mikudagur 7. juni 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Magni Arge, stjóri:
-Vit eru nøgd, um so
er, at vit fáa okkara
part av sáttmálanum í
sambandi við flutning
og trygd, tá Statoil
fer at bora í næsta
mánað. Og tað liggur
so longu í kortunum
Flogvinna
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Atlantic Airways verður
uttan iva ein av aktørunum,
tá Statoil í næstum fer at
luta út flúgviuppgávur í sam
bandi við komandi boring á
landgrunninum í summar.
Hóast sáttmáli enn ikki er
undirskrivaður, so liggur í
kortunum, at uppgávurnar
verða býttar millum tvey
feløg, Atlantic Airways og
FaroeCopter.
– Vit koma helst at hava
ein part av flúgvingini
út á boripallin, umframt
”Search and Rescue” og
fara síðani eisini at hava
ein lutvísan leiklut sum
backup sigur Magni Arge,
sum er sera væl nøgdur við
uppleggið til sáttmála.
Statoil, sum er fyristøðu
felag, hevur eftir øllum at
døma lagt seg eftir at skula
brúka tríggjar tyrlur, eina
til flutning, eina til SAR,
sum er trygdarparturin og
eina til backup. Vit hava
bara tvær tyrlur, so tað,
sum liggur í kortunum vit
skulu røkja, svarar til tað,
sum vit orka.
Magni Arge dylur ikki
fyri, at teir eru sera fegnir
um, at teir eisini vera við
í sjálvari flúgvingini út á
boripallin. Helst verður tað
so, at Atlantic flýgur út til
boripallin tann eina dagin
og eru so backup hinar dag
arnar.
Hóast Atlantic Airways
hevur royndir við offshore
flutningi, so verður hetta
fyrstu ferð, at felagið fær
ein fastan sáttmála at flúgva
oljufólk millum floghavn
og boripall. Higartil hevur
Atlantic mest flogið fólk
til og frá seismikkskipum.
Men tey hava so eisini av
og á flogið fólk millum
pallar og land. Tá Atlantic
fyrr hevur fingið sáttmálar
í offshoreflutningi, hevur
felagið m.a. brúkt tyrlur hjá
Bristow Helicopters.
Stjórin í Atlantic er eftir
øllum at døma nøgdur
við tær samráðingar, sum
hava verið og tey útlit,
sum liggja fyri framman:
– Vit halda eina komandi
avtalu við Statoil saman
við FaroeCopters vera eina
góða samanseting, og eg
ivist ikki í, at vit fáa eitt
gott samstarv við Statoil
eisini.
– Og tað er pláss fyri
bæði Atlantic Airways og
FaroeCopters í føroysku
frálandavinnuni!
– Hesaferð ja.
– Verður olja funnin, verð
ur so ikki brúk fyri fleiri
aktørum?
– Um olja verður funnin
í Føroyum, so verða tað
nógvir, sum vilja sleppa
framat.
Atlantic við
til at flyta
oljufólk
í summar
Tyrlan hjá Atlantsflogi
til arbeiðis í bretsku
frálandavinnuni
Mynd Atlantic Airways
Hjá Atlantic Airways fáa tey støðugt fleiri royndir at flúgva við oljufólki
Magni Arge, stjóri í Atlantic
Airways: – Hóast sáttmáli
ikki er undirskrivaður enn, so
er eg nøgdur við uppskot til
sáttmála við Statoil
Nr. 107 - 7. juni 2006
23