mikudagur 7. juni 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sum ódugnaligur – ella fyri
at vera spekulantur.
– Vit kenna jú øll orðini:
”Var tað ikki hann, sum fór
av knóranum... ”
Kitty May reisti spurn
ingin, um vit ikki heldur
áttu at skift hugburð og
sagt sum Clinton: ”Tað er
líkamikið, um tú snávar.
Tað, sum hevur týdning er,
at tú klárar at reisa teg aftur,
eftir at tú hevur snávað...”
Møttir við skepsis
Hon helt, at almenna fyri
sitingin er stirvin móti
íverksetarum, sum ikki fáa
ta hjálp, teimum tørvar.
– Sambært íverksetarum
sjálvum, verða teir ofta møtt
ir við skepsis frá almennari
síðu.
Kitty May legði aftrat, at
umsitingarligu reglurnar eru
fløktar, eitt nú vinnulóggáva,
ársroknskaparlóg, parta-
og smápartafelagslóg, lóg
um vinnurekandi virki og
grannskoðaralógirnar – fyri
at nevna nakrar av trupul
leikunum.
– Lítil og eingin ráðgeving
er at heinta, og skal íverk
setarin út í býin at leita
sær hjálp hjá advokatum
ella grannskoðarum, fæst
hjálpin ikki á sama staði –
og eisini kostar hon nógvan
pening.
Hon helt, at vandin fyri,
at íverksetarin druknar í
pappírsveldi og umsiting er
stórur.
– Ljósið, sum brendi,
slóknar, og hugskotini fara
út í bláa luft, sum hon tók
til.
Um skúlans gátt
Kitty May vísti á, at OECD
allýsir íverksetan, sum
dynamisku tilgongdina, ið
er at finna búskaparligar
møguleikar, og á hesum
grundarlagi at menna, fram
leiða og selja vørur og tæn
astur.
– Tann størsta uppgávan
hjá okkum er at fáa allar
forðingar av vegnum, legði
hon aftrat.
Formaðurin í visjónsbólk
inum fyri íverksetan helt,
at íverksetan skal røkka inn
um skúlans gátt.
– Vit halda, at ein og
hvør 9. floks næmingur
eigur at duga at gera ein
íløguætlan.
Hon legði dent á, at vit
eiga at seta individið, sum
hon tók til, í sentrum.
– Vit skulu gleðast, tá
ið tað eydnast hjá onkrum
– og at hesi vinna pening.
Gamalt orðatak sigur, at
tá ið tað regnar á prest,
dryppar tað á dekn. Tað skal
loysa seg at skapa sín egna
vinnuveg, tí samstundis
sum íverksetarin tekur váða
á seg, skulu útlitini til at
vinna pening vera góð.
Ráðgeving og netverk
Eitt av málunum, sum
bólkurin skjýtir upp, er, at
íverksetararáðgeving verð
ur savnað á einum staði,
soleiðis at íverksetarin
kann venda sær til ein stovn
og fáa ta leiðbeining, hann
hevur brúk fyri.
Eitt annað, sum eisini hev
ur víst seg at hava stóran
týdning úti í heimi fyri
trivnaðin hjá íverksetarum,
er, at netverk verða skapt.
– Tað vísir seg at rigga
væl, at ein ráðharri ella – í
okkara føri – landsstýris
maður er umboðsmaður fyri
netverkini, soleiðis at hesi
verða viðurkend og knýtt
saman við altjóða netverk,
segði Kitty May Ellefsen,
formaður í visjónsbólkinum
fyri íverksetan.
Meira um
íverksetan
Á næstu síðunum fara
vit at fylgja einum parti
av tí kjaki, sum var í
kjalarvørrinum á fram
løguni um íverksetan á
Hotel Føroyum.
Tað var strategibólk
urin fyri íverksetan, sum
hevði hesa framløgu. Síð
an var kjak um evnið, har
eitt nú politikarar, fak
felagsumboð, áhugafeløg
og embætisfólk høvdu
høvi at vera við og gera
viðmerkingar.
ukna í pappírsveldi og umsiting
– Íverksetari, sum hevur kollsiglt við sínum virki,
verður stemplaður fyri lívið sum ódugnaligur – ella
fyri at vera spekulantur. Vit eiga heldur at siga sum
Clinton: ”Tað, sum hevur týdning, um tú snávar,
er, at tú klárar at reisa teg aftur.. ” segði Kitty May
Ellefsen, formaður í strategibólkinum fyri íverksetan
Mynd: Vilmund Jacobsen
17
Nr. 107 - 7. juni 2006