mikudagur 7. juni 2006síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
Nr. 107 - 7. juni 2006
Altjóða havfiski
kapping í Føroyum
Føroyingar hava eina langa søgu við havfisking aftanfyri seg.
Mangan var tað fiskurin, sum bjargaði okkara undangongumonnum.
Við árunum hava føroyingar ment fiskiútgerðina og skipini.
Summum dáma væl at siga, at føroyingar eru bestu fiskarar í
heiminum. Nú fáa vit so møguleika at royna tað!
Fyrsta altjóða havfiskikappingin í Føroyum nakrantíð verður
í Runavík í døgunum 22.-24. august í ár. Hendan fiskikapping
gongur fyri seg við tráðu í báti. Væntast kann, at nógvir fiskarar úr
øllum heiminum koma til Føroya at royna seg. Summir gera uttan
iva nógv fiskingina.
Uttanlanda er tað ikki óvanligt, at menn eru stuttleikafiskarar
burturav og liva av at vera við í kappingum. Vit kunnu kanska
vænta okkum, at onkrir av hesum monnunum koma hendanvegin
í August.
Meira fæst at vita á www.smyril-line.com
34 60 52
Skundflutningur
um allan heim