Arge (Argir), Daniel Johan
Frederik Niclasen (Velbastaður). Eisini
vóru tað tveir konfirmantar av Tvøroyri,
hesir gingu í millumskúla í Havn, teir
vóru: Peter Emil Mortensen og Edvard
Esbern Mortensen (seinnri Mitens).
Tann einasta konfirmantin vit kenna,
er hann sum stendur aftast t.v., hann
er Edvard Esbern Mortensen (Mitens)
av Tvøroyri. Sum lesararnir síggja,
er myndin ikki nakað at reypa av,
myndin er úr einum av bókunum hjá
Edvard Mitens. Um nakar veit um
upprunaligu myndina, er viðkomandi
hjartaliga vælkomin at ringja til Birgar
Johannessen á tlf. 314647 ella 214647.
Eisini fara vit at heita á lesararnar um
at hjálpa okkum við at fáa røttu nøvnini
á røttu persónarnar.
Mynd: Úr bókini »Eg minnist II«
eftir Edw. Mitens
Tórshavnar alfrøði:
Konfirmantar í apríl 1904
Tíðindaskriv
Í sambandi skógvaeskjutil
takið hjá Operation Christmas
Child er takkarskriv komið
til øll í Føroyum sum hava
verið við í hesum tiltakið og
stuðla tí á ymiskan hátt.
Heimsinnsavningin av
skógvaeskjum aftur í ár
meira enn 7 milliónir eskjur,
sum vórðu savnaðar inn í 11
londum og býttar út í meiri
enn 90 tjóðum til børn, sum
tosa fleiri enn 70 tungumál.
Gávurnar verða givnar
børnum uttan mun til etniska
bakgrund, politiska áskoðan,
trúaráskoðan og uttan krøv
til tey persónliga, familjur
ella samfelag teirra.
Franklin Graham, leiðari
av Samaritan’s Purse, segði:
“Operation Christmas Child
hevði ikki borið til uttan alla
sjálvbodnu hjálpina at pakka
eskjurnar, fíggjarligar gávur
og bøn. Vit takka tykkum
hjartaliga fyri allan stuðul
tykkara. Uttan tykkara
skógvaeskjur hetta árið
høvdu yvir eina millión
børn bert havt droymt um
eina jólagávu”.
Franklin Graham fór til
Suður Afrika saman við Bill
og Gloriu Gaither at fyrireika
eina Operation Christmas
Child Homecoming video
konsert har. Tey góvu hundr
aðtals eskjur til børn, sum
eru rakt av HIV/AIDS og
liggja á sjúkrahúsi uttan vón
um nakran kæran at vera um
tey.
Síðani
1990
hevur
Operation Christmas Child
savnað umleið 46 milliónir
skógvaeskjur og sent tær
til børn í meiri enn 120
ymiskum londum.
Operation Christmas Child:
Ein lítil gáva kann hava stóra ávirkan
Tíðindaskriv
Hugskotið aftan fyri nýggja
felagið Wheel-Kit, sum nú
fer undir at leiga GPS’arar
út til føroyingar, er at tað
skal vera bíligt at finna
hjá teimum, ið ætla sær at
ferðast í bili í Evropa. Nú
ber til at leiga sær mest
framkomnu útgerðina til at
finna veg út í hvønn krók á
meginlandinum.
Kort eru fløkjaslig at
koyra eftir. Og tú finnur
onki kort, sum bæði vísir
vegin úr Hanstholm til París
og beinir teg beint á eitt nú
Disney World ella Versaille
slottið.
Men tað gera teir nýggjastu
og bestu GPS’ararnir har
afturímóti. Tað er lætt og
einfalt at finna vegin til
býir, gøtur og adressur.
Og við GPS’aranum veitst
tú altíð við fullari vissu,
hvar tú sjálvur ert staddur.
Bæði tekstur og tala eru á
donskum.
Einasti vansi er, at
teir nýggjastu og bestu
GPS’ararnir eru dýrir at
keypa. Her er tað Wheel-
Kit kemur inn í myndina
við einum tilboði, ið sparir
kundunum nógvar túsund
krónur, ið teir so kunnu
brúka at forsøta sær túrin á
meginlandinum við. Meira
fæst at vita um kostnað við at
venda sær til Wheel-Kit. Fyri
tey, ið ferðast við Nørrönu
er serprísur, so ikki verður
goldið fyri dagarnar, ið
bilurin er umborð á ferjuni.
Tað er bil- og dekkverk
staðið Rag-Vag, ið saman
við øðrum hevur tikið stig
til at stovna Wheel-Kit. Um
undirtøkan fyri útleigu av
GPS’arum verður góð, fer
felagið at víðka tænastuna
við at leiga út takboksir,
barnastólar og køliboksir.
Hoyr nærri á tel. 595600.
Wheel-Kit:
Tað skal vera bíligt at finna