mikudagur 7. juni 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 107 - 7. juni 2006 ]
Nr. 107 • mikudagur • 7. juni 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Ítróttarsamband
Føroya hóttir nú
Kringvarpið við at
strika sáttmálan
millum partarnar um
dekning av føroyskum
ítrótti. ÍSF heldur,
at Kringvarpið
misrøkir avtaluna
millum partarnar,
og møguligt endur
gjaldskrav kann koma
upp á tal
Ósemja
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Ítróttarsamband Føroya
ætlar ikki at bakka fyri
Kringvarpinum, og kemur
tað til skarpskeringar, ætlar
ÍSF at fáa sáttmálan millum
partarnar strikaðan og møgu
liga krevja endurgjald frá
Kringvarpinum fyri mis
hald.
Tað eru boðini í brævin
um, sum ÍSF sendi Kring
varpinum í gjár.
Ósemja er um, hvussu
upptøkur av samrøðum
í sambandi við dystirnar
í Formuladeildini skulu
gerast. Sjónvarpið vil ikki
binda seg til at gera hesar
frammanfyri einum ser
ligum lýsingarvegg i hjá
feløgunum, meðan Fót
bólssambandið í sínum
orðaðu mannagongdum vil
hava samrøðurnar gjørdar
við hesar lýsingavegg ir.
Sáttmálin millum ÍSF og
Kringvarpið er ikki greitt
orðaður viðvíkandi hesum,
og tí er nú so stór ósemja
um hetta mál, at Sjónvarpið
er givið at senda føroyskan
fótbólt. Kringvarpið kravdi í
síðstu viku, at FSF tekur sína
reglugerð um upptøkur av
dystunum aftur ella verður
málið lagt fyri ein gerðarætt
at taka støðu til.
ÍSF stendur fast
Ítróttarsamband Føroyar
svaraði í gjár kravinum frá
Kringvarpinum, og har ger
ÍSF greitt, at tað fer ikki at
biðja FSF taka teirra reglu
gerð aftur. Sambært ÍSF
kann FSF gera júst slíkar
mannagongdir sambært
sáttmálanum, meðan Kring
varpið ikki hevur hildið sín
part av avtaluni.
Skrivið frá ÍSF endar
rættiliga hvassorðað, tí
ÍSF nevnir møguleikan
at krevja sáttmála millum
partarnar strikaðan vegna
mishald. Harafturat kann
tað koma upp á tal, at ÍSF
fer at krevja endurgjald frá
Kringvarpinum fyri hetta
mishald av sáttmálanum,
skrivar advokaturin Christian
Andreasen í brævinum, sum
hann hevur sent vegna ÍSF.
ÍSF hóttir Kringvarpið
við endurgjaldskravi
ÍSF og FSF nokta at bakka fyri kravboðunum úr Kringvarpinum. Verður málið lagt fyri gerðarætt krevur ÍSF, at sáttmálin verður
settur úr gildi