Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-07, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juni 2006síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 [ Nr. 107 - 7. juni 2006 ] Rógvi skoraði í sigri KR spældi týskvøldið dyst í íslendsku landskappingini, og KR vann dystin 3-2. Føroyski landsliðsspælarin Rógvi Jacobsen legði KR á odda, tá ið 21 minuttir vóru farnir. Síðani skoraði Breiðablik tvey mál, men KR kom afturíaftur, javnaði og skoraði sigursmálið átta minuttir fyri tíð. Rógvi Jacobsen, sum var á beinkinum í seinasta dystinum hjá KR, fekk hesaferð kjansin frá byrjan, hann skoraði og spældi annars allan dystin í álopinum. Rógvi hevur nú spælt 52 dystir fyri KR, og hann hevur skotið 16 mál í hesum dystum. AaB vil ikki selja verjuspælara Verjuspælarin Michael Jacobsen, sum er liðfelagi hjá Súna Olsen og Jón Rói Jacobsen í AaB, stóð seg væl í EM- endaspælinum fyri U21-landslið herfyri. Avrikini vóru so góð, at fleiri útlendsk feløg nú sýna spælaranum áhuga. Men í AaB er eingin áhugi at selja sterka verjuspælaran, og ítróttarstjórin Lynge Jacobsen vil hava Michael Jacobsen at halda fram í felagnum. - Michael er ein spælari, sum vit ætla at satsa upp á komandi árini, og tí siga vit nei til øll tilboð. Vit hava onga orsøk at selja hann, sigur Lynge Jacobsen við BT. ÍF kendi ikki sína vitjunartíð, og so vóru tað lyklaspælararnir hjá gestunum av Skála, sum í dýrdarveðrinum syrgdu fyri, at øll stigini fóru út á Skálafjørðin Fótbóltur Jóannes Hansen jakup@sosialurin.fo Skálamenn fóru við øllum trimum stigunum úr Fugla­ firði týskvøldið. Harvið løgdu silvurvinnararnir frá í fjør meiri sjógv millum seg og tey trý, sum hanga eftir í kappingini um at sleppa undan niðurflyting. Bæði Skála málini vórðu skorað í 2. hálvleiki. Tá tókt­­ist heimaliðið at vera skeivt upp á bein, eftir at tað í 1. hálvleiki hevði verið rættuliga javnt. ÍF hevði tveir stórar møguleikar at gera mál undan steðginum. Men marginalirnir vóru ikki við teimum. Serliga Bart­ al Eliasen var tætt við eftir innlegg. Hann fekk tak á bóltinum og royndi fýra metrar úr málinum, men Vlada Filipovic bjargaði meistarliga væl. Stóru spælararnir á Skála liðnum vóru lands­ liðs­spælarin Jónhard Fred­ er­iksberg í álopinum og lið­­formaðurin, Pauli G. Han­­ sen, á miðvøllinum. Tað sær kanska ikki altíð út av so nógvum hjá Paula. Men tað er fantastiskt so nógvum hann fær fatur á, og í nógv flestu førunum evnar hann at sleppa sær skilagott av við bóltin. Seinna umfarið var fýra minuttir gamalt, tá ið Skála fekk hol á. Hjá Boga Gregersen hevur tað higartil í ár ikki hilnast nakað serligt. Tað hevur havt við sær, at hann seinastu ferðirnar hev­ ur verið á beinkinum. Bein­ anvegin eftir steðgin varð Bogi settur á vøllin fyri Bjarna Jørgensen, sum tað gongur illa hjá at sleppa av við vøddaskaða. Bogi Gregersen tóktist rættu­liga uppsettur, og hann hevði bvara verið á vøllinum í fýra minuttir, tá ið hann hevði fingið mál. Pætur Dam Jacobsen tveitta langt inn­kast úr høgru, Jónhard Frederiksberg tamdi í trongari støðu, snaraði runt um seg sjálvan, spældi eitt tvey við Levi Hanssen, sum eftir steðgin var á mið­ vallarplássinum í høgru, rak til baklinjuna og legði út frá, og Bogi Gregersen sendi bóltin í málið. Ikki so ólíkt GÍ málinum á Svangaskarði 2. hvítusunnudag. Skála málið bar við sær, at intensiteturin vaks. ÍF legði alt størri dent á álopspartin, og tað vóru fram ímóti at vera vandamiklar støður í báðum endum. Seks minuttir undan leikloki staðfesti Skála týdningarmikla sig­ur­ in. Debus Danielsen, sum tykist fáa alt størri sjálvsálit í vinstru, spældi eitt sindur inn úr vinstru og til Boga Gregersen, sum legði uppaftur meiri upp á tvørs til Jónhard Frederiksberg, sum sendi bóltin í málið, og so var 2-0 til Skála. Annars tryggi ÍF málverjin sá ikki so sannførandi út í júst hesi støðuni. Í fjør vóru tað fyri tað mesta Bogi Gregersen og Jónhard Frederiksberg, sum mannaðu tvær tær fremstu ódnirnar hjá Skála. Tað hava teir ikki gjørt fleiri tær seinastu ferðirnar. Í 2. um­fari týskvøldið vóru teir báðir í fremstu Skála pláss­­ unum. Tað eydnaðist teimum báðum at gera mál, og nú hava teir skorað trý mál í part. Skinklar eitt sindur Skála tykist vera um at fáa skikk á liðavrikið, sum leingi ikki hevur verið nóg sannførandi. Onkrir av aft­ aru monnunum hava hug at sparka í so nógv. Felags fyri teir flestu er tó, at teir vilja spæla fótbólt, og at teir megna samanspælið. Grund­ spælið hjá Skála er á góðari leið, og í Paula G. Hansen og Jónhardi Fred­eriksberg eiga teir spæl­ararnar, sum ofta vísa seg at vera orsøk til munin, tá ið tað annars er tætt. Fuglfirðingar kendu ikki sína vitjunartíð í 1. hálvleiki, tá ið teir høvdu tveir gyltar møguleikar. Um úrtøka varð fingin burtur úr teimum, so kundi tað havt lagað seg heilt øðrvísi. ÍF vísti vilja at samanspæla, og í løtum eydnaðist tað teimum at finna hvønn annan. Men tað skal eisini við, at tað ov ofta varð sparkað ov langt og ov lítið neyvt. Tá ið fleiri av aftaru monnunum hava hug at sparka – kanska tí møgu­leikarnir at finna ein av við­spælarunum ikki eru so eyðsýndir – kann tað gerast tungt og torført, tí uppspælið hjá móstøðuliðnum ber við sær, at trýst so skjótt verður lagt á aftur. ÍF-Skála 0-2 (0-0) 0-1: Bogi Gregersen 49. 0-2: Jónhard Frederiksberg 84. ÍF-Skála 0-2 (0-0): Skála átti trumfirnar Tað hevur munað væl hjá Skála, at lyklaspælarar nú aftur eru tøkir. Ikki minst hevur Jónhard Fredriksberg gjørt um seg, síðani hann kom fyri seg eftir skaða Mynd: Álvur Haraldsen Skála ÍF