mikudagur 7. juni 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nýggja føroyska
flogfelagið Faroe
Copter fer í næstum
undir virksemi
sítt í føroysku frá
landavinnuni. Felagið
fer eftir øllum at
døma at verða partur
av stóru og spennandi
boriverkætlanini
á landgrunninum
í næsta mánaða.
Felagið hevur longu
sett føroyskar flog
skiparar í starv og
miðjar ímóti uppá
longri sikt at hava 15
fólk í arbeiði
Flogvinna
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Enn eitt føroyskt flogfelag
hevur sæð dagsins ljós. Tal
an er um FaroeCopter, sum
er dótturfelag hjá danska
tyrlufelagnum DanCopter,
ið arbeiðir í frálandavinnuni
í Norðsjónum. Sambart stjór
anum í DanCopter, Susanne
Lastein, fer føroyska felagið
uppá sikt at hava eini 15
fólk í arbeiði, tað verið seg
flogskiparar, mekanikarar
o.o. Higartil hava tey so
sett nøkur fólk, eitt nú tveir
flogskiparar, sum búgva í
Føroyum.
Felagið hevur lagt boð inn
uppá at flyta oljuarbeiðarar
millum boripall og flog
havnina í Vágum, tá Stat
oil samtak fer at bora í
summar. Sosialurin skilur,
at tað enn eru samráðingar
millum Statoil-samtakið og
tyrlufeløg um flutningin.
Umframt
FaroeCopter hevur eisini
Atlantic Airways bjóðað
sær til at taka sær av flutn
inginum.
Talan er um tveir ymiskar
sáttmálar. Annar fevnir um
flutning millum boripall og
land, meðan hin sáttmálin
er ”Search and Rescue”,
tvs. at hava tyrlu standandi
klára, um okkurt óhapp
skuldi hent í sambandi við
boriverkætlanina.
Susanne Lastein, stjóri í
DanCopter sigur, at tey eru
í samráðingum við Statoil
og roknar hon við, at ein
sáttmáli er komin undir
land innan fjúrtan dagar
ella so. – Enn hava vit ikki
undirskrivað ein sáttmála,
men vit hava so vónir um,
at hetta verður gjørt í næstu
framtíð sigur hon. Sum
skilst er møguleiki fyri, at
arbeiðið verður lutað sund
ur til bæði FaroeCopter og
Atlantic Airways.
– Vit trúgva, at vit fáa
henda
sáttmálan,
men
skuldi tað hent, at hann
gleppur okkum av hondum,
so hava vit møguleika at
brúka flogskipararnar og
onnur hjá FaroeCopter aðra
staðni. Arbeitt verður við
at finna høli í Føroyum
og verða tey tikin í brúk
so skjótt ein sáttmáli er
undirskrivaður.
Kapping skapar
arbeiðspláss
– Er møguleiki fyri, at tit
fáa ein sáttmála saman við
Atlantic Airways.
– Tað skuldi borið til,
men so verður talan um
tveir ymsar sáttmálar, t.d.
ein fyri flutning av fólki
og ein fyri SAR, trygdina.
Okkara kjarnuøki er flutn
ingur offshore.
Ein møguleiki er so, at
FaroeCopter fer at standa
á odda fyri flutninginum
millum pall og flogvøll og
Atlantic Airways at standa
fyri
trygdarpartinum.
Susanne Lastein sigur, at
tað enn er ov tíðliga at
siga við vissu, hvussu hetta
fer at taka seg út. Men
hon ivast onga løtu í, at
tað eigur at vera pláss fyri
bæði teimum og Atlantic
Airways og nevnir í hesum
sambandi, at tað er sera
gott og sunt við kapping
og vísir til gongdina í
Esbjerg, har tað fyrr bert
var eitt tyrlufelag, nevniliga
Canadian Helicopters, men
síðani DanCopters kom inn
í myndina í 2002, hevur
hetta verið við til at skapa
nógv nýggj arbeiðspláss.
Í byrjanini var eitt sindur
av ónøgd við hesa nýggju
støðuna, men tað skuldi
vísa seg at vera best fyri
allar partar sigur Susanne
Lastein.
Susanne Lastein sigur, at
um FaroeCopter fær lut í
sáttmálanum, so fara tey
at seta fleiri føroyingar í
starv. Tá talan er um arbeiði
á landi og trygd, so verður
einans talan um føroyingar,
sum kenna til viðurskiftini
í Vágum. Tey hava í løt
uni tríggjar føroyskar flog
skiparar og eisini fleiri
aðrar flogskiparar, mekan
ikarar oo., sum áður hava
virkað í flúgving uppá
Føroyar og sum tí kenna
viðurskiftini væl. – Um so
er at vit megna at menna
marknaðin
í
Føroyum,
verður grundarlag fyri at
seta fleiri fólk í fast starv,
men hetta ber sjálvandi
ikki til her og nú, har ein
møguligur sáttmáli bara
fevnir um arbeiði í nakrar
mánaðir. Men Susanne
Lastein leggur tó dent á, at
ein uppgáva sum henda at
røkja flutningin til boripall
á landgrunninum í summar,
kann vera lopfjølin til at
menna føroyska dótturfelag
ið, soleiðis at flogskiparar
t.d. kunnu vera til arbeiðis
í Norðsjónum, tá einki
arbeiði er í Føroyum. Uppá
longri sikt, um olja verður
funnin, hvat hon vónar, so
verður brúk fyri nógvum
tyrlum til frálandavinnuna í
framtíðini.
FaroeCopter við í føroysku
frálanda vinnuni
Fingið
flúgviloyvi
Tað eru nøkur ár síðani,
at umboð fyri DanCopter
vitjaðu hjá Bjarna Djur
holm í Tinganesi og
løgdu inn eina umsókn
um
góðkenning
at
kunna flúgva í Føroy
um. Orsøkin var tann,
at felagið hevur flog
skiparar, sum eru vanir
at flúgva uppá Føroyar,
og tað er so fyri at
kunna troyta hesa vitan
og royndir, at felagið
hevur sett út í kortið
eina ætlan um at vera
partur av føroysku frá
landavinnuni. Sum part
ur av hesi verkætlan
var eitt føroyskt felag
stovnað í fjør. Tað er
FaroeCopter, sum síðani
hevur latið umsókn inn at
flyta fólk millum boripall
og land í summar. Felag
ið hevur eina tyrlu til
endamálið. Tyrlan er
fronsk
av
slagnum
Dauphen M3, eisini kend
sum AF365M3. Hon
kann taka 11 fólk men
vanliga flyta tey 8 fólk.
Susanne Lastein sigur, at
tey hava ikki tørv á størri
tyrlu, nú tað ikki er so
langt at flúgva. Talan er
um einar 80 fjórðingar
úr landi til Brugduna,
sum boristaðið á land
grunninum eitur.
Ein av tyrlunum hjá DanCopter til uppgávu í Norðsjónum
Susanne Lastein, stjóri í
DanCopter
Tað verður møguliga henda
tyrlan, sum fer at flyta
oljuarbeiðarar millum
boripall og Vágar í summar
Mynd DanCopter
22
Nr. 107 - 7. juni 2006