mikudagur 7. juni 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vit fara á hesum
báðum síðunum at
taka aftur í aftur ein
part av tí, sum kom
fram, tá ið Kitty May
Ellefsen, formaður í
strategibólkinum fyri
íverksetan, var liðug
við sína framløgu.
Sjálv framløgan
verður viðgjørd á
báðum síðunum
undan hesari í
blaðnum í dag
Íverksetan
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Jóhan Páll Joensen, vinnu
lívsmaður, helt, at tað at
vera íverksetari ikki er nak
að, tú lærir. Tað er meira
viðføtt. Hann helt tó, at
stuðlast kann uppundir
íverksetan.
– Vit kunnu stuðla fjøl
broytni, sum hann tók til.
Vinnulívsmaðurin helt, at
tað eru stór – og umráðandi
– mál, sum strategibólkurin
fyri íverksetan hevur sett
sær.
Hann ásannaði, at vit eru
ikki øll eins.
– Ert tú á sjónum, sært
tú, áðrenn ein maður byrjar
at arbeiða umborð á skipi,
hvør dugur verður í honum.
Tað eru teir, sum bjóða
seg fram – teir, sum rætta
hondina fram og ikki halda
seg aftur, sum vilja nakað.
Jóhan Páll helt, at eins
og heimini eiga at gera tað,
eigur skúlin eisini at uppala
ein hugburð.
– Vit eiga at leggja tað
besta niður í ungdómin, og
vit eiga at menna ungdómin,
segði hann.
Skúlaverkið
Formaðurin í Føroya Lær
arafelag, Magnus Tausen,
vísti á, at allir næmingarnir,
sum ganga í fólkaskúlanum,
til seinast skulu ígjøgnum
sama nálareyga – og hareftir
er útbúgvingin lagað.
Hann helt, at lærarar
sjálvandi kunnu læra nógv
av vinnulívinum við at seta
sær spurningin, hvat tað
er, sum vinnulívsfólk duga
betri enn lærarar.
Hann helt ikki, at allir
lærarar eru eins.
– Vit hava nógvar ym
iskar lærarar, og tað vísir
seg eisini, at lærarar kunnu
brúkast
nógvastaðni
í
samfelagnum – og summir
koma so aftur í lærarastarv.
Hann helt, at skúlaverkið
eigur at seta sær spurningin,
hvussu læraraútbúgvingin
kann tillagast, soleiðis at
íverksetanin er við.
– Eg veit ikki, um tú
kanst læra til íverksetara
– ella um hetta bara er
viðføtt.
Magnus Tausen sóknað
ist annars eftir eini íverk
setaramentan innan tað
almenna.
Jóannes
Ejdesgaard,
løgmaður, sum eisini er
útbúgvin lærari, helt ikki,
at allir lærarar eru eins.
– Nei, tað eru teir ikki,
legði hann dent á.
Løgmaður vísti aftur til
tíðina í Føroyum, tá ið ein
lærari ofta var um næm
ingarnar í gomlu bygda
skúlunum.
– Jú, tað er so vist, at ein
lærari kundi avrikað nógv
og leggja nógv gott niður í
børnini, segði hann.
Áki Johansen, sum er
limur í strategibólkinum,
helt, at umhvørvi eisini kann
gera ein til íverksetara.
– Hetta er ikki bara við
føtt, legði hann aftrat.
Aftur á lunnin
Óli Breckmann, løgtings
maður, helt, at skúlin aft
ur eigur at framala íverk
setanarhugin í næming
unum.
– Læraraútbúgvingin hev
ur ikki havt til endamáls, at
næmingarnir skulu fáa egg
undan hønuni. Útbúgvingin
hevur í staðin havt til
endamáls at sleppa inn í
tað almenna.
Løgtingsmaðurin
helt
fyri, at sildberarnir mugu
gerast fleiri í samfelagnum,
sum hann tók til.
– Skúlin eigur í øllum
stigum at fortelja næming
unum, at vit liva ikki bara
av føstum lønum – og av
at umfordeila. Vit eiga at
hava virðing fyri teimum,
sum seta bátarnar á lunnin,
segði Óli Breckmann.
Kitty May vísti til stutt
leikar á orðini hjá onkrum
klókum høvdi, sum hev
ur sagt, at ert tú ikki
kommunistur sum ungur,
hevur tú einki hjarta – og
ert tú ikki spekulantur
sum gamal, hevur tú einki
høvd.
Føroyar og jantelóg
Í síni framløgu helt Kitty
May fyri, at jantelógin trív
Nr. 107 - 7. juni 2006
18
Strategibólkurin,
sum hevur orð
að visjónina um
føroyska arbeiðs
marknaðin í 2015,
er komin til ta niður
støðu, at vit skulu
hava ein rúmligan,
vælvirkandi, menn
andi og tryggan
arbeiðsmarknað,
har tað er lætt
at bjóða fram og
fáa kvalifiseraða
arbeiðsmegi
Visjón 2015
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Málini, sum strategibólk
urin hevur orðað fyri
framtíðar føroyska arbeiðs
marknaðin, eru hesi:
• tann rúmligi arbeiðs
marknaðurin
• tann vælvirkandi
arbeiðsmarknaðurin
• tann mennandi
arbeiðsmarknaðurin
• tann tryggi arbeiðs
marknaðurin
• lætt at bjóða fram
og fáa kvalifiseraða
arbeiðsmegi
Bólkurin sigur, at yvir
skipaða málið soleiðis er, at
rúm skal verða fyri øllum
á arbeiðsmarknaðinum.
– Øll skulu hava møgu
leika fyri einum virknum
arbeiðslívi,
og
eingin
skal vera fyri mismuni
á
arbeiðsmarknaðinum
vegna skerdan arbeiðsfør
leika ella onnur persónlig
viðurskifti.
Vælvirkandi
Málið, sum strategibólk
urin hevur sett sær, er
ein vælvirkandi arbeiðs
marknaður, har arbeiðs
marknaðarlóggáva
og
arbeiðsmarknaðarskipanir
samvirka,
soleiðis
at
ósemjur og trætumál á
arbeiðsmarknaðinum
verða loyst skjótt og væl.
– Allar arbeiðsmarkn
aðarlógir skulu dagførast
og gerast tíðarhóskandi,
sigur bólkurin.
Lagt verður aftrat, at
ósemjur og sáttmálabrot
skulu loysast í eini rættar
skipan, og her verður víst
á, at sáttmáli um fastan
gerðarrætt er gjørdur mill
um partarnar á arbeiðs
marknaðinum.
Samfelagslig áhugamál
skulu havast í huga.
Lívslong læra
Yvirskipaða málið fyri
tann mennandi arbeiðs
marknaðin er ”lívslong
læra”, sum bólkurin tekur
til.
– Øll, sum í størri ella
minni mun eru knýtt at
arbeiðsmarknaðinum,
verða partur av eini før
leikamenningarskipan. Á
henda hátt hava hesi altíð
møguleika fyri at økja
um førleikar sínar. Hetta
hevur samstundis við sær,
at fakliga flytiførið, sum
tað verður nevnt, eisini
verður økt.
Málið er, at arbeiðstøka
arbeiðsmegin skal hava
møguleika fyri at før
leikamenna seg, eitt nú
við skeiðum og stytri
útbúgvingum.
Serligur
dentur skal leggjast á før
leikamenning av teimum
ófaklærdu.
Við í visjónsætlanunum
er eisini, at framhaldandi
eftirútbúgvingarskipanir
skulu
skipast,
soleið
is at málið um førleika
menningartilboð til øll
– uttan mun til starv ella
bústað – kann røkkast.
Tryggur marknaður
Her er yvirskipaða málið
at seta í verk persónligar
eftirlønarskipanir,
sum
samvirka við fólkapen
sjónina og samhaldsføstu
pensjónina.
– Til tess at tryggja
fíggjarligt lívsgrundarlag
í pensjónsaldri, skulu øll,
sum eru á arbeiðsmarkn
aðinum, gjalda í eina
alment góðkenda eftirløn
arskipan.
Her ger visjónsbólkurin
vart við, at hetta er ein
fyribilsorðing, og at semja
ikki er fingin um endaligu
orðingina enn.
– Samfelagið hevur evstu
ábyrgdina av, at øllum er
tryggjað lívsgrundarlag
við pensjónsaldri, sigur
bólkurin.
Kvalifiserað
arbeiðsmegi
Strategibólkurin
sigur,
at allir meinbogar fyri at
bjóða fram og fáa kvali
fiseraða arbeiðsmegi skulu
beinast av vegnum, bæði
tá ið talan er um arbeiði í
Føroyum og arbeiði uttan
lands.
– Føroyar skulu verða
ein
arbeiðsmarknaður.
Samferðslukervið
skal
verða væl útbygt, ferða
kostnaðurin millum heim
og arbeiðspláss skal verða
lítil, og bústaðar-og barna
ansingarmøguleikarnir
skulu verða góðir um alt
landið.
Bólkurin hevur sett sær
sum mál, at tað skal verða
lætt hjá føroyingum at
bjóða fram sína arbeiðs
megi uttanlands.
– Útbúgvingarkrøv og
útbúgvingarstandardir
eins og løggildingar skulu
verða í samsvari við
krøvini aðrastaðni.
Strategibólkurin leggur
aftrat, at um nóg mikið
av kvalifiseraðari arbeiðs
megi ikki er tøk í Føroyum,
skal tað gerast lætt hjá
arbeiðsgevara at fáa neyð
uga útlendska arbeiðsmegi
til tað tíðarskeið, sum
tørvur er á.
Stuðlið fjølbroyt
– Ert tú á sjónum, sært tú, áðrenn ein maður byrjar at arbeiða umborð á skipi, hvør dugur
verður í honum. Tað eru teir, sum bjóða seg fram – teir, sum rætta hondina fram og ikki halda
seg aftur, sum vilja nakað, segði Jóhan Páll Joensen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Visjón um føroyska
arbeiðsmarknaðin
– Øll, sum í størri ella minni mun eru knýtt at arbeiðs
marknaðinum, verða partur av eini førleikamenningarskipan,
sum ger tað møguligt hjá arbeiðsfólki at økja um sínar
førleikar, sigur strategibólkurin fyri arbeiðsmarknaðin