hósdagur 8. juni 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 108 - 8. juni 2006
9
Landsstýrismálanevndin
óvirkin í løtuni
Í stuttari viðmerking í
Sosialinum í gjár, sigur
Kári P. Højgaard, formaður
í landsstýrismálanevndini,
at tað ringasta sum kann
henda er, at ivi verður
sáddur um kanningina.
Kári P. Højgaard er staddur
í Grønlandi í hesum
døgum, og fær tí ikki gjørt
stórvegis
viðmerkingar
til tað, Tórbjørn Jacobsen
sigur í blaðnum í dag.
Næstformaðurin
í
landsstýrismálanevndini,
Karsten Hansen, er eisini
burturstaddur, og tí er nevndin so at siga óvirkin í
løtuni.
Úr Grønlandi sigur Kári P. Højgaard tó, at hann
framvegis metir, at tað ringasta, sum kann henda fyri
kanningina er, at ivi verður sáddur um hana. Men hann
vil onki siga, um nevndin fer at taka málið upp, tá hon
hon fær savnað seg aftur.
RWD
Ikki ein einasti
føroyingur kann
trúgva einum
orðið í kanningini,
har fulltrúðar hjá
løgmanni, vinnu
málaráðharranum og
løgmansstjóranum
sita og kanna
seg sjálvar, sigur
Tórbjørn Jacobsen
KANNING
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tórbjørn Jacobsen, fram
søgumaður
Tjóðveldis
floksins, heldur, at gongdin
í málinum við Bjarna Djur
holm og Dagmar S. Joensen
hevur verið margháttlig.
– Nú fer Løgmansskriv
stovan so at gera eina kanning
av sær sjálvari, tí í brævi
sínum til løgmann nevnir
Dagmar løgmansstjóran,
har ið løgmansstjórin hevur
verið í politiskum ørindum
og ringt til nevndina í
Framtaksgrunninum, um
hvat í landsstýrismaðurin í
vinnumálum kundi ganga
við til av politiskum orðing
um í samband við søluna av
fiskavirking. Tað vil siga, at
fulltrúðar undir løgmanni,
vinnumálaráðharranum og
løgmansstjóranum fara at
kanna tey trý, og eg rokni
ikki við, at tað ikki verður
ein einasti føroyingur, sum
fer at trúgva tí niðurstøðuni,
sum stendur í eini kanning
av fultrúðum undir teimum
trimum, sigur Tórbjørn
Jacobsen, framsøgumaður
Tjóveldisfloksins. Tórbjørn
Jacobsen setir eisini spurnar
tekin við niðurstøðuna
í málinum, tí hvør skal
rokna við at tey fólkini fara
at ganga ímóti løgmanni,
vinnumálaráðharranum og
løgmansskrivstovuni, spyr
Tórbjørn Jacobsen.
– Ongin í einum sivili
seraðum landi kann sita og
kanna seg sjálvan, staðfestir
Tórbjørn Jacobsen.
Líka nógv politikkur
sum jura
Tórbjørn Jacobsen gevur
heldur ikki nógv fyri, at
Maiken Johansen er sett á
kanningina sum uttanhýsis
løgfrøðingur, sum skal meta
um tilfarið í kanningini, tí
sambært honum verður tað
bara gjørt, fyri at onkurs
vegna
legalisera
kann
ingina.
– Nú royna tey so at gera
trupulleikan so juridiskan,
men eftir mínum tykki er
trupulleikin minst líka nógv
ein politiskur trupulleiki,
sigur
framsøgumaður
Tjóðveldisfloksins.
Minnir um Titanic
Spurdur um, hvat hann
heldur um trúvirðið hjá
løgmanni í øllum hesum, er
Tórbjørn Jacobsen ikki lítið
bersøgin. – Trúvirðið hjá
løgmanni bara søkkur fyri
hvønn dag. Hetta minnir um
Titanic, har tíðindatænastur,
spindoktorar í Bjørt Samuel
sen eru orkestrið, sum blívur
við at spæla meðan Titanic
søkkur. Men spurningurin
er bara, hvussu longi teir
klára at spæla, áðrenn
Titanic er sokkin, heldur
Tórbjørn Jacobsen.
Spurdur um teir fara
at leggja málið um løg
mann inn fyri landsstýris
málanevdina,
svarar
Tórbjørn
Jacobsen,
at
løgmaður hevur rætt í, at
málið snýr seg um tvey
ting – tað politiska og
juridiska. – Men í politisku
skipanini er tað bara eitt
sum er nøktandi í førum
sum hesum, og tað er at
ein kanningarstjóri verður
settur. Hetta sum hendir nú,
er politiski mátin at arbeiða
uppá, har løgmaður keypir
sær tíð í málinum, sigur
Tórbjørn Jacobsen, sum
samstundis spyr, hvat teir
kunnu gera. – Vit sita í
anstøðu og tingið kemur
ikki saman á Ólavsøku, so
hvat hendir til ta tíð fáa
vit at síggja, er seinasta
viðmerkingin frá Tórbjørn
Jacobsen, framsøgumanni í
Tjóðveldisflokkinum.
Arbeiðssetningurin hjá
Løgmansskrivstovuni
Sambært Marjun Hanusardóttir, er yvirskipaði arbeiðs
setningurin hjá teimum í fráboðanini, sum løgmaður
sendi út í gjár.
Í skrivinum stendur millum annað ”Løgmans
skrivstovan er nú farin undir løgføðiligu kanningina av,
um landsstýrismaðurin hevur framt brot á lóggávuna í
sínum samskifti og sambandi við nevndina.
Kanningin verður gjørd samsvarandi stýris
skipanarlógini §33 stk. 3, sum sigur, at løgmaður hevur
eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri
sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt.”
Fyri at kanna, um ákærurnar móti Bjarna Djurholm
er sannar, sendi Løgmansskrivstovan hetta skrivið út
í gjár, til allar verandi og fyrrverandi nevndarlimir í
Framtaksgrunninum eftir 3. februar 2004, og starvsfólki
í sama tíðarskeiði:
Undirritaði (Sjúrður Rasmussen, blðm.) er farin undir
fyrireikingarnar til rættarliga eftirlitispartin. Í hesum
viðfangi fari eg at heita á tygum um at vera so
beinasamur/som at svara mær hesum spurningum:
1. Hava tygum eftir 3. febuar 2004 havt samskifti
við Bjarna Djurholm, landsstýrismann ella nakran
embætismann/kvinnu í Vinnumálaráðnum um
viðurskifti Framtaksgrunsins ?
2. Hava tygum eftir 3. febuar 2004 sjálv/ur hoyrt
ella sæð samskifti millum annan nevndarlim í
Framtaksgrunninum og Bjarna Djurholm, lands
stýrismann ella nakran embætismann/kvinnu í
Vinnumálaráðnum um viðurskifti Framtaksgrunsins
?
3. Um so er, hvønn dato hevur samskiftið verið, ella
nær umleið, við upplýsingi um tað var við brævi,
telduposti, telefon ella á fundi og um tygum,
Framtaksgrunnurin ella Vinnumálaráðið tók stig til
hetta samskiftið.
4. Fyri hvørt einstakt samskifti fari eg at spyrja hvørt
a. Landsstýrismaðurin ella embætismaðurin gav
til kennar, hvussu ávís heimild hjá nevnarlimunum
sbr. viðtøkunum átti at verið útint og tá viðvíkjandi
hvørjum og á hvønn hátt ?
b. Um tygum uppfataðu útsøgnina sum boð ella
leyst prát ?
c. Um tað í samskiftinum beinleiðis ella óbeinleiðis
vóru nevndar nakrar avleiðingar fyri tygum, um
tygum ikki fóru at útinna nevndarheimildirnar á
tann skitseraða háttin ?
Hava tygum liggjandi brøv, notatir ella annað skjalatilfar
viðvíkjandi nevnda samskifti, farið eg at loyva mær at
biðja um avrit.
Svarfreistin er sett til 19. juni 2006.
Tórbjørn Jacobsen:
Ongin kann trúgva
kanningini
Arbeiðið við løg
frøðiligu kanningini
av Bjarna Djurholm,
er byrjað. Tað er
løgmansskrivstovan
sum stendur fyri
kanningini, og
Maiken Johansen
eisini knýtt at
kanningini, sum
uttanveltaður
løgfrøðingur.
Kanningin skal
ætlandi vera liðug
áðrenn Ólavsøku
KANNING
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Í gjár kunngjørdi løgmaður,
at løgfrøðiliga kanningin
um Bjarni Djurholm, lands
stýrismaður í Vinnumálum,
hevur framt brot á lóg
gávuna í sínum samskifti
og sambandi við nevndina í
Framtaksgrunninum.
Áðrenn løgmaður gjørdi
av at seta kanningina í verk,
vóru tað fleiri politikkarar,
ið vístu á, at tað var hans
ara skylda sambært stýris
skipanarlógini
at
taka
málið um Bjarna Djur
holm upp. Hetta hevur løg
maður nú gjørt, og er tað
í samsvar við §33 stk. 3
í stýrisskipanarlógini, har
tað stendur, at tað er løg
maður, sum hevur eftirlit
við, at hvør einstakur
landsstýrismaður situr fyri
sínum málsøki á lógligan
og fullgóðan hátt.
Kanningin fevnir um tíðar
skeiðið eftir 3. februar 2004,
tá núverandi landsstýrið tók
við. Orsøkin til, at tað ikki
verður farið longur aftur er,
at tíðarskeiðið áðrenn fellur
uttan fyri heimildirnar hjá
løgmanni.
Í Útvarpinum í gjár
segði løgmaður, at kann
ingararbeiðið helst skal vera
liðugt áðrenn Ólavsøku,
men at kanningin má taka
tað sum er neyðug. Harvið
er tað ikki ósannlíkt, at
kanningararbeiðið fer at
vara longur enn til Ólav
søku.
Kann roynast
í rættinum
Nú hevur løgmaður sett eina
løgfrøðiligakanning í verk,
men í Sosialinum týsdagin
segði Jógvan Páll Lassen,
advokatur hjá Dagmar S.
Joensen, at hann hevur ilt
við at síggja meiningina
við eini slíkari kanning.
Og í stuttari viðmerking
til Sosialin sigur Jógvan
Páll Lassen, at tey eftir at
hava sæð arbeiðssetningin
hjá løgmansskrivstovuni,
framvegis ikki hava broytt
støðu.
Sum Tórbjørn Jacobsen
er inni á aðrastaðni her á
síðuni, so er ein møguleiki
at seta ein kanningarstjóra,
í staðin fyri at gera eina
løgfrøðiliga kanning sum
hesa. Ein triðji møguleiki,
har full greiða fæst í
málinum, er at royna tað í
rættinum, tí har hava vitni
skyldu at svara spurningurin
og tey hava skyldu at siga
satt.
Men Jógvan Páll Lassen,
sakførari hjá Dagmar S.
Joensen, sigur, at enn er
ongin avgerð tikin um tað,
so at tað fær hann onki sagt
um enn.
Málið kann roynast
í rættinum
– Ikki ein einasti føroyingum
fer at trúgva niðurstøðuni í
kanningini, sigur Tórbjørn
Jacobsen