Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juni 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 108 - 8. juni 2006 7 Gamli Stjórin á lands­sjúkrahúsinum slepti í gjár einum endurgjaldskravi ímóti almanna og heilsumálaráðnum Endurgjaldskrav Àki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað eru nú nógv ár síðani at Jákup Mørkøre varð sagdur úr starvi sum stjóri á Landssjúkrahúsinum. Tað var í januar í 2000, at Helena Dam á Neystabø, sum tá var landsstýrismaður í heilsumálum, gjørdi av at siga Jákup Mørkøre úr starvi sum stjóri á Lands­sjúkra­ húsinum, tí hon metti, at hann hevði verið bæði ólýðin og óloyalur móti politisku skipanini. Ein onnur orsøk var, at hann var óegnaður at vera leiðari fyri Landsjúkrahúsinum. Ein triðja uppsagnargrund var, at Jákup Mørkøre hevði ikki evnini at samskifta við tey, hann skuldi samskifta við, eitt nú álitisfólk, fakfeløg o.s.fr. og tí skapti hann ótryggleika Síðani hevur málið bylgjað aftur og fram ímillum sak­ førarar og dómsvaldið. Men morgun tykist sum at eitt endaligt punktum varð sett fyri sakini. Jákup Mørkøre hevði stevnt Almanna og heilsu­ málaráðnum eftir endur­gjaldi upp á slakar 200.000 krónur. Men beint áðrenn málið skuldi viðgerðast í rættinum í gjáramorgunin, komu boð frá Christiani Andreasen, sak­førarar hjá Jákupi Mørk­ øre, um, at teir tóku sakina aftur. Sostatt er málið nú enda­ liga avgjørt, tí nú er tað meiri enn fimm ára gamalt og er sostatt fallið fyri fyrn­ing­ arfreistini. Triðju ferð Hetta er annars triðja sakar­ málið, sum Jákup Mørkøre hevur reist í sambandi við uppsagnina. Upprunaliga stevndi hann Helenu Dam á Neystabø fyri ærumeiðing fyri at hava kallað hann ólýdn­ an og óloyalan o.s.fr., men tað málið tapti hann, helst tí hann sjálvur var við til at breiða uppsagnargrundina út. Síðani stevndi hann eftir endurgjaldi fyri at verða sagdur ólógliga úr starvi. Og tað málið vann hann. Rætturin metti, at upp­ søgnin var ólóglig og tá varð heilsumálaráðið dømt at rinda honum 60.000 krónur í endurgjaldi, og har­umframt mátti ráðið rinda 40.000 krónur í sakar­málskostnaði. Samstundis staðfesti Føroya Rættur, at skuld­set­ ingin var ógrundað um, at hann hevði verið ólýðin, óloyalur, óegnaður og ikki dugdi at samskifta. Men hetta triðja sakar­ málið varð sostatt tikið aftur í morgun og við hesum er helst endaligt punktum sett í málinum. Slepti kravinum um endurgjald úr landskass anum Jákup Mørkøre tók í gár øll krøv aftur og setti sostatt eitt endaligt punktum í einum máli, sum ehvur tikið meiri enn seks ár