mikudagur 7. juni 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
at eg meti, at prosjektið
hevur ein møguleika at
eydnast, er heilt einfalt, at
vit vita í dag, hvat skal
til. Uppgávan er at fáa
hesa vitan inn í tann rætta
samanhangin og fáa bygt
hendan førleikan inn í allar
liðir í samfelagnum, har
avgerðir – smáar sum stórar
– verða tiknar. Prosessin er
somikið opin, at tað eigur
at vera møguligt.
Sjónarmiðini,
sum
borgarstjórin í Runavíkar
kommunu
legði
fram
nú um dagarnar, eru ein
ábending um, at fólk eru
farin at hugsa seg um og
stinga fingurin í jørðina og
hugsa reint praktiskt – hvat
skal til, fyri at samansjóva
krefturnar? Hvat skal til,
fyri at gera eitt samskipað
avrik møguligt? Hvat ger
munin millum “okkum”
og “hini”? Hvat skal til
fyri at tilverugrundarlagið
á hesum klettum – her,
sum vit búleikast – kann
mennast? Hvussu fáa vit
initiativ og møguleikar til
høldar í tí ítøkiliga førinum?
Hetta er sjálvur kjarnin í
allari strategiskari hugsan
og strategiskari leiðslu, um
vit brúka fremmand orð um
tað, ella vit brúka vanligar
føroyskar orðingar.
Ber
okkum
til
at
venda aftur á slóðina og
megna at halda okkum til
setningin, vit seta okkum
sjálvum, ivist eg ikki í,
at vit megna at handfara
vinnuligu støðuna hjá ein
um lítlum, fjarskotnum
landi í Atlantshavi við
egnari mentan, egnari sam
felagsskipan, egnum máli
og smá 50.000 borgarum
uttan at dúva uppá hepni
og høgar fiskaprísir, sum
koma av tilvild.
At hetta ikki verður gjørt
uttan nógv arbeiði er ein
onnur søk. Spurningurin er,
um vit megna at lyfta í
felag.
– Vit hava fleiri orsøkir til at meta, at Føroyar hava ein rættiliga einastandandi møguleika til at byggja eitt operationelt hugtak
um vitanarinfrastruktur, sum í praksis kann gerast eitt avgerandi amboð at lyfta Føroyar upp aftur úr kyksendi við. Spurningurin
um leiklutin hjá kommununum er ein partur av einum slíkum amboði skrivar Signar Heinesen
Vika 23 2006
Marknaðarrák
Fríggjadagin fingu vit
eina ábending um, at
búskaparvøksturin í USA
kann fara at slakka av frá
teimum 3,6%, búskapurin
er vaksin við seinasta árið.
Tá varð arbeiðsmarknaðar
frágreiðingin fyri mai mán
aða kunngjørd. Hetta er
ein frágreiðing, sum kemur
hvønn mánaða, og sum vísir
hvussu nógv nýggj størv eru
komin seinasta mánaðan,
umframt arbeiðstíð og
vøkstur
í
tímalønum.
Hendan frágreiðingin gev
ur eina góða meting av
búskaparstøðuni í USA.
170.000 nýggj størv vóru
væntað, men tað komu einans
70.000. Lønarvøksturin
var eisini væl minni enn
væntað. USA stendur fyri
umleið helvtini av samlaða
heimsbúskapinum. Sostatt
ávirkar tað, sum hendir í
USA, vanliga eisini parta
brøv og lánsbrøv á okkara
leiðum. Tó lækkaðu norrøn
partabrøv sera lítið av
kunngerðini hesuferð.
Lánsbrøv støðug
Lánsbrøv hava aftur verið
friðarlig hesa farnu vikuna.
Danska 10ára rentan hevur
sveiggjað millum 3,91%
4,03%, og hon endaði á
3,97%. Hóast hesa lítlu
rentuhækkingina vænta vit,
at renturnar fara at lækka
nakað komandi vikuna.
Hetta hevur kursvinning
við sær.
Partabrøv sveiggja
Partabrøv eru enn við at
finna seg til rættis eftir stóru
lækkingina í mai.
Sammett við fyri einari
viku síðan, eru norðurlendsk
partabrøv mest sum á
sama stigi. Tó hava parta
brævamarknaðirnir sveiggj
að rættiliga nógv seinastu
tvær vikurnar. Kaupthing
metir, at sveiggini fara at
halda fram hesa komandi
vikuna, meðan marknaðirnir
koma fyri seg.
Hesa vikuna
Hósdagin verður rentufundur
í evropiska miðbankanum,
ECB. Væntandi verður rent
an hækkað 0,25% til 2,75%.
Íleggjarar vænta, at Trichet á
tíðindafundinum fer at leggja
dent á vandan fyri øktum
prísvøkstri, og at hann ikki
metir, at rentuhækkingin
tálmar búskaparvøkstrinum.
Um okkurt ikki verður sum
væntað, ávirkar tað virðis
brævakursirnar.
USA slakkar av
!. $ Þ
).¥. Ù 2$ !- ! (!)$ Ù¥.[ !. (Ù.
!. !. $ ~ 2Ú.¥!.[
Nr. 107 - 7. juni 2006
21