Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-07, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juni 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 107 - 7. juni 2006 UTTAN ÚR HEIMI Stutt sagt Tveir fyrrverandi løgreglu­ menn í New York hava fingið lív­langa fongsulsrevsing fyri at hava framt átta morð fyri mafiuna, með­an teir ar­beiddu sum løg­reglumenn. Undir kann­ingunum kom løg­reglan eisini eftir, at teir høvdu fingið fasta løn frá mafiuni, samstundis sum teir fingu løn sum løgreglumenn. Sam­­b. ákæruritinum fingu teir 4.000 dollarar í part um mánaðin frá mafi­uni og 65.000 dollarar fyri eitt morð. Sambært dóminum myrdu tann 54 ára gamli Louis Eppolito og tann 64 ára gamli Stephen Cara­cappa tvey fólk í tíðar­skeiðinum frá 1986 til 1990, meðan teir lótu mafiuna fáa hini seks, sum síðani vórðu fyri­ beind. Umframt morð og medvirkan til morð vórðu teir báðir eisini dømdir fyri burturflytingar og rús­ evnahandil. Louis Eppolito og Steph­en Caracappa vóru sera nógv avhildnir sum løg­reglumenn, til teir fóru frá við eftirløn í níti­ár­unum, og teir vórðu heiðr­aðir fleiri ferðir. Men dómarin í rættinum í New York helt lítið um teir og avrik teirra. – Hetta eru ivaleyst tey ringastu brotsverkini, sum hesin dómstólurin nakr­ antíð hevur viðgjørt, segði Jack Weinstein, dómari, áðr­ enn hann dømdi teir báðar lívlangt fongsul. Løgreglumenn hjálptu mafiuni Hóast Avstralia hevur sent fleiri hundrað hermenn til Eystur-Timor, heldur ófrið­urin har fram, skriva tíðindastovurnar. Í gjár var sera ófriðarligt í høvuðsstaðnum Dili, sum er har norðuri í landinum, og umleið 2.000 fólk gingu mótmælisgongu utt­ an fyri tinghúsið, har tey kravdu, at Mari Alkatiri, for­ sætisráðharri, verður koyrd­ ur frá, og at fólkið stuðlar Xanana Gusmao, forseta. Aðrastaðni settu fólk eld á, og fleiri handlar vórðu rændir, skrivar AP. Minst 30 fólk hava latið lív í ófriðinum í Eystur- Timor, sum kyknaði í síðsta mánað, og fólk í túsundatali eru flýdd frá húsi og heimi. Nógv teirra eru nú í tjaldlegum, sum ST hevur sett upp uttan fyri Dili, og har standa avstr­alskir hermenn á varð­ haldi. Eingin friður Eitt altjóða lið av gransk­ ar­um hevur funnið eina ov­urstóra lægd á Antarktis, og granskararnir eru ikki í iva um, at lægdin stavar frá ein­um rúmdarsteini, sum hev­ur rakt Jørðina eina ferð í tíð­ini. Lægdin er 480 kilometr­ ar í tvørmát, og tí halda gransk­ararnir, at hesin rúmd­­arsteinurin hevur ver­ ið næstan tíggju ferðir størri enn tann, sum út­­rudd­aði dinoseurarnar fyri 250 mió. árum síð­­ani. Eingin veit, hvat tann rúmdarsteinurin rakti Jørðina, men hildið verður, at lægdin eftir hann hevur verið einar 50 kilometrar í tvørmát. Higartil hava granskarar hildið, at ein 180 kilo­metr­ ar breið lægd í Meksi­ko er størsta sár­ið, sum Jørðin hevur fing­ið eftir samanstoyt við ein rúmdarstein. Tann „nýggja“ lægdin á An­t­­­arktis bleiv funnin í sam­starvi við amerikonsku rúmd­ar­ umsitingina NASA, tí tað vóru serútgjørdir fylg­isveinar hjá NASA, sum funnu hana, skrivar Aften­posten. Ovurstór lægd á Antarktis Í Kili eru skúlanæmingar og studentar sera mis­nøgd við, at landsins skúla­skip­ an er tann sama sum undir einaræðinum hjá Augusto Pinochet, og fyrradagin vóru umleið ein millión ungfólk í verk­falli. Í høvuðsstaðnum Santiago endaði tað við sam­ anbrestum ímillum ung­fólk­ ini og løgregluna, og minst 269 fólk vórðu tikin. 24 løgreglumenn fingu skaða. Eygleiðarar í Santiago siga, at mótmælini eru ein álvarssom avbjóðing hjá tí sosialistiska forsætis­ráð­­­­harranum, Michelle Bac­­helet, sum tók við fyri trim­­­um mánaðum síðani. Sjón­­­varpsmyndir hava eis­ini víst, at løgreglan er farin illa við teimum ungu mót­mæl­is­ fólkunum, og tað hevur fingið fólk at min­n­ast tað, sum hendi und­ir einaræðinum, skrivar Reuter. Tey ungu eru serliga mis­­­ nøgd við, at stjórnin rað­festir skúlaverkið alt ov aftarlaga við tí úrsliti, at tað er alt ov stórur munur á almennum og privatum skúlum. Stjórnin hevur lovað at játta skúlaverkinum 200 mió. doll. afturat, men tey ungu siga, at tað munar ov lítið. Misnøgdir skúlanæmingar Misnøgd, øði og strongd kunnu fáa hermenn at bróta allar reglur, sum galda í kríggi, og summir doyva kenslurnar við rúsevnum USA Árni Joensen fartekst@mail.dk Tað eru misnøgd, øði og strongd, sum fáa teir am­ erikonsku hermenninar í Irak at leypa framav, og tí frætta vit tíðindi um, at teir hava skotið óvápnað sivil­fólk. Seinast varð ein deild hjá herinum løgd undir at hava skotið 24 fólk í býnum Haditha, og kona ein av her­monnunum í deildini er ikki í iva. – Deildin hevur trupulleikar við rúsevnum og rúsdrekka. Eg haldi, at hermenninir vóru púra frá sær sjálvum av onkrum rúsandi, tá teir skutu fólkini í Haditha, sigur hon við Newsweek. Hon leggur afturat, at deildin hjá manni hennara er óskipað, og at moralurin er í upploysn. Ein hermaður, sum varð við deildini í Haditha, men sum varð særdur av einari bumbu, sigur, at tað er ikki óhugsandi, at felagar hansara skutu tey 24 fólkini. – Eg veit ikki, hvat hendi, men kanska vóru teir ræddir ella óðir, og tí skutu teir tey. Tá ein verður vanur við deyða og oyðilegging, skal ikki so nógv til, at ein gerst kensluleysur og gevst at hugsa, sigur James Crosson við CNN. Amerikanski verjuovastin, generalurin Peter Pace, hevur fleiri ferðir biðið amerikanska fólkið bíða eftir tí endaliga kanningarúrslitinum av til­ burðinum í Haditha, men fleiri eygleiðarar eru longu komnir til ta niðurstøðu, at tað drúgva kríggið í Irak hevur strongt hermenninar so nógv, at fleiri teirra fara um mark. Newsweek vísir á, at fleiri av hermonnunum í deildini, sum var í Haditha, vóru í Irak fyri aðru ferð, og at summir vóru har fyri triðju ferð í trý ár. Summir amerikanskir fjøl­ miðlar samanbera til­­burðin í Haditha við hóp­drápið í May Lai undir Viet­namkrígnum, ið fekk amerikanska almenningin at venda sær ímóti krígnum har. Fyrrverandi generalurin Barry McCaffrey sigur tað sama: – Fólk venda sær ímóti krígnum. Vit eru í trup­ul­ leikum í Irak, og okkara hermenn orka ikki meiri. Eitt samt russiskt tjóðarting ávarar grannalandið ímóti ov tøttum sambandi við vesturheimin Russland Árni Joensen fartekst@mail.dk Tað var eingin ivi í ting­ sal­inum í Moskva, tá russ­iska tjóðartingið í dag atkvøddi upp eitt upp­ skot, sum skuldi ávara grannalandið Ukraina ímóti at fara upp í vesturlendsku verjusamgonguna NATO. 435 tinglimir atkvøddu fyri ávaringini. Eingin atkvøddi ímóti. Ein atkvøða var blonk. – Ætlan okkara er ikki at seta ukrainsku vinum okkara krøv, men vit halda tað vera neyðugt at siga okkara hugs­ an um ætlanina hjá Ukraina at fara upp í NATO, segði Andrej Kokoshin við AP- tíðindastovuna. Kokoshin er formaður í teirri tingnevndini, ið viðger viðurskiftini ímill­ um Russland og hini gomlu sovjetlýðveldini. Ukrainski forsetin, Viktor Justsjenko, er heitur talsmaður fyri limaskapi í NATO, og hann segði herfyri, at vónandi kann landið sleppa upp í verjusamgonguna í 2008. Eitt annað fyrrverandi sovjetlýðveldi, Georgia, hevur somu ætlanir, og Al­bania, Kroatia og Make­ donia fyrireika seg eisini til at senda NATO eina formliga umsókn um limaskap, skrivar AP. Amerikonsku hermenninir í Irak eru strongdir Strongd og rúsevni kunnu fáa amerikanskar hermenn at skjóta óvápnað sivilfólk sum her í Haditha Russland ávarar Ukraina ímóti NATO-limaskapi