mikudagur 7. juni 2006síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
[ Nr. 107 - 7. juni 2006 ]
Maradona steðgaðurav løgguni
Tá Diego Maradona skuldi til Italia at taka lut í einum
vælgerðardysti millum filmsstjørnur og sjónleikarar, varð
hann handtikin av italsku løgregluni. Italska skattavaldið hevur
framvegis eina ákæru móti Maradona, sum sigst skylda á leið
230 mió kr. í skatti. Soleiðis slapp Maradona ikki at taka lut í
dystinum, har hann annars var størsta stjørnan, men tað gjørdi nú
kanska heldur einki. Dysturin varð nevnliga av ongum, tí veðrið
var so vánaligt.
-mørk
Sir Alex illur við Rooney
Bretar fagnaðust, tá myndir í gjár sýndu Wayne Rooney royna seg við
einum vøkrum saksasparki undir ensku venjingunum í Týsklandi. Tað
gongur framvegis rætta vegin við skaðanum, og nú hann eisini kann
sparka til ein bólt, tykist øll tjóðin bíða í spenningini eftir seinastu
skanningini, sum verður í morgin.
Venjarin hjá Rooney, Sir Alex Ferguson, var tó ikki blíður.
– Tað líkist ongum, at spælarin bara tveir dagar undir skanningini
roynir seg við slíkum kynstrum, sigur Sir Alex, sum fyrst og fremst vil
tryggja sær, at Rooney er komin heilt fyri seg, áðrenn hann tørnar út fyri
Ongland.
-mørk
Bronsumerkini
í fyrstu HM-
royndini hjá stolta
fótbóltskulturinum
standa enn klárt í
minninum. Men talan
verður tó ikki um
nakran lættan veg úr
bólkaspælinum hjá
Kroatia
HM Bólkur F
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað varð roknað sum ein
sensatión av teimum stóru,
tá Australia umvegis play-
off dystir móti Uruguay
megnaði at spæla seg til
endaspælið. Heilt óvæntað
mundi hetta tó neyvan
koma hjá teimum, sum hava
fylgt við í altjóoða fótbólti
seinnu árini. Spakuliga –
men kortini støðugt – hevur
Australia nevnliga fostrað
alt fleiri spælarar, sum hava
gjørt um seg á europeiska
kontinentinum. Og fyrst og
fremst í Onglandi.
Nøvn sum Brett Emerton,
Harry
Kewell,
Mark
Viduka og Tim Cahill eru
væl kendir stuðlar í fremstu
ensku deildunum, og tí er
lítið at ivast í, at Australia
kann geva góða mótstøðu,
um lagið er tað rætta.
Dystur um
annað plássið
Millum serfrøðina er tó
breið semja um, at Brasil
fer avstað við oddasessinum
í bólkinum. Spurningurin
tykist fyrst og fremst at
vera, hvør verður nummar
tvey, og hetta líkist einum
hørðum dysti.
Australia hevur ivaleyst
sínar vónir, men Kroatia er
tó landið, sum verður mett
at hava bestu møguleikarnar
í hesum spælinum. Hóast
gylta ættarliðið við Suker,
Prosinecki og øðrum ikki
longur er partur av liðnum,
so hevur Kroatia framvegis
ein fínan fótbóltskultur,
sum avgjørt ikki letur
seg fornokta. Royndirnar,
sum liðið hóast alt eisini
hevur, eiga eisini avgjørt
at koma teimum til góðar í
endaspælinum.
Zico móti Brasilia
Og so er eisini Japan við
í bólkinum. Fyri fýra
árum síðani megnaði Jap
an at spæla seg víðari úr
bólkaspælinum, men part
víst komst hetta av, at teir
sum toppseedað heimalið
høvdu sínar fyrimunir í
bólkasamansetingini.
Í nógvar mátar tykist
hópurin
eisini
nakað
fremmandur fyri vanliga
fótbóltsáskoðaran, tó at
einstakar stjørnur eisini
eru við á liðnum. Størsta
stjørnan er tó uttan iva
venjarin hjá liðnum. Artur
Antunes Coimbra – ella
Zico – var í eitt áratíggju
stóra fótbóltshetjan í Brasil.
Hóast hann ongantíð gjørd
ist heimsmeistari, so eigur
hann framvegis málmetið
í stórfelagnum, Flamengo,
umframt at hann eisini
vann sínar nógvu vinir í
Italia, tá hann í 1984 skifti
til Fiorentina.
Hesa ferð verður tað so
móti sínum egnu, at Zico
skal royna seg, og tað
kann sýnast sum ein sera
møtumikil uppgáva. Ikki
bara ímóti Brasil, men so
sanniliga eisini, tí Japan
móti Kroatia og Australia
skal royna at liva upp til
tað, sum liðið sýndi fyri
fýra árum síðani.
Kroatia minnist
enn 1998
Í liðskiparanum, Mark Viduka, hevur Australia ein áleypara í
altjóða flokki, sum ikki letur seg kveistra til viks í nærdystum
Mynd: Scanpix