Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juni 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 108 - 8. juni 2006 Bergur í Garði er ikki longur stjóri í Postverki Føroya. Hann segði upp í gjár og fór úr starvinum beinanvegin. Hann vil ikki gera nakra viðmerking til brádligu uppsøgnina POSTVERKIð Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Postverkið skal hava ein nýggjan stjóra, eftir at Bergur í Garði segði upp í gjár. Gitingar hava verið um ósemjur millum nevndina í Postverkinum og Berg í Garði, tí at uppsøgnin kom so brádliga. Men eingin av pørtunum vil koma nærri inn á orsøkina til uppsøgnina. - Eg eri tættur sum ein lukkað tunna, sigur Bergur. Bergur hevur ikki lagt sær nakrar ætlanir fyri framtíðina enn. - Fyribils eri eg farin tíðliga í summarfrítíð. Nú havi eg tíð at umrøða meg um, hvat eg nú skal gera. Beint nú njóti eg at hava betri tíð til konuna og børnini. Eisini eri eg við í onkrari nevnd, so har havi eg størri orku nú, sigur Bergur. Jan Danielsen er formaður í nevndini fyri Postverkið. Hann sigur, at nevndin og Bergur í Garði skildust í semju. Annars vil hann ikki gera nakra viðmerking til uppsøgnina. - Tað er ímillum nevndina og Berg í Garði, er tað einasta, hann vil siga. Hann hevur sostatt heldur onga viðmerking til spurningin, um møguligar ósemjur hava verið. - Vit fara sum skjótast at søkja eftir einum nýggjum stjóra, sigur Jan. Fyribils er Knud Wacher virkandi stjóri í Postverkinum. Knud Wacher sjálvur sigur, at hann veit einki um uppsøgnina. Tað einasta, hann veit, er, at hann er fyribils stjóri í 1-2 mánaðir fram. Annars vísir hann til nevndina. Bergur í Garði hevur verið stjóri í Postverkinum síðani 1998. Clifford Edwards er úr Norðurírlandi. Hann er komin til Føroya við einum tvíhæddaðum bussi, sum hann fer at halda møti í MISSIÓNSBUSSUR Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Í gjár kom ein bussur í land úr Nørrónu, sum er sera eyðsýndur. Tað er ein tvíhæddaður bussur við bíbilversum og øðrum teksti á síðunum. Í gjárkvøldið stóð bussurin við parkeringsplássið undir skúlanum á Skála. Undirritaði fór ein túr at fregnast, hvør eigur hendan bussin. Einans ein maður er við hesum stóra bussi. Hann verður nevndur brother Clifford Edwards. Clifford er úr Norðurírlandi, og hann eigur bussin einsamallur. Hann sigur, at hann koyrir runt og hevur møti, tosar við fólk og hjálpir fólki við trupulleikum. Hetta er fyrstu ferð, at Clifford er uttanfyri Bretland við sínum bussi. Clifford fortelur, at hann hevur koyrt við bussinum í 10 ár. Tað einasta, hann livir av, eru gávur og annað. Hann hevur eina bússu standandi fremst í bussinum. – Tá ið eg opni bússuna, tá ið eg skal keypa brennievni ella matvørur, so er altíð nóg mikið í bússuni, sigur Clifford. Clifford fer at halda úti­ møti og bønarmøti ymsa­ staðni runt landið tær næstu tríggjar vikurnar. Tá ferð hann víðari til Íslands, har hann skal verða í 2 vikur. Clifford biðjur fólk koma at vitja seg, um tey síggja bussin. – Møtini verða hildin rættiliga spontant, so um onkur hevur brúk fyri einum práti, so eri eg tøkur. Eg ynski einans at greiða føroyingum frá, hvussu nógv Jesus elskar hvønn einstakan av tykkum. Tøgn um uppsøgnina hjá Bergi í Garði Tøgn er um uppsøgnina hjá Bergi í Garði. Nevndin fyri Postverkið fer sum skjótast at søkja eftir nýggjum stjóra Mynd: Jens Kr. Vang Jesus-bussur í Føroyum Brother Clifford Edwards fer at hava møti ymsastaðni runt landið við bussinum hjá sær Seks kálvar vórðu leygardagin lyftir við tyrlu frá flatlendinum í Koltri niðan á Oyggj, har teir skulu á summarbeiti SUMMARBEITI Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Bóndin úti í Koltri, Bjørn Patursson, rekur eitt sindur ørðvísi bóndahald. Leygardagin vórðu seks kálvar lyftir við tyrlu niðan á Oyggj í Koltri, har teir skulu vera á summarbeiti. Tað er somikið illgongt har, at teir mugu lyftast við tyrlu. Kálvarnir eru eitt skotskt neytaslag, sum er ættað frá teimum evropeisku ur-oksunum. Teir eru útdeyðir nú, men neytini hava yvirlivað í skotska hálendinum. Kálvarnir verða føddir í mai ella juni mánaði. Teir eru hjá mammuni inntil desember, tá ið teir verða koyrdir út á flatlendið. Um summarið verða teir so koyrdir á summarbeiti. – Vit gera hetta fyri at fáa ein góðan smakk í kjøtið. Gott gras gevur ein góðan smakk í kjøtið. Rørsla er eisini góð, tí at so verður kjøtið moyrari, sigur Bjørn Patursson. Tyrlan er tøk hjá bóndum at gera ymiskt tílíkt arbeiði. Fyri Bjørn Patursson loysir tað seg væl at senda kálvarnar við tyrlu niðan á Oyggj. – Vit gjørdu tað eisini í fjør, og um tilboðið stendur við, so ætla vit at halda fram við hesum, sigur Bjørn. Tyrla lyfti kálvar niðan á Oyggj Neytini hjá Bjørn Patursson eru ættað frá evropeisku ur-oksunum. Tey verða kallað fyri Highlander-neyt, og tey eru fingin til Føroya úr Skotlandi ( Mynd: Jens Kr. Vang )