hósdagur 8. juni 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 108 - 8. juni 2006
Fyri 13 døgum síðani
tømdi Tórshavnar
Býráð alt vatnið úr
Hoyvíkstjørn við
tí í hyggju at reinsa
tjørnina fyri ruski,
slýggi, algum og
øðrum, ið veksur
í tjørnini. Men í
tjørnini livdu fitt av
sílum og állum, sum
vóru um at kvalast
í móruni, tá einki
vatn var eftir. Alt
fyri eitt fóru fólk úr
grannalagnum av
sínum eintingum at
bjarga sílunum úr
móruni, so tey kundu
sleppast niður aftur
í tjørnina, tá vatn
kemur í aftur. Men nú
smáar tvær vikur eru
farnar aftur um bak,
røkist einki fyri, at
vatn kemur í tjørnina
við bræði
Hoyvíkstjørn
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
og Arni Clementsen
Eilif Brimheim er undan
gongumaður fyri bjargingina
av sílunum. Hann býr í
grannalagnum og hevur frá
barnsbeini av havt stóran ans
fyri lívinum í Hoyvíkstjørn.
Javnan hava hann og konan
slept sílum og állum út í
tjørnina:
– Eg hvakk við, tá eg hoyrdi,
at proppurin var hálaður úr
tjørnini. Eg frætti tað frá
einum vinmanni og fór alt fyri
eitt niðan at bjarga sílunum,
sum vóru eftir. Tað var
syndarligt at síggja, tí øll, ið
dagliga nýta tjørnina, gleðast
eins nógv um stóru sílini og
állarnar sum um dunnurnar,
sum liva har, sigur Eilif.
Bjarging í vatntøttum
yvirklæðum
Eilif vassaði út í móruna í
vatntøttum yvirklæðum eft
ir sílunum og megnaði at
bjarga heili 25. Sílini eru nú
heima í garðinum hjá Eilifi
og konuni, og hava tey fingið
sær ein stóran fiskakassa at
hava sílini í. Hóast næstan
tvær vikur eru farnar, eru
sílini framvegis á lívi:
– Sílini høvdu uttan
iva doyð, um eg ikki tók
tey heim við mær alt fyri
eitt. Eg royni at geva teimum
maðkar, fisk og annað fyri
at halda lív í teimum. Men
hvønn dag fari eg niðan
í tjørnina fyri at vita, um
vatn er komið í aftur, so eg
kann sleppa teimum út aftur,
har tey hoyra heima. Sílini
eru ikki til ampa fyri meg,
tí eg havi nógv onnur djór
at ansa eftir. Men sílini eru
tó klænkað eitt sindur, sigur
Eilif og vísir á, at eini 16
stórir állar framvegis liggja
onkrastaðni í móruni:
– Men teimum eri eg ikki
so bangin fyri – teir klára
seg í móruni. Heldur eru tað
sílini, eg eri so sera harmur
um, sigur Eilif.
Vatn aftur í tjørnini
um tvær vikur
Býráðið hevur leingi fingið
áheitanir frá fólki, ið dagliga
hava stóra gleði av tjørnini,
um at rudda tjørnina. Tí
hevur Tórshavnar Býráðið
nú tikið stig til at tøma
tjørnina og fríðka um øki:
– Vit hava tømt tjørnina, tí
vit ætla at reinsa alt ruskið
upp úr tjørnini og at fríðka
um øki. Ætlanin er, at tað
skal verða ein fragd hjá
øllum at fara niðan og njóta
vøkru tjørnina mitt í býnum.
Vit vistu, at síl og állar vóru
í tjørnini, men ikki at ein
maður av sínum eintingum
hevur bjarga teimum og tikið
tey heim við sær, sigur Heðin
Mortensen, borgarstjóri.
– Eg eri harmur um, at sílini
eru komin so illa fyri, men
eg ætli mær at syrgja fyri,
at tey sleppa í aftur tjørnina
sum skjótast, sigur Heðin
Mortensen og skoytir uppí,
at býráðið hevur longu tikið
ymsar royndir av vatninum
fyri at vita um eitt nú kloakk
rennur í tjørnina:
– Somuleiðis fara vit at
reinsa botnin og at koyra
grús á, so tað verður tryggari
hjá børnum at vitja tjørnina.
Nú vit loksins eru farin í holt
við at fríðka um tjørnina,
vilja vit fegin gera tað
gott. Um tvær vikur er vatn
aftur í tjørnini, sigur Heðin
Mortensen at enda.
Sílini í
Hoyvíkstjørn
deyðanum nær
Sílini vóru um at kvalast í móruni, tá einki vatn var eftir í tjørnini.
Eilif Brimheim hevur av sínum eintingum bjargað 25 stórum sílum úr móruni í Hoyvíkstjørn.
Nú eru sílini heima í garðinum hjá Eilifi og bíða eftir at sleppa niður aftur í tjørnina, har tey
hoyra heima
Eilif vassaði út í móruna í vatntøttum yvirklæðum eftir sílunum, men enn liggja fleiri állar eftir
í móruni