Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-07, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juni 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 [ Nr. 107 - 7. juni 2006 ] Eingin Súni í Viasat-finaluni Súni Olsen verður ikki við, tá ið AaB í kvøld skal spæla finalu í Viasat Cup. AaB hevur við sannførandi avrikum spælt seg í finaluna, sum verður ímóti FC Nordsjælland. Dysturin verður spældur á Aalborg Stadion í kvøld kl. 18.30. Súni Olsen hevur skorað tvey mál fyri AaB í hesari kappingini, men hann spældi í hvørgari av hálvfinalunum, og hann verður heldur ikki við í finaluni. Orsøkin er, at Súni hevur ein skaða at dragast við. Finalan verður send beinleiðs á TV3+ í kvøld frá kl. 17.30. Barcelona fiskar eftir íslendingi Eftir at samráðingarnar hjá Barcelona við Villareal um álops­ spælaran Diego Forlan eru steðgaðar, hevur Barcelona nú vent sær ímóti London, har felagið er áhuga í at keypa ein íslendskan spælara. Talan er sjálvsagt um fremsta íslendska spælaran í løtuni, Eidur Smári Gudjohnssen, sum hevur spælt fyri Chelsea seinnu árini. Sambært spanska blaðnum El Mundo skal Barcelona gjalda 85 milliónir krónur fyri Gudjohnsen, um avtalan verður veruleiki. Estetisku kvinnuliðini hjá Støkk og Havnar Fimleikafelag eru farin til Finnlands at kappast um heims­ meistaraskapin í estetiskum fimleiki FIMLEIKUR Lív Reinert Kjeld liv.reinert.kjeld@sosialurin. fo Føroysku fimleikararnir fáa alsamt fleiri nýggjar og spennandi avbjóðingar. Kvinnurnar hjá Havnar Fim­leikafelag fóru í gjár og í dag fóru kvinnurnar hjá Støkk av landinum. Tær skulu allar til Finnlands at kappast um einki minni enn heimsmeistaraskapin í estetiskum fimleiki. Eru spentar at kappast Rannvá Troest, venjari hjá kvinnunum hjá Støkk, heldur ikki, at vit skulu vænta okk­ um nakað heiðursmerki hesa­ferð, hóast estetisku fim­ leikararnir í Føroyum veru­ liga hava ment seg seinastu árini. – Vit eru spentar at fara avstað, og fara avgjørt at gera okkara allarbesta, sigur Rannvá, sum leggur afturat, at kvinnurnar hava vant sera nógv hesa sein­ astu tíðina. –Tað er jú eis­ ini ein avbjóðing at verja føroyameistaraheitið, sum vit vunnu fyrr í ár. Kvinnurnar hjá Havnar Fimleikafelag hava eisini vant sera nógv og hart sein­astu tíðina, og eru sera spentar at vita, um tær hesaferð klára at vinna á kvinnunum hjá Støkk. Lið­ini bæði eru sera jøvn, so tað kann ganga báðar vegir; dagsformurin hevur alt at siga. Í fjør kláraðu kvinn­urnar hjá Havnar Fim­leikafelag seg sera væl; tá vunnu tær á fleiri liðum, hóast tær ikki lógu ovast á stigatalvuni. Kappingin verður í Tam­ para í Finnlandi 9. og 10. juni. Kvinnurnar skulu fyrst kappast í einum innleiðandi umfari. Tíggju tey bestu lið­ ini sleppa síðan í finaluna, tó í mesta lagi tvey lið frá hvørjum landi. Føroyskir altjóða dómarar Við á ferðini eru eisini tær báðar Elna Johansen og Beinta Danielsen, sum eru altjóða dómarar í estetiskum fimleiki. Tær fara at døma teirra næstu altjóða kapping, sum gevur teimum atgongd at taka næsta stigið í dóm­ ara­útbúgvingini innan estetiskan fimleik. Føroyska ferðalagið kemur aftur sunnudagin, vón­ andi við góðum úrslitum í viðførinum. Smádreingirnir hjá TB spældu leygardagin finalu í Cadbury steypakappingini. Finalan var ímóti B36, og TB vann 3-1. Aftan frá vinstru: Pól F. Joensen, venjari, Fróði Jensen, Magnar Vang, Jens Thomsen, Arthur Poulsen, Ólavur Sigurheim, Gilli Sørensen, Hugin Albinus og Jákup Thomasen. Húkandi frá vinstru: Jónhard Ferjá, Teitur Justinussen, Rógvi Joensen, liðskipari, Ragnar Joensen, Hjørtur Bjørgvinsson og Rógvi Sveinsson. Føroysk fimleikafeløg til Finnlands Á sundalagsstevnuni komandi vikuskifti verður súkklað kapp í tíðarsúkkling, ella í einkultstarti sum vit vanliga nevna tað Súkkling Tíðindaskriv Fleiri av okkara heimligu súkklarum hava víst seg at standa seg væl í tíð­ ar­súkkling. Tá Statoil Kring Føroyar kappingin er, eru altíð einir tveir millum fimm teir fremstu. Vit kunnu nevna Rógva Johansen, Gunnar Dahl- Olsen, Boga Kristiansen og Sverra Mohr Edvinsson, sum allir hava verið sterkir í einkultstarti. Sagt verður, at einkult­ startur er tann elsta súkklu­ greinin og kann sigast at verða primitiv; tú velur ein tein at súkkla, so royna súkklararnir seg ein og ein, tann sum hevur stytstu tíð­ ina um teinin, hevur vunn­ ið. Sannleikans tími, siga danir, tí henda kapping vísir, hvør veruliga er tann sterkasti. Samstundis sum ítrótt­ar­ greinin er primitiv, er hon eisini torfør. Súkklarin skal fáa hægstu ferð á súkkl­una beinanvegin og halda ferðini í til dømis ein tíma. Bein, hjarta og lungir arbeiða nærum á max., hetta er tað flestu súkkl­arar hava ilt við at kon­sentrera seg um, og tí­skil missa tíð í mun til teir sum elska hetta. Størsti mótstandarin er ofta veður og vindur, tí eru súkklur, hjól, róður, hjálmar og klæði øðrvísi og meira high tech, enn tá súkklað verður vanliga kapp. Her síggja vit plátu­ hjól, dropahjálmar, tætt­ sitandi klæðir osv. Á Sundalagsstevnuni verð­ur kapping fyri ung­ lingar, vaksin og moti­ón­ istar. Byrjan og mál eru á landsvegnum útfyri kirkj­ una í Kollafirði. Súkklast skal eftir landsvegnum norð til Ljósáir, har vent verður, síðan verður súkkla aftur til Kollafjarðar á mál. Teinurin er umleið 40 km. Av trygdaráðum er eing­in súkklukapping fyri børn. Tað er Tórshavnar Súkklu­ felag, sum saman við Sunda­lagsstevnuni skipa fyri kappingini. Kappingin er sunnudagin 11. juni kl. 15.00. Tilmelding er á staðn­um. Tíðarsúkkling á Sundalagsstevnuni TB er steypavinnari Kvinnurnar hjá støkk vunnu FM-heitið fyrr í ár. Ovast f.v.: Monika W. Poulsen, Rósa Heinesen, Jón­vá Joensen, Henny Joensen, Rannvá Troest (venjari) Niðast f.v.: Joan Simonsen, Ann Mari Róin Johannesen, Maibritt Olsen, Bodil Tausen Kvinnurnar hjá Havnar Fimleikafelag. F.v.: Rannvá Klein (venjari), Unn Øssursdóttir, Turið Nattestad, Beinta Svensson, Annika Abrahamsen, Jóna Johannessen, Marjun Persson og Hildigunn Niclasen