Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juni 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnulóggávan skal fylgja altjóða reglum fyri at styrkja føroyskar fyritøkur á út­flutnings­mark­ n­aðinum, ein sam­skipað markn­ aðarføring av før­ oysk­um vørum og tænastum uttanlands skal styrkjast, og ein íverksetaraportalur skal setast á stovn Íverksetan Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Strategibólkurin, sum ar­beiðir við visjónum um íverksetan, hevur sett sær nøkur mál, ið skulu hjálpa teimum, sum ætla sær í gongd við vinnuligt virksemi, fram á leið. Bólkurin ætlar, at visjónirnar skulu bera so langt, at Føroyar í 2015 eru ein íverksetaradepil, ið dregur fólk úr øllum heiminum til sín. – Í 2015 sleppur íverk­ setarin at fokusera upp á hugskotið og at vinna pening, tí allar forðingar skulu beinast av vegnum. Bólkurin fer eitt nú at arbeiða við 1) íverk­set­ arahugburði, 2) íverk­ set­ara­skip­anum, 3) fíggj­ ar­møgu­leik­um, 4) skatt­ lig­um viðurskiftum, 5) lógarkørmum og reglum og 6) Eini smidligari al­menn­ari fyri­siting. Hugburður og skipanir – Málið er, at Føroyar skulu mennast til at verða eitt áhugavert stað hjá virkisfýsnum fólki at byrja nýggjar vinnur. Hesi mál skulu náast við einum fjøltáttaðum út­búgvingarverki, sum skal verða ein virkin partur í at ala fram ein íverk­ setarahugburð í føroyska samfelagnum. – Tað skal loysa seg at skapa sín egna vinnuveg, tí samstundis sum íverk­ setarin tekur váða á seg, skulu útlitini til at vinna pening verða góð. Um málini við íverk­set­ ara­skipanum, sigur bólk­ urin, at virksemið við ráðgeving og íverk­setara­ netverkum skal styrkjast. – Íverksetararáðgeving skal savnast á einum staði, íverksetaranetverk skulu viðurkennast og mennast, og hesi skulu knýtast sam­ an við onnur altjóða net­ verk. Fígging og skattur Bólkurin heldur, at gjøg­ numskygd atgongd til menn­ingarfígging, sum setir krøv til íverksetaran, eigur at styrkjast. – Stuðulsskipanir til ser­ støk menningar-og mark­ naðarførsluátøk skulu styrkj­ast, og ventur- og sáð­ kapitalmarknaðurin skulu føra føroysku íverk­set­ara­ hug­skot­ini út í lívið. Karm­ ar skulu skapast fyri einum ventur-kapitalmarknaði og granskingar-og sáðkapital­ grunnum. Strategibólkurin hevur eisini sett sær fyri, at skatta­ skipanin í Føroyum verður lokkandi fyri íverksetarar. Skattligu karmarnir skulu gerast lagaligari, eins og skattligu karmarnir kring virðisbrævaoptiónir til starvs­fólk skulu gerast laga­ligari. Lógarkarmar, reglur og fyrisiting – Umsitingarligu reglurnar skulu gerast lættari og greiðari at virka undir, og minkast skal um føroyskar serreglur. Bólkurin heldur, at vinnu­lóggávan og reglur annars skulu gerast laga­ ligari fyri smærri virkir, soleiðis at hesi ikki drukna í fyrisitingarligum uppgávum. – Vinnulóggávan skal fylgja altjóða reglum fyri at styrkja føroyskar fyritøkur á útflutningsmarknaðinum. Um fyrisitingina, sigur bólkurin, at lættast skal um fyrisitingarligu byrðarnar hjá íverksetarum. – Tænastur, sum hava týdning fyri íverksetaran, skulu samskipast á einum staði. Tað merkir tó ikki, at privatar ráðgevingar­ fyritøkur ikki eisini kunnu virka úti í økjunum. Bólkurin hevur eisini sett sær sum mál, at ein íverksetara-portalur skal set­ast á stovn, eins og sam­ skipað markn­aðarføring av før­oyskum vørum og tænast­um uttanlands skal styrkj­ast. Tað var Kitty May Ellefsen, formaður í visjónsbólkinum um íverksetan, sum hevði framløguna vegna bólkin. Hon heldur, at føroyingar bæði eru kreativir og dáma væl at arbeiða. – Men stórur vandi er fyri, at tú sum íverksetari druknar í pappírsveldi og umsiting. Ljósið, sum brendi, slóknar og hugskotini fara í bláa luft, sum hon tók til Íverksetan Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Kitty May Ellefsen segði, at tá ið arbeiðsbólkurin fekk til uppgávu at seta sær mál fyri íverksetan, vóru tey í fyrsta lagi noydd at vita, hvar vit føroyingar eru staddir í dag. – Áðrenn vit seta út í kortið, hvar vit ætla okkum, er neyðugt fyrst at vita, hvar vit standa. Í hesum sambandi reisti hon spurningin, hvussu støð­­an hjá føroyskum íverk­ set­arum er í dag? Langur og tungur – Vit tosa ofta um at fáa føroyingar heim úr útlegd, tá ið tey hava verið burturi og lisið, og her heldur ar­beiðsbólkurin, at øll fólk eiga at vera vælkomin at royna sínar gávur í Føroy­ um. Hon helt, at føroyingar eru kreativir og dáma væl at arbeiða. – Innan nógvar vinnur, eitt nú sniðgeving, tónleik og KT, síggja vit kreativitetin í fólkinum, segði Kitty May. Hon segði, at nógv hug­ skot koma undan kavi, men sambært føroyskum íverk­ setarum sjálvum, er vegurin frá góðum hugskotum til veruleika bæði langur og tungur. – Tað er eingin góða mamma, sum kann lofta hug­skotunum. Hon legði dent á, at forð­ ingar mugu beinast av veg­ num, so Føroyar kunnu ger­ast ein blómandi íverk­ set­anardepil í altjóða høpi fyri 2015. Jantelógin sterk Kitty May vísti á, at jante­ lógin er sterk í Føroyum, og hon verður løgd niður í okkum longu í barnaárum. – Tú skalt jú ikki halda, at tú ert nakað sum helst, men liva eitt stilt og friðarligt lív við útbúgving og helst starvast hjá tí almenna, har pensjónin er tryggjað. Hon segði, at íverksetar­ in, sum hevur roynt at kollsiglt við sínum virki, verður stemplaður fyri lívið Visjónir fyri íverksetan Hotel Føroyar hevur seinastu tíðina verið karmur um visjónstorgini, har strategibólkarnir, sum arbeiða við visjón 2015, hava greitt frá tí, sum higartil er fest á blað. Kjak hevur eisini verið um framløgurnar Íverksetarar dru Í strategibólkinum um íverksetan, sum hevði framløgu á ”visjónstorginum” á Hotel Føroyum í síðstu viku, sita: Kitty May Ellefsen, formaður Áki Johansen Gloria Kalsø Oddbjørg Højgaard Regin W. Dalsgaard Gissur Patursson FAKTA UM BÓLKIN – Íverksetan skal røkka inn um skúlans gátt. Vit halda, at ein og hvør 9. floks næmingur eigur at duga at gera ein íløguætlan, segði Kitty May Ellefsen á visjónstorginum Mynd: Vilmund Jacobsen Nr. 107 - 7. juni 2006 16