mikudagur 7. juni 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 107 - 7. juni 2006
19
ist væl í føroyska fólkin
um.
Kaj Leo Johannesen, løg
tingsmaður, helt tó ikki, at
íverksetarar leggja so nógv
í jantelógina. Tí eru tey
íverksetarar, sum hann tók
til.
Løgtingsmaðurin helt, at
samfelagið eigur at ”dyrka”
íverksetarar.
– Býrt tú í danskari komm
unu og hevur eitt hugskot,
renna tey aftan á tær. Einki
er ómøguligt. Hetta sært tú
ikki í Føroyum, tó kanska
eitt sindur í Eysturoy.
Kitty May helt tað vera
ótrúligt og ógvuliga flott,
sum hon tók til, at vit
hóast alt hava so nógvar
íverksetarar í Føroyum.
Hon helt, at í framhalds
skúlum átti tað at verið líka
so viðkomandi, at næm
ingarnir duga at gera eina
íløguætlan sum tað at duga
geografi.
Stuðul til uppstart
Rodmundur Nielsen, borg
arstjóri, helt, at kommunum
eigur at verða heimilað
at veita íverksetarum ein
”uppstart” – og bara ein
uppstart, sum hann tók til.
– Í dag hava vit ikki heim
ild til nakað sum helst, sum
líkist hesum, og neyðugt er
at broyta kommunulógina,
um slíkt skal gerast, segði
hann.
Løgmaður var samdur
við Rodmundi og helt hug
skotið um stuðul til ígongd
setan vera gott.
Oddbjørg Højgaard, sum
eisini er í strategibólkinum,
helt, at samstarvið mill
um vinnulívið og myndug
leikarnar er ov vánaligt.
Gissur Patursson er eisini
við í strategibólkinum,
og hann var samdur við
Oddbjørg.
Gissur helt fyri, at eing
in politikari hevur gjørt
sær greitt, hvussu høgar
forðingarnar hjá íverkset
arum í veruleikanum eru.
– Sum vinnurekandi helt
eg, at mvg’ið var nakað
volapyk, tá ið tað kom. Hví
skuldu vit gjalda mvg, tá ið
vit kortini skuldu fáa tað
aftur, spurdi Oddbjørg.
Hon helt, at ein íverk
setari náttúrliga setir sær
spurningin, hví viðkomandi
er íverksetari, tá ið hann
ella hon ikki duga toll-og
mvg-lógir.
– Tað má vera soleiðis,
at íverksetarar, sum biðja
um hjálp, fáa ta hjálp, teir
hava fyri neyðini, segði
Oddbjørg Højgaard, sum í
sínari tíð legði lunnar undir
Dekostovuna.
Savnað ráðgeving
Í framløguni hjá strategi
bólkinum,
segði
Kitty
May Ellefsen, at íverkset
araráðgeving skal savnast á
einum staði.
Kári P. Højgaard, løg
tingsmaður, segði seg ivast
í, um hetta nú er rætti veg
urin at ganga.
– Verður ráðgevingin
savnað á einum staði, vita
vit, hvar hon kemur at
liggja.
Helst hevur Kári hugsað
um Sp/f Virkisráðgevingina
í Saltangará, tá ið hann
setti spurnartekin við mið
savnan.
Hann segði seg ikki
dugað at síggja nakað
skeivt við, at ráðgevingin
”møtir” íverksetaranum úti
í økinum.
Bjarni Djurholm, lands
stýrismaður, segði, at ætl
an landsstýrisins er, at
Menningarstovan skal verða
almenna ”snúningspunktið”
í hesi ráðgeving, har íverk
setarin skal kunna fáa allar
teir upplýsingar, sum hann
ella hon hevur brúk fyri.
– Men hetta forðar tó ikki
øðrum í at veita ráðgeving,
legði hann aftrat.
Ymiskar fyritreytir
Gloria Kalsø, sum eisini
er við í strategibólkinum,
víst á, hvussu ymiskt fólk
kunnu verða møtt við sínum
hugskotum.
– Tað er lættari hjá einum
fyrrverandi
rokskipara,
sum Jóhan Páll Joensen, at
fara til ein fíggingarstovn
og siga, at hann hevur eitt
hugskot - enn tað er hjá
einum, sum kemur við sín
um ”glatta” andliti, sum
Gloria tók til.
Hon vísti á, at sama er við
einum manni sum Tórbirni
Jacobsen, sum hevur røtur
í vinnulívi – ella Kaj Leo
Johannesen, sum hevði
Birgir Danielsen, sála, sum
sín lærumeistara.
– Vit eiga at lyfta í felag,
so váðin ikki verður so
stórur.
Gloria Kalsø segði seg
vænta, at onkur føroysk fyri
tøka fer at tjena rættiliga
nógvan pening um eini 10
ár ella so.
– Kanska verður hetta
innan KT-vinnu, legði hon
aftrat.
tni – og vit stuðla íverksetarum
– Vit hava nógvar ymiskar lærarar, og tað vísir seg eisini,
at lærarar kunnu brúkast nógvastaðni í samfelagnum.
Eg veit ikki, um tú kanst læra til íverksetara – ella um
hetta bara er viðføtt, segði Magnus Tausen, formaður í
Føroya Lærarafelag. Hann setti eisini spurningin, hvussu
læraraútbúgvingin kann tillagast, soleiðis at íverksetanin
er við