mikudagur 7. juni 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ber okkum til at
venda aftur á slóðina
og megna at halda
okkum til setningin,
vit seta okkum
sjálvum, ivist eg ikki
í, at vit megna at
handfara vinnuligu
støðuna hjá einum
lítlum, fjarskotnum
landi í Atlantshavi við
egnari mentan, egnari
samfelagsskipan,
egnum máli og smá
50.000 borgarum
uttan at dúva uppá
hepni og høgar fiska
prísir, sum koma
av tilvild. At hetta
ikki verður gjørt
uttan nógv arbeiði
er ein onnur søk.
Spurningurin er,
um vit megna at
lyfta í felag skrivar
Signar Heinesen í
Vinnusíðukronikkini
í dag
Vinnusíðu
kronikkin
Landsstýrið hevur viðgjørt
Visión 2015 saman við
ymiskum pørtum av sam
felagnum, har nakrir av
strategibólkunum
løgdu
fram sínar visiónir (sum
eisini liggja á alnótini).
Borgarstjórin í Runavíkar
kommunu hevur givið til
kennar, at kommunurnar
áttu ikki at verið so skerdar,
sum lógin í dag fyriskrivar,
í sambandi við teirra leiklut
í vinnulívinum.
Sjónarmiðið er áhugavert
á ymiskan hátt. Í fyrsta
lagi er tað spurningurin
um studning, sum aftur
hómast onkustaðni í havs
brúnni. Í øðrum lagi er
tað spurningurin um leik
lutin hjá kommununum
samanhildið við leiklutin
hjá landinum. Í triðja lagi
er tað spurningurin um
infrastruktur
i
breiðari
merking.
Studningur og vinna
Í sambandi við spurningin
um studning til vinnuna
er trupult at finna eina
javnvág, sum í praksis vísir
seg at vera langtíðarhaldbar.
Øðrumegin eru uppgávur,
sum felagsskapurin (t.e.
land ella kommunur) mest
skynsamt røkir og hinu
megin eru uppgávur, sum
tað einstaka virkið ella
ein felagsskapur av virkj
um røkja. Men markið
millum hesar uppgávur er
ikki so knívskarpt, sum
vit stundum vilja gera tað
til. Og tað vendir kanska
ikki heilt tann vegin, sum
vit mangan rokna við. Í
veruleikanum er tað ein av
mest týðandi uppgávunum
hjá leiðsluni í einum virki,
sum ynskir at menna, at
vekta, um tað ynskir at fara
inn í eina studningsskipan
ella tað metir, at hetta ikki
er nøkur gongd leið.
Ein trupulleiki er, at tað
ikki ber til at fokusera allar
krefturnar frægast møguligt
uppá sjálvt tað vinnuliga
prosjektið, har studningur er
íblandaður. Orsøkin er tann
sjálvsagda, at studningurin
hevur eitt endamál, og
tað endamálið skal eisini
røkjast (t.d. við kravi um
fleiri partar og mangan í
fleiri londum eisini). Ein
annar trupulleiki er, at tær
upphæddir, vit vanliga tosa
um í studningi, eru so smáar
samanborið við tørvin, at
tað ikki ber til at vinna
framá. Tá ið leiðslan metir
um nyttuna av studningi, er
tað ikki einfalt at rokna allar
útreiðslur við, tí studningur
krevur bæði eina umsókn,
eina
umsóknarviðgerð,
eina risiko fyri ikki at
fáa studningin og í flestu
førum eisini eina røð av
uppgávum, sum ikki eru
til frama fyri sjálvt pro
sjektið, men einans tæna
studningsskipanini
(t.d.
eftirlit) og í summum
førum eru beinleiðis til
bága fyri prosjektið (t.d.
tá ið endamálini hjá studn
ingsskipanini ikki sam
svara strategisku krøvun
um hjá virkinum). Er pro
sjektið hinvegin av einum
slíkum slag, at tað er
meira ein felags uppgáva
enn uppgávan hjá einum
einstøkum virki, er natúrligt
at ein partur av fíggingini
er stuðul. Eitt vanligt dømi
er gransking, sum liggur á
markinum millum ítøkiliga
nyttu og almenna nyttu.
Ein tann størsti vansin
við studningi er tann hug
burður, sum studningur
skapar innan vinnuna – ser
liga innan kapitalkervið,
men
eisini
innan
tær
fyritøkur, sum hava sett sær
mennandi mál. Sagt eitt
sindur bonskt, so er skjótt at
fáa eina sandkassamentan,
sum
ongan
møguleika
hevur at gera seg galdandi
á altjóða pallinum. Hava
vit ein studningshugburð í
sjálvari vinnuni, megna vit
ikki at uppbyggja mátar at
arbeiða uppá, sum styðja
eina
menningarprosess
á sama hátt, sum privati
ognarrætturin, veðsetingar
skipanir,
rentuskipanir
o.s.fr., ger vanligar ídn
aðaríløgur møguligar. So
sjálvsagdar hesar skipanir
eru til vanligar ídnaðar
íløgur, eins nógv skortar tað
uppá skipanir, sum handfara
váðan og ognarrættin í
sambandi við slíkar vinn
ur, sum gerast alt størri
partur av framburðinum í
vesturheiminum.
Tá ið hetta er sagt, eri
eg tó ikki ein teirra, sum
tulkar hvørja tænastu ein
fær frá eini vælvirkandi
almennari skipan, sum eitt
studningstrøll. Heldur man
at kalla eitthvørt prosjekt
kenna sviðan av einhvørjari
almennari skipan, sum
gjørdist ein kleppur um
beinið á ein ella annan hátt,
um tað eru trupulleikar
hjá medarbeiðarum, trupul
leikar við loyvum, almenn
um tilfari, trupulleikum
millum persónar ella ein
heil skipan er komin í
tungan politiskan sjógv.
Leiklutur hjá
kommunum og landi
Ein kann skjótt gerast samd
ur við formannin í Runa
víkar kommunu í tí, at øll
vinnulig initiativ verða
tikin í eini kommunu og at
væl tey flestu verða tikin í
einum ella øðrum samstarvi
við kommununa á staðnum.
Líta vit eitt sindur aftureftir,
aftur í seinnu helvt av farnu
øld – og brúka vit burturúr
nýggjastu leiðslulæruni at
meta eftir – ber til at siga,
at mangir av teim avgerandi
leiðsluleiklutunum,
sum
skulu virka í mennandi
(strategiskum) virksemi,
virkaðu ígjøgnum kommun
urnar tá. Hetta er helst
eisini ein týðandi orsøk til
ógvusligu framgongdina
í samfelagnum hesi árini.
Kommunurnar gjørdu eitt
samskipað avrik møguligt.
Tað bar til at samskipa
kreftur, sum tann einstaki,
tey lokalu átøkini og tað,
sum landið legði í eina upp
gávu.
Vit kunnu hava ymiskar
meiningar um hesi árini
millum 1950 og 1990, men
tað ættarliðið, sum situr
við ábyrgdini í dag sleppur
illa undan tí veruleika, at
okkara tilverugrundarlag
var bygt upp hesi árini, og
vit hava ikki megnað at lagt
nevnivert afturat tey seinastu
10-15 árini. Heldur hava
vit tømt tæguna í mongum
førum. Ein týðandi liður
í hesi gongd er, at tann
mest týðandi leikluturin
hjá kommununi, nevniliga
tann at samskipa lokalar og
felags kreftur, hevur ikki
verið viðgjørdur yvirhøvur
í sambandi við spurningin
um kommunubygnað.
Infrastrukturur í
breiðari merking
Vit tosa vanliga um tvey
sløg av infrastrukturi. Annar
er sosiali infrastruktururin,
har serliga skúlaverkið
er hornasteinurin, men
eisini almannaverkið er
partur av sosiala infra
strukturinum. Hin er fys
iski infrastruktururin, har
serliga vegir, havnir, jarn
breytir, flogvallir, el og
tele eru grundarsteinar.
Hesi bæði meginsløgini
av infrastrukturi eru sjálvt
grundarlagið undir ídnaðar
menningini síðani miðjuna
av 1800-talinum.
Nú
vitanarsamfelagið,
dreymasamfelagið, skap
andi samfelagið er á okk
um, er tørvur á einum øðr
um meginslagi av infrastruk
turi. Heitið, sum gerst alt
vanligari og sum stavar frá
einastaðni fyrst í nýtitalinum
er “vitanarinfrastrukturur”.
Har tann sosiali infrastruk
tururin er grundarlagið undir
virkseminum hjá tí einstaka,
er fysiski infrastruktururin
grundarlagið undir mekani
seringini. Vitanarinfrastruk
tururin er grundarlagið undir
tí, vit á fremmandum máli
nevna “proaktiv leiðsla”.
Hetta hugtak snýr seg í
høvuðsheitum um at taka
ítøkiligar avgerðir á eina
hugsaða framtíðarstøðu hjá
fleiri pørtum. Hóast hendan
framtíð einans er hugsað –
og tí rættiliga óviss – er hon
ikki tilvildarlig. Hendan
hugsaða framtíðin er úrslit
eftir tí arbeiði, vit nevna
“analysa av áhugamálum”
– hvussu kann okkara virk
semi gera nyttu og fyri
hvørjar partar? Hvørjir
partar skulu viðurkenna
okkara virksemi og geva
sítt íkast? Hvørjir partar
vilja
ikki
viðurkenna
tað, og hvussu vilja hesir
partar røkja sína uppgávu?
Proaktiv leiðsla er at hava
eina rættiliga greiða fatan
av flestu týðandi smálutum
á tí vøllinum, virksemið
skal leika á og taka ítøki
ligar
avgerðir
grundað
á hesa óvissu vitan. Eins
og vit ikki kunnu hugsa
okkum ídnaðarmenningina
uttan mekanisering, ber
illa til at hugsa sær eina
vitanartreytaða menning
uttan proaktiva leiðslu.
Eins og í sambandi við tann
sosiala infrastrukturin og
tann fysiska infrastrukturin
hevur tað almenna ein
altavgerandi leiklut í vit
anarinfrastrukturinum. Men
heilt hvussu er ilt at meta
um í dag. Tað almenna tekur
sær at kalla einsamalt av tí
sosiala infrastrukturinum,
men tað er í høvuðsheitum
tað privata, sum gjaldar
tann fysiska infrastrukturin
ígjøgnum
nýtslugjøld.
Roynt hevur verið at privati
sera partar av vegakervinum,
elkervinum, telekervinum,
jarnbreytafeløgum
o.a.,
men tað tykist ikki vera
heilt einfalt – og kanska er
onkur orsøk til tað.
Vit hava fleiri orsøkir til
at meta, at Føroyar hava
ein rættiliga einastandandi
møguleika til at byggja
eitt operationelt hugtak
um
vitanarinfrastruktur,
sum í praksis kann gerast
eitt avgerandi amboð at
lyfta Føroyar upp aftur
úr kyksendi við. Spurn
ingurin um leiklutin hjá
kommununum er ein partur
av einum slíkum amboði.
Visión 2015 og
framtíðin
Tað arbeiðið, sum løgmað
ur blásti í lúður fyri í ólav
søkurøðu síni 2005, hevur
fingið ymisk skoðsmál
millum manna. Vit kunnu
vera so ymisk á máli um,
hvat skal gerast fyrst og
hvussu hetta skal gerast.
Uttan mun til, hvar ein setur
skjøtil á eina uppgávu, eru
hópin av sjónarmiðjum og
uppgávum, sum ikki verða
viðgjørd í fyrstuni. Hóast
nógv av tí, sum higartil er
komið fram, í strategiskum
høpi
fær
frámerkini
“paradeformuleringer”,
“pseudoprosjekt” og “rent
flop”, eri eg ikki í iva um,
at eisini tann byrjan, sum
løgmaður hevur valt, hevur
ein møguleika at eydnast.
Orsøkin til, at strategiska
skoðsmálið ikki er frægari,
liggur í tí natúrliga, at vit
eru eitt “siðbundið” sam
felag, sum í øldir hevur
tillagað seg givnum náttúru
umstøðum frægast møgu
ligt. Tí er eingin orsøk at
gerast skakkur um, at tær
fyrstu meldingarnar eru
siðbundnar og strategiskt
beinleysar. Men hóast hesin
hugburður ikki ber á mál,
er hetta tó eitt stað at seta
skjøtil á. Høvuðsorsøkin til
Tað almenna og vinnulív
Signar P.
Heinesen
– Sjónarmiðini, sum borgarstjórin í Runavíkar kommunu legði
fram nú um dagarnar, eru ein ábending um, at fólk eru farin
at hugsa seg um og stinga fingurin í jørðina og hugsa reint
praktiskt – hvat skal til, fyri at samansjóva krefturnar? Skrivar
Signar Heinesen
20
Nr. 107 - 7. juni 2006