hósdagur 8. juni 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 108 - 8. juni 2006
5
Javnaðarkvinnur
skammast um, at
Fólkaflokkurin hev
ur yvirhálað Javnað
arflokkin á javnstøð
uøkinum. Tær fara
at taka málið upp við
leiðslu floksins.
Javnstøða
Rigmor Dam
Rigmor@sosialurin.fo
Sambært Sosialinum í gjár,
varð eingin javnaðarkvinna
send til Grønlands á kvinnu
ráðstevnu hjá Útnorðurráð
num, tí formaðurin í ting
bólkinum ikki metti flokkin
hava fíggjarliga orku til ferð
og uppihald fyri eitt føroyskt
javnaðarumboð.
Fólkaflokkurin rindaði
fyri Rúnu Sivertsen og Løg
tingið fyri teir flokkar, sum
frammanundan hava kvinn
ur valdar.
Kom ikki óvart á
Tað eru ikki sørt skakaðar
og flóvar javnaðarkvinnur,
sum vit koma á tal við, tá
vit ringja runt í morgun.
Hjá Eyðgunn Samuelsen,
býráðslimi
í
Klaksvík,
kendist tað sum lagnunnar
speisemi, at lesa um kor
ini hjá kvinnunum í Javn
aðarflokkinum sama dag,
sum hon varð vald at vera
nýggj forkvinna í nevndini,
sum skal virka fyri, at fleiri
kvinnur verða við, har pol
itisku avgerðirnar verða
tiknar.
Eyðgunn Samuelsen sig
ur, at flokkurin als ikki
hevur nakað miðvíst javn
støðuarbeiði og hon vónar,
at flokkurin kanska fer at
fáa gagn av nevndini, sum
skal arbeiða fyri at fáa fleiri
kvinnur í politikk.
Samstundis viðgongur
Eyðgunn Samuelsen, at
tað tíverri ikki kom óvart
á hana, tá hon hoyrdi, at
ongin javnaðarkvinna varð
send til Grønlands, tí tað er
ein sanroynd, at flokkurin
raðfestir ikki kvinnurnar
í flokkinum, nú ongin
kvinna er í tingbólkinum.
Og hon væntar og vónar,
at tingbólkurin tekur hetta
málið upp, so ein slík støða
ikki kemur í aftur.
- Tað er avgjørt ein
spurningur um raðfesting
av fíggjarligu orkuni og
flokkurin hevur sjálvsagt
ráð til at senda eina
kvinnu til Grønlands, sigur
Eyðgunn Samuelsen.
Fólkaflokkurin yvir
hálar Javnaðarflokkin
Mamy Dahl Sørensen, sum
hevur havt sæti á tingið einar
20 ferðir sum varakvinna, og
tískil helst var best skikkað
at verða send til Grønlands
sigur, at tað líkist púrasta
ongum, at Javnaðarflokkurin
av øllum ikki sendir eina
kvinnu til Grønlands.
- Um flokkurin veruliga
gongur inn fyri javnstøðu í
øllum lutum í samfelagnum,
má hann eisini vísa tað í
verki, sigur hon.
- Tað er ongin ivi um, at
floksleiðslan fer at taka hetta
málið upp. Tað er vanærulig
skomm at Fólkaflokkurin
yvirhálar Javnaðarflokkin
á javnstøðuøkinum. Flokk
urin hevur ikki raðfest
javnstøðuna, og tað er hetta
sum vit síggja úrslitið av nú.
Viljin var snøgt sagt ikki til
staðar, soleiðis er tað, sigur
Mamy Dahl Sørensen, sum
ljóðar ikki sørt troytt av
Javnaðarflokkinum.
Einoygt fólkaræði
Elin Lindenskov, býráðs
limur í Havn, umboðaði Javn
aðarflokkin tá ráðstevnan
var í Føroyum í 2004.
Elin harmast eisini um, at
ongin kvinna var send til
Grønlands, og hon sigur,
at hetta sigur so ómetaliga
nógv um hugsunarháttin í
Javnaðarflokkinum.
-
Sum
íslendingar
plaga at taka til, so hava
vit eitt einoygt fólkaræði
í flokkinum, sigur Elin
Lindenskov, sum heldur,
at Javnaðarflokkurin átti at
vera fremstur á javnstøðu
økinum.
- Um talan var um eitt
mannfólkamál, so hevði
ongin ivi verið um at
senda umboð avstað, sigur
Elin, sum sigur, at flokk
urin sjálvsagt hevur ráð
til at senda eina kvinnu
til Grønlands, sigur Elin
Lindenskov. Og hon minnist
aftur á tíðina, tá javnaðar
kvinnur vóru virknar og
peningur varð settur av til
norðurlendskt samstarv á
javnstøðuøkinum, har Javn
arðarflokkurin hevði ein
virknan leiklut.
- Hetta var um tað mundi
at Marita Petersen, sála, var
forkvinna í flokkinum, og
tað má sigast at arbeiðið var
ómetaliga gevandi, sigur
Elin Lindenskov, sum nú
heldur at tað bara gongur
skeiva vegin.
Hetta er ikki einasta dømi
um, at javnstøðuspurning
urin ikki verður raðfestur
av umboðum floksins, sigur
Elin Lindenskov, og hon
vísir til, tá landsstýrið varð
skipað, at flokkurin ikki
megnaði at fáa eina kvinnu
valda í tingið og seinast
tá umboð skuldu setast í
Visjón 2015 bólkarnar.
- Vit hava nógvar væl
skikkaðar kvinnur í flokk
inum, men vit hava ikki
tað innlit, sum vit kundu
hugsað okkum, tá vit ikki
hava sess í landsins leiðslu,
sigur Elin, sum ætlar at
venda sær til flokkin og fáa
eina frágreiðing um málið.
- Eg vil hava at vita, um
teir yvirhøvur skoyta um
okkum, sigur Elin Lind
enskov.
Starvsnevndin
óvitandi
Javnaðarflokkurin er so
leiðis skipaður, at ovasta
leiðslan er starvsnevndin,
har eitt nú Helena Eliasen
er 2. forkvinna. Tá vit
ringja til hennara, hevur
hon ongantíð hoyrt um
málið, og tað kemur dátt
við hjá henni at hoyra um
tað. Helena undrast á, at
starvsnevndin onki hevur
hoyrt um málið, og at tey
ikki hava havt møguleika
at taka støðu til tað. Hon
heldur, at starvsnevndin
avgjørt hevði verið fyri
at senda eina kvinnu til
Grønlands, um hon hevði
havt innlit í málinum, og at
tað hevði borið til at funnið
eina loysn á tí peningaliga
spurninginum.
- Tað er ein sannroynd
at vit brúka ov lítla tíð,
orku og pening til politiska
arbeiði ímillum valini, og
her hugsi eg serstakliga um
leiklutin hjá teimum ungu
og hjá kvinnum í politikki,
sigur Helena.
- Vit hvíla í, at flokkurin
er solidariskur, men vit vísa
tað ikki í verki. Tí mugu
vit markera okkum nógv
meira, sersliga tá tað snýr
seg um javnstøðu, sigur
Helena, sum ætlar at taka
málið upp í starvsnevndini,
og at fáa eina frágreiðing
frá tingbólkinum.
Javnaðarkvinnur í øðini
Óvirkin
tingbólkur
Sambært
John
Johannesen, tingmanni,
hevur málið um kvinn
uráðstevnuna ikki ver
ið til viðgerðar í ting
bólkinum, hóast allir
helst hava havt vitan
um málið.
- Men vit hava ong
antíð tikið eina felags
avgerð og kemst tað
helst eisini av, at tað
eru so fáir fundir í
bólkinum, sigur John
Johannesen, sum held
ur at flokkurin átti
at funnið pening til
kvinnuráðstevnuna
onkrastaðni, og hann
sigur seg ikki skilja,
at Kristian Magnussen
hevur tikið avgerð í
málinum, uttan at ráð
føra seg hjá hinum.
Men hava kvinnurnar
ongan góðan í ting
bólkinum, spyrja vit
John. Og hann viðgong
ur, at tað helst kundi
verið væl betur.
Um flokkurin veruliga gongur inn fyri javnstøðu í øllum lutum
í samfelagnum, má hann eisini vísa tað í verki, sigur Mamy
Dal Sørensen
Eyðgunn Samuelsen sigur, at flokkurin als ikki hevur nakað
miðvíst javnstøðuarbeiði
Vit hava eitt einoygt fólkaræði í flokkinum, sigur Elin
Lindenskov
Føroysku umboðini á Kvinnuráðstevnuni í Grønlandi vóru Rúna Sivertsen úr Fólkaflokkinum,
Annita á Fríðriksmørk og Heidi Petersen úr Tjóðveldisflokkinum og Lisbeth L. Petersen úr
Sambandsflokkinum