Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-07, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juni 2006síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 [ Nr. 107 - 7. juni 2006 ] Einki óvæntað var í úrslitunum í 11. umfari í landskappingini, sum næstu tvær vikurnar fer at fáa rættuliga avbjóðing úr útlandinum FORMULA DEILDIN 11. UMFAR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað gongur akkurát, sum tað hevur gjørt tær seinastu ferðirnar. Eingin slingur er í valsinum, tá ið tey, sum eru hægst á støðutalvuni, spæla ímóti teimum lægri støddu. GÍ vann tepran 1-0 sigur á Svangaskarði, og KÍ vann 7-1 í Vági. Talan var um størsta sigur yvirhøvur á árinum. Kanska varð tað ikki roknað við, at KÍ skuldi vinna so stóran sigur, men klaksvíkingar vóru greiðir favorittar. Størstu tapararnir hesa ferð vóru B36 og NSÍ. Tey eru bæði við í kappingini um heiðursmerkini, NSÍ hevði ikki tapt seks tær seinastu ferðirnar, og B36 hevði ikki tapt fýra tær seinastu ferðirnar. Hesa ferð taptu B36 og NSÍ bæði á útivølli við 2-1, og í báðum førum vóru tapini móti øðrum, sum stríðast um pláss í toppinum. Frástøðan frá EB/Streymi á fremsta plássi og aftur til NSÍ, sum er á 6. plássi, er nú seks stig. GÍ og HB halda tørn um EB/Streym, og eftir at tað ikki hevði eydnast teimum at fáa fult fýra tær seinastu ferðirnar, vann KÍ í Vági. Harvið lyftu klaksvíkingar sær upp aftur á fjórða plássið, meðan meist­ararnir úr B36 næstu dagarnar eru á fimta plássi. Merkisvert er tað, at í 12. umfari er í gásareygum bara ein toppuppgerð á skránni. Oddaliðið fer sunnudagin av Mølini og út til Runavíkar, har EB/Streymur í 5. umfari tapti fyri fyrstu og higartil einastu ferð. Ta ferðina vann NSÍ 2-0. Um NSÍ skal halda tørn, og um EB/Streymur ikki skal sleppa ov langt frá hinum, so verður neyðugt hjá NSÍ at fáa stig. Soleiðis, sum tað higartil hev­ur háttað seg, so er einki sum eitur hjá hinum, ið eru við í kappingini um heiðursmerkjaplássini. Tey eiga at kenna trýst á sær fyri at fáa fulla úrtøku: HB á Skála, har teir fyrr í vár spældu 1-1, GÍ á heimavølli móti ÍF, sum fyrr í vár varð sent inn um aftur Eiðið við 3-1 tapi, KÍ móti B68, sum klaksvíkingar fyri ikki so langari tíð síðani vunnu 4-0 móti á Svangaskarði, og B36 móti VB/Sumba, sum B36 fyrr í vár vann 2-1 ímóti á Vágseiði. Skála hevur leingi ligið tungt í sjónum. Nú hava skála­ menn vunnið tríggjar ferðir upp í slag – tvær ferð­ir í landskappingini og eina ferð í fjórðingsfinaluni í steypa­ kappingini. Hetta boðar frá, at gongdin á Skála er um at venda. Skála fer neyvan at vera við í kappingini um at sleppa undan niðurflytingini. Um Skála er komið seg heilt fæst góð ábending um, tá ið væl upplagda HB fer at vitja. HB hevur fingið stig átta tær seinastu ferðirnar. Kappingin Oyggjauppgerðin í framúr góða summarveðrinum í Fugla­firði týskvøldið var síðsti dysturin í FORMULA DEILDINI undan HM enda­ spælinum í Týsklandi. At tað nú fer at verða fót­ bóltur at síggja í sjónvarpinum fleiri tímar hvønn einasta dag, fer ivaleyst at bera við sær, at vektin, sum dygdin í heimligu kappingini fer at verða vigað á, næstu vik­urnar fer ikki heilt at verða tann sama, sum hon hevur verið higartil í ár. Tað sigur seg sjálvt, at nógvur og vónandi áhugaverdur og undirhaldandi fótbóltur í sjón­varpinum ger, at tað fer at verða sæð upp á heimligu kappingina við minni mild­ um eygum. Tað kann eisini væl hugsast, at HM fepurin fer at hava við sær, at áskoðaratalið kring landið fer at minka nakað, og at kassameistararnir í fót­bóltsfeløgunum kring land­ið ikki fara at kenna pengaposarnar so tungar. Men heimliga kappingin er so mikið tøtt, at tað neyv­an fer at bila so ógvuliga nógv. Hóast dýrastu fót­bólts­beinini í heiminum fleiri ferðir um vikuna fara at vitja í stovunum, so verður áhugin neyvan so nógv minni at síggja før­ oysku liðini og beinini life á graslíkisvallunum kring landið. Serliga tá ið einki røkist fyri møgu­leikanum, at bleikaru og ikki so dýru føroysku fótbólts­bein­ini fara at verða at síggja á skíggjanum næstu vikurnar. Formulaliðið Ítróttar-Sosialurin mannar Formulaliðið við spælarum, sum stóðu seg væl í 11. umfari av Formuladeildini Nú stendur kappingin fyri stórari avbjóðing Fyri fyrstu ferð í seks umfør mátti NSÍ stigaleyst av vøllinum. Og saman við B36 dragnaðu runavíkingarnir av álvara í oddastríðnum Mynd: Álvur FSF selir HM-restir Fótbóltssamband Føroya setir nú nøkur atgongumerki til HM-dystir til sølu. Hetta eru atgongumerki, sum liggja eftir frá søluni higartil. FSF kann bjóða atgongumerki til hesar dystir: Brasil-Australia, Sveis-Suðurkorea, Angola- Portugal, Brasil-Kroatia, Suðurkorea-Togo, Argentina- Serbia Montenegro og Saudi Arabia-Spania. Atgongumerkið til dystin millum Brasil og Australia kostar 100 evrur, meðan øll hini atgongumerkini kosta 60 evrur. Vejle eigur bestu talentini Vejle hevur vunnið kappingina fyri U21 lið í Danmark. Finalan var ímóti Køge, og hon endaði við 4-3 sigri til Vejle. Felagið úr jútlandi er kent fyri at menna góðar fót­bólts­ spælarar, og nú hevur besta liðið hjá felagnum beina kós í superliguna aftur. Fleiri av spælarunum á hesum liði eru ungir, og tað sæst eisini aftur í, at Vejle eigur besta U21-liðið í Danmark í løtuni. Køge hevur eisini havt stóra framgongd, tí eftir at U21 liðið í fjør spældi í b-bólkinum, vann liðið seg fram á næstfremsta plássið í sterkasta bólkinum í ár.