Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-07, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juni 2006síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 - 7. juni 2006 45 Puntur nr. 7 Meðan tvíbura tornini í New York ikki eru longur, so standa tvíbura tornini í Oslo enn, eins og tey hava gjørt tey seinastu 51 árini Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Ráðhúsið í Oslo er millum útlendingar best kent úr sendingum frá handanini av Nobel heiðurslønunum. Myndir av tí heimskenda salinum við teimum stóru veggja málningunum, eru ferð eftir sendar um allan knøttin, meðan bestu heilar og djarvastu hjørtu í heiminum hava fingið tað fullkomna herðaklappið, fyri sínar stóru gerðir. Uttanífrá er Ráðhúsið eitt sermerkt byggilistarligt verk í býarmyndini, eitt verk, ið hevði ein truplan burð. Tey bæði tornini eru ein týðiligur partur av sjónarringinum tá tú nærk­ ast Oslo sjóvegis, og taka ímóti tær sum eitt slag av favni. Upprunaligu tekning­ ar­nar av húsinum stava frá eini arkitekt kapping í 1918, og tað vóru teir báðir Arnstein Arneberg og Magnus Poulsson, ið áttu vinnandi uppskotið. Men m.a. orsakað av skiftandi politiskum vilja, fóru tey ikki undir arbeiðið við at gera Ráðhúsini fyrr enn 1931. Orsakað av krígnum var eisini sjálvt arbeiðið nógv seinkað, og húsini vórðu ikki liðug fyrr enn í 1950. Ráðhúsini húsa stórum parti av býarumsitingini í Oslo, eini 450 fólk hava sítt arbeiðspláss í húsinum. Sjálvur borgarstórin hevur skrivstovu í eina torninum, harumframt er býráðssalur og ymisk fundarhøli. Men í líka stóran mun eru húsini ferðamál. Stóri salurin, ið vit kenna sum karm um handanina av Nobel heiðurslønini, er við sínum risa veggja málningum ein ferð gjøg­ num føðingina av norsku tjóðini. Hetta er ein høv­ uðsorsøkunum, at 100.000 gestir og ferðandi vitja ráðhúsini á hvørjum ári. Men hetta er ikki ein­asta listaframsýningin í hús­un­ um, fleiri aðrir salar eru við list av nógvum kendum norskum málarum, umframt at nýggjar framsýningar verða sýndar fram í húsun­ um javnan. Í eystara torninum hevur man síðan 1952 havt eitt klokkuspæl, ið hevur verið nýtt til at siga frá klokkuni hvønn tíma, og til konsertir tá høvið býðst. Fyri nøkrum árum síðan, varð nýtt klokku­spæl tikið í nýtslu og er tað nú teldustýrt. Hvønn tíma spælir klokkuspælið smá tónleikapetti, í summar er tað í sambandi við 250 ára føðingardagin hjá Mo­zart, tónleikurin hjá hon­um, ið verður spældur Hvønn mikudag alt árið kl. 13 eru sokallaðar smá­ar gerandiskonsertir, og sunnu­ kvøld er altíð ein størri konsert við klokku­spæl­ inum. Hetta klokkuspæl er vorðið eitt vælkent og nógv brúkt ljóðføri m.a. í sjónvarpi, útvarpi, í filmum og í 2001 á fløgu. Twin Towers standa enn í Oslo