Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juni 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 - 7. juni 2006 15 UTTAN ÚR HEIMI Komandi íslendski forsætisráðharrin fær nóg mikið at takast við Ísland Árni Joensen fartekst@mail.dk Tey ótryggu búskaparútlitini í Íslandi vóru sambært eyg­ leiðarum ein orsøk til, at Halldór Ásgrímsson, for­sæt­ isráðharri, gjørdi av at fara frá, og tí er einki at ivast í, at eftirmaðurin, Geir Haarde, fær nóg mikið at takast við. Tað er heldur einki at siga til, at nógvir íslendingar eru farnir at ivast í búskapinum. Tey bæði seinastu árini hevur Seðlabankin hækkað rentuna heilar fjúirtan ferðir fyri at tálma inflasjónini. Annan hvítusunnudag kunngjørdi Standard & Poor, at tað gongur tann skeiva vegin, og dagin eftir kunngjørdi íslendska hagstovan, at hallið í samhandlinum við um­heimin er nógv størri higartil í ár enn í sama tíðar­ skeiði í fjør. Danske Bank, sum hevur havt nakrar daprar spádómar um íslendska búskapin í sein­ astuni, sigur nú, at útlitini versna skjótari nú, enn bank­ in segði fyri bara einum mánað síðani. Ein uggi hjá íslendingum er tað kanska, at Geir Haarde má sigast at vera væl egnaður til uppgávuna at venda bú­skapinum. Hann hevur verið fíggjarmálaráðharri tey seinastu sjey árini. Hann fær trupla uppgávu Geir Haarde fær sambært eygleiðarum brúk fyri sínum drúgvu royndum sum fíggjarmálaráðharri, nú hann verður forsætisráðharri Felags fyri nógvar íslendskar politikarar er, at teir eru Føroyavinir. Halldór Ásgrímsson, sum nú leggur frá sær sum forsætisráðharri og floksformaður, er einki undantak - heldur tvørturímóti Ísland Árni Joensen fartekst@mail.dk Hóast nógvir íslendingar vistu, at eitt ella ann­að fór at henda í Fram­sókn­ar­ flokkinum eftir tað vána­ liga kommunuvalið hjá flokk­inum herfyri, kom tað óvart á mong, tá formaðurin, Halldór Ásgrímsson, fyrra­ kvøldið kunngjørdi, at hann hevði gjørt av at fara frá. Ikki bara sum formaður í Framsóknarflokkinum, men eisini sum forsætisráðharri. Halldór kundi valla havt valt sær eitt meiri hóskandi stað at kunngera avgerð sína, tí hon kom eftir ein fund, sum floksleiðslan og tingmanningin hjá Fram­ sóknarflokkinum hildu á þingvøllum fyrrakvøldið. Hann segði, at valúrslitið á kommunuvalinum var ikki nóg gott, og at hann hevði gjørt av at átaka sær ábyrgd­ ina av tí, soleiðis at nýggjar kreftir kundu sleppa at royna seg eftir ársfundin hjá Framsóknarflokkinum, sum verður í heyst. Sjálvur verður hann sitandi til ta tíð. Samstundis boðaði hann frá, at hann leggur eisini frá sær sum forsætisráðharri, men at hann fer at halda fram sum altingsmaður til næsta val, sum verður aftur til várs. Nýggjur forsætisráðharri verður Geir Haarde, formaður í Sjálfstæðisflokkinum, sum higartil hevur verið utt­­anríkisráðharri. Hann og Halldór Ásgrímsson skulu nú tingast um, hvørjir ráðharrar skulu halda fram í stjórnini, og hvørjir skulu skiftast út. Royndur politikari Tað er ein maður við drúgv­ um og sera fjølbroyttum royndum, sum nú fer burtur úr íslendskum politikki. Halldór Ásgrímsson, sum er ættaður av Vopnafirði á Eysturlandinum, varð fyrstu ferð valdur í Altingið í 1974 sum tingmaður fyri Eysturlandið. Í 1979 varð hann afturvaldur har og hvørt val til 2003, tá hann gjørdi av at stilla upp í Reykjavík, har hann eisini varð valdur. Í 1994 varð hann valdur til formann í Framsóknarflokkinum. Hann gjørdist fyrstu ferð ráðharri í 1983 og fekk fiskivinnumál at umsita, og tað málsøkið umsat hann til 1991. Men hann røkti eisini onnur málsøki í hesum tíð­ ar­skeiði. Frá 1985 til 1987 var hann eisini ráðharri í norð­ur­landamálum, og hann var løgmála- og kirkju­mála­ ráðharri frá 1988 til 1989. Í 1995 varð hann vald­ur til uttanríkisráðharra, og tað embætið røkti hann til 2004, tá hann gjørdist forsætis­ráð­ harri. Hann var eisini sam­ starvsráðharri í norður­landa­ málum frá 1995 til 1999, og júst norðurlendskt samstarv hevði hansara stóra áhuga. Hann var eitt av umboðum Íslands í Norðurlandaráðnum frá 1977 til 1978, 1980 til 1983 og aftur frá 1991- 1995, tey bæði seinastu ár­ini sum formaður í mið­ flokkabólkinum í ráðnum. Sum altingsmaður hevur hann millum annað verið limur í fíggjarnevndini, uttan­ríkisnevndini og fiski­ vinnunevndini Hann hevur eisini verið formaður í nevnd­ ini í Seðlabanka Íslands. Trúgvur Føroyavinur Tað eru bert tveir mánaðir, síðani Halldór Ásgrímsson var í Føroyum og skrivaði undir Hoyvíkarsáttmálan sam­an við Jóannesi Eides­ gaard, løgmanni. – Eg kom at kenna hann í tíðliga í nítiárunum, tá hann var ráðharri og eg lands­stýrismaður í norður­ lendskum viður­skift­um, og eg fekk varhugan av, at hann var ein hóvligur og skilagóður politikari, sum gekk nógv upp í norður­lendskt samstarv, sigur løgmaður. - Halldór var ein trúgvur Føroyavinur og legði sum politikari dent á gott vinarlag við føroyingar eins og und­an­ maður hansara Dávið Odds­ son, sigur Jóannes Eides­ gaard, ið ikki væntar nakra broyting, nú Geir Haarde tekur við. Ein trúgvur vinur leggur frá sær Halldór Ásgrímsson. Í vár skrivaðu Halldór Ásgrímsson og Jóannes Eidesgaard, løgmaður, undir Hoyvíkarsáttmálan. Tá fekk løgmaður innbjóðing til at koma á almenna vitjan í Íslandi, men nú verður tað hjá øðrum verti