mikudagur 7. juni 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 107 - 7. juni 2006
Elspa Mørkøre og
Kári Jóannesarson
eru bæði úr
Syðrugøtu. Tey
eru hóast unga
aldurin vald til
ársins svimjarar í
Føroyum. Sandurin
í Syðrugøtu hevur
givið teimum sjógv
í blóðið, og tí hava
tey altíð havt hug
at svimjingini. Tey
hava bæði mál um at
gerast yrkissvimjarar
uttanlands, men
tey fara ongantíð
at gloyma teirra
uppruna
UNGIR SVIMJARAR
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Elspa Mørkøre og Kári
Jóannesarson eru vald til
ársins svimjarar hjá ávikavist
kvinnum og monnum í ár.
Hetta er eitt satt bragd av
ungu svimjarunum, sum
bæði búgva í Syðrugøtu.
Elspa Mørkøre er 14
ár, og hon eigur føroyska
metið í 200 metrar rygg.
Hon gongur í 8. flokki, og
tí kanst tú av sonnum siga,
at hon hevur síni bestu ár
frammanfyri seg.
Kári Jóannesarson er 16
ár. Hann eigur føroyska
metið í 100 metrar rygg.
Hann gongur í 10. flokki, og
eftir summarfrítíðina kundi
hann hugsað sær at farið til
Danmarkar í skúla.
Uppvaksin við
svimjing
Undirritaði hittir Elspu og
Kára við benkurnar beint við
sandin í Syðrugøtu. Bæði
eru sera fryntlig og løtt at
tosa við. Eg leggi merki
til, at teirra kropsbygnaður
er, sum hann eigur at
vera hjá svimjarum. Tey
eru herðabreið og væl
trimmað.
Vit ganga eftir sandinum,
meðan vit tosa. Tey eru bæði
uppvaksin í Syðrugøtu, og
tey hava nýtt nógva tíð á
sandinum.
– Um summarið plaga vit at
svimja í sjónum. Ofta svimja
vit frá keiiini eystanfyri og
inn til sandin, sigur Kári.
Spurd um sjógvurin ikki er
sera kaldur, svarar Elspa:
– Jú, men tú venur teg skjótt
við tað. Vit plaga ofta at byrja
við at vassa eitt sindur. Tá ið
vit so eru komin somikið út,
at sjógvurin kemur upp til
miðjuna, kava vit. Tú lærir
at bíta kuldan í teg.
Tey eru bæði vaksin upp
við svimjing: Foreldrini
hava stuðlað teimum sera
væl við svimjingini, og
tað ger sjálvandi hugin
betri. Tey byrjaðu bæði í
svimjifelagnum Skeggjar.
Men fyri nøkrum árum síðani
hevði felagið ein steðg, tá ið
tað ongan venjara fekk. Tá
fóru tey til FS í Fuglafirði.
– Skeggjar er virkið aftur,
men nú verður denturin mest
lagdur á tey yngru, so vit
læra meira í FS, sigur Kári.
Elspa greiðir frá, at sum
ungur svimjari svimmur
tú allar greinir. Sum tú
gerst eldri, velur tú tað
svimjigreinina, sum tú ert
best til, og venur einans
hana. Elspa og Kári svimja
bæði rygg. Elspa svimur
eisini eitt sindur crawl og
eitt sindur blandað. Kári
svimur eitt sindur langteina
crawl eisini.
Venja 20 - 30 tímar
Kári og Elspa venja sera
nógv.
– Tú mást allatíðina vera í
bestu venjing, tá ið tú svimur.
Vit venja 20-30 tímar um
vikuna, so tað er næstan
sum eitt fulltíðarstarv, sigur
Kári.
Umframt svimjingina
ganga tey bæði í Fuglafjarðar
skúla. Kári gongur í 10.
flokki, so hann er mestsum
liðugur við skúlan. Elspa
gongur í 8. flokki. Um
morgunin, áðrenn tey fara í
skúla, hava tey eina venjing.
Onkuntíð er hon klokkan 5
og onkuntíð klokkan 6. Tey
venja inntil klokkan 7.30, og
so fara tey í skúla. Aftaná
skúlatíð hava tey so aftur
eina venjing.
– Onkuntíð havi eg verið
so útlúgvaður av venjingini,
at eg eri farin beina leið í
song, tá ið eg komi heim
klokkan 20.
Undirritaði dugir ikki at
ímynda sær, at tey hava tíð
til nakað annað frítíðarítriv
ella vinir. Men tey brúka tað
tíð, sum tey hava, saman við
vinunum hjá sær.
– Tá ið tú venur so hart,
so mást tú siga nei til okkurt
annað. Tí hava vit ikki so
nógva tíð til vinir og annað.
Tað er eitt val, sum tú mást
taka, sigur Elspa.
Kári hevur spælt fótbolt
sum ungur, og har var hann
heldur ikki heilt eiðasørur.
Hann var til onkra venjing
við ungdómslandsliðnum,
so evnini sum fótbóltspælari
eru eisini góð. Men so breyt
hann óstbeinið, og tí gavst
hann.
– Svimjing hevur altíð
verið nummar eitt hjá mær,
og nú venja vit somikið
nógv, at eg havi ikki tíð til
fótbóltin eisini, sigur Kári.
Stórur heiður at verða
ársins svimjari
Tað er eyðsýnt, at tað
eru
tvey
búgvin
og
málrættað ung fólk, sum
ganga á Gøtusandi henda
góðveðursdag. Tey hava
viljan og treystið, sum krevst
av einum yrkissvimjara.
Teirra dreymur er at gerast
yrkissvimjarar. Bæði hava
tey vunnið størsta heiður
í føroyskari svimjing, so
nú gongur leiðin út um
landoddarnar.
Hóast málini eru høg og
sjálvsálitið er gott, so eru
tey bæði sera jarðbundin og
veruleikanær. Tey vita, at tað
krevst sera nógv til at gerast
yrkissvimjari, og tí vilja tey
eisini hava eina útbúgving.
Kári ætlar sær á tekniska
skúla í Danmark og at síðani
taka eina handverksliga
útbúgving. Elspa ætlar eisini
at læra til okkurt, men hon
veit ikki rættiliga enn, hvat
tað skal verða.
Elspa fekk heiðurin sum
ársins svimjari hjá kvinnum
í ár, meðan Kári varð valdur
sum ársins svimjari hjá
monnum. Hetta var ein stórur
sigur hjá svimjifelagnum
FS, sum eigur báðar
svimjarnar. Eisini eru tað
nógv fólk úr Syðrugøtu,
sum eru sera errin av hesum.
Men høvuðspersónarnir
sjálvir eru eisini ernir av
heiðurinum.
– Hetta er helst størsti
heiður, sum tú kanst fáa
sum svimjari í Føroyum.
Elspa hevur so fingið ein
størri heiður, tá ið hon fekk
heiðurin at hava framt ársins
ítróttarbragd, sigur Kári og
smílist yvir á Elspu.
– Tá ið tú hevur vunnið
heiðurin
sum
ársins
svimjari, tá ert tú komin so
langt tú kanst í Føroyum. Tí
hava vit brúk fyri nýggjum
avbjóðingum nú, siga tey
bæði samd.
– Vit svimja vanliga
eftir tíðum, so vit kappast
allatíðina um at betra tíðina.
Annars er kappingin ikki so
stór. Tað, sum fær teg at
stríðast, er, at tú kanst betra
um tína egnu tíð og kanska
fáa føroyskt met.
Kári ætlar sær til eina
norðurlendska
svimji-
kapping, tá ið hann fer
niður. Har kann hann koma
at royna seg millum tey
bestu í norðurlondum. Elspa
hevur sum mál at gerast
heimsmeistari í svimjing
ein dag.
– Eg veit, at tað er eitt
sera høgt mál, men uttan
høg mál og trúgv uppá teg
sjálva, kemur tú ongan veg,
sigur Elspa.
Lokal
Tá ið meginparturin av teirra
lívi snýr seg um svimjing,
so kann ein kanska hugsa,
at tey einki annað hava at
ganga uppí. Men tey sita
ikki og hyggja at svimjing
allan dagin.
– Eg kenni teir kendastu
altjóða svimjararnar, men eg
kenni ikki nógvar. Onkuntíð
hyggi eg at svimjing í
sjónvarpinum, men tað er
ikki ofta, sigur Elspa.
Spurd um, hvørjar kenslur
tey hava fyri heimbygdini
og Gøtusandi, siga tey, at
tey eru sera lokal. Tey eru
stolt av bygdini og tí, sum
íbúgvarnir hava útrættað.
Gøtufólk eru kend fyri at
klára seg væl í vinnulívinum,
fótbólti, tónleiki og svimjing.
Hetta er alt nakað, sum tey
eru stolt av, og tey fara
altíð at kalla seg Gøtufólk
við stórum S frammanfyri
- hetta nevniliga tí at tey eru
úr Syðrugøtu. Gøtusandur er
síðstu árini vorðin karmur
um G! Festivalin, og hetta
fegnast tey eisini um.
– Tað er ein kulur festivalur,
og tað er stuttligt at síggja so
nógv fólk á Gøtusandi, sigur
Kári.
Eftir samrøðuna fara vit
hvør til sítt. Undirritaði
gongur
móti
bilinum,
meðan Elspa og Kári ganga
niðan í bygdina berføtt. Við
krossvegnum siga tey bæði
farvæl við hvønn annan og
fara hvør sín veg. Vit fara
uttan iva at hoyra meira um
Elspu Mørkøre og Kára
Jóannesarson í framtíðini.
Gøtusandur uppalt Føroya
Kári Jóannesarson og Elspa Mørkøre eru errin av at vera úr
Syðrugøtu. Tey eru uppvaksin við sandin, og tað hevur eggjað
teirra hug til svimjing
Mynd: Jens Kr. Vang
Kári og Elspa er vald
til ársins svimjarar í
Føroyum í ár. Nú gongur
leiðin til Danmarkar
og størri kappingar. Tey
hava bæði ein dreym um
at gerast yrkissvimjarar.
Mynd Jens Kr. Vang