mikudagur 7. juni 2006síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 107 - 7. juni 2006
47
G! Festivalurin:
Tú mást fara!
Soleiðis sigur Jóhan í Kollafirði í lýsingini fyri G!
Festivalin. G! byrjaði í 2002 og er vaksið hvørt ár. Nógv
viljað vera við, at G! er feitasta summartiltak í Føroyum,
og eingin ivi er um, at tað eru nógv, sum gleða seg til
festivalin.
G! Festivalurin setti veruliga gongd í nakað hjá føroying
um, og tey síðstu árini eru tónleikafestivalarnir og tón
leikatiltøkini vorðin alsamt fleiri. G! er mestsum ein
tónleikahátíð, har folk kunnu hoyra føroyskar tónleikarar,
útisetar og útlendsk nøvn. Hvørt ár hevur G! borðreitt við
onkrum stórum altjóða nøvnum, sum skulu draga fólkini
til. Í ár er einki undantak. Kendasti bólkurin av teimum,
sum higartil eru almannakunngjørdir, er helst danski
bólkurin Outlandish.
Tann 20.–22. verða veitsludagar á sandunum í Syðrugøtu,
tí at tá verður Føroya størsti og feitasti festivalur!
www.klaksvik.fo
H E I M A S Í Ð A N H J Á K L A K S V Í K A R K O M M U N U
Býurin, har mentanar- og vinnulívið
ganga lið við lið
Skapið framtíðina saman við okkum...
til 1. juni 2006