Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-07, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juni 2006síða 40

‹ fyrra síða allar 40 síður

Tekstur á síðuni

48 Nr. 107 - 7. juni 2006 Væl klæddur í summar Mótin skiftir ótrúliga skjótt, og neyðugt er at fylgja væl við, um tú ætlar tær at vera í tí nýggjasta. Tó vísir tað seg, at mótin gongur í ring, og summi mótafyribrigdi koma fram aftur. Mangan er mótin ávirkaður av einum ávísum tíðarskeiði og einum stíli. Nú er mótin sera fjølbroyttur. Mest sum alt er loyvt, men tó við máta. Tað er vorðið sera væl dámt millum ung at ganga í gomlum klæðum hjá foreldrunum, sum tey hava funnið í skápinum. Á hendan hátt ber til at blanda til dømis einar spildurnýggjar buksir við einari gamlari skjúrtu og vesti. Fyri tíðina eru vestar, cardigans og skjúrtur eitt “must”. Tað riggar sera væl at vera í einari skjúrtu innanfyri einari tunnari troyggju við v-hálsi. Nógv ung nýta eisini vestar og cardigans til t-shirts. Á henda hátt blanda tey stílarnar. Hetta er lyklaorðið í dag. Blanda tann fína stílin við tí ráa og verð øðrvísi. Finn tín egna stíl og gjøgnumfør hann!