Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juni 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 108 - 8. juni 2006 Skúlin er meira enn nakrantíð áður á dags­ skrá. Pisakanningin hevur sett ljóskastaran á fólkaskúlan og sama er um visjónsarbeiðið at siga. MBF hevur havt aðalfund, og nýtir felagið høvið til at venda sær til allar avvarandi myndugleikar um at taka fyrilit fyri børnum við breki. Tað verður nógv tosað um skúlan fyri øll. Í yvirlýsing frá MBF verður talað um at gera skúlan til ein skúla fyri øll og ikki bara um eins skúla fyri øll. Her er sum vera man munur á. MBF ger vart við, at skal skúlin vera fyri øll, so eru fleiri viðurskifti, ið mugu rætt­ ast. Her er talan um heilt grundleggjandi fortreytir og ikki serstakliga fløkt teoretisk ella yvirskipað viðurskifti. Sum dømi kunnu vit nevna, at skal skúlin vera fyri øll, er neyðugt, at øll sleppa inn í skúlan og frítt kunnu flyta seg runt í skúlanum, eisini tey í koyristóli. Neyðturvilig tímajáttan má eisni vera tøk, soleiðis at einstaki næmingurin fær tað tilboð honum ella henni tørvar. Her er enn langt á mál halda vit okkum skilja. Tað er eisini neyðugt við kunning til skúlan, tá næmingur við breki kemur í skúla, so at skúlin fær høvi at fyrireika seg. Her hevur samstarvið millum skúla og heim stóran týdning. Hetta mál snýr seg eisini um eftirútbúgving av lærarum og er tørvurin stórur i hesum høpi. Ein tann størsti spurn­ ingurin er tó læraraútbúgvingin. MBF vísir á, at skal skúlin vera fyri øll, so mugu teir komandi lærararnir fáa dyggan kunnleika til ymisk brek og til serundirvísing. Tað er ikki minni átroðkandi, at lærarar í starvi fáa holla eftirútbúgving. MBF hevur júst valt Leilu Solmunde aftur til forkvinnu. Leila var av blaðnum tilnevnd ársins kvinna fyri síni avrik sum formaður í MBF. Vit ynskja henni tillukku við afturvalinum og ynskja felagnum góða eydnu í stríðnum fyri skúlanum fyri øll. DAGSINS MEINING Sosialurin Skúlin fyri øll VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Eg eri púra samd við tær í, at einki nýtt er í tí at stuðla einum tónleikatiltaki, og at privatar fyritøkur gera tað – bæði peningastovnar, Dimmalætting, Atlantic Airways, you name it. Munurin er bara hann, at Tórshavnar býráð stuðlar ikki teimum festivalum, ið tú nevnir í aftursvarinum. Teimum sponsoratunum standa privatar fyritøkur fyri. Og tað er júst har, hund­ urin liggur grivin. Mál, sum býráð, bygda­ ráð, løgtingið ella almennir stovnar stuðla fíggjarliga ella hava ynski um at stuðla fíggjarliga, skulu enda­vendast í politiskt sam­ ansettum nevndum. Slíkari pappírsmyllu sleppa privatir sponsorar undan. Um so var, at vit stuðl­ aðu festivalum sum bý­ráð, ivist eg ikki eina løtu í, at tað hevði verið upp­lýst í málinum, sum nevnd­ar­ limirnir høvdu fingið upp­ lýst undir viðgerð av eini møguligari umsókn. Tær upplýsingar vantaðu í tónleikatiltakinum Asfalt bæði í februar og aftur í mai, men tað kanst tú ikki gera við. Týsdagin 30. mai hevði MBF sín árliga aðalfund. Formaðurin Leila Solmunde stóð fyri vali og varð hon afturvald. Í starvsnevndini sita nú, umframt formannin, Lea Wolles, formaður í Lands­felagnum fyri fólk við autismu, Jógvan Sofus Vágs­heyg, nevndarlimur í Heilafelagnum, Hendrik Jacobsen, formaður í Sclerose­felagnum og Kristi­ anna Rein, formaður í Diabetes­felagnum, nývald. Á aðalfundinum varð hjá­ lagda yvirlýsing samtykt. MBF havt aðalfund ”Skúlin fyri øll” verður ofta havdur á munni. Men hvussu er veruleikin? Um skúlin veruliga skal vera fyri øll – eisini tey við breki – eru fleiri viðurskifti, ið mugu betrast. Hesi viðurskifti kunnu í hvussu er býtast í 4 øki: Fysiskir karmar Skal skúlin vera fyri øll, er neyðugt, at øll sleppa inn í skúlan og fáa ferðast um í skúlanum, eisini tey í koyristóli. Harafturat krevst, at høli eru tøk til næmingatillagaða undirvísing. Hølisumstøðurnar eru sum heild kommunal ábyrgd! Starvsfólkaorka Skal skúlin vera fyri øll, er neyðugt, at hóskandi tímajáttan er tøk, soleiðis at einstaki næmingurin fær tað tilboð, honum tørvar. Hetta kann fevna um serundirvísing, eyka undirvísing, stuðulstímar, røkt v.m. Tað er umráðandi, at rúm verður fyri ymiskum fakbólkum at røkja hesar uppgávur, tí eingin fakbólkur einsamallur hevur alla vitanina. Hinvegin kann ein fjølbroyttur starvsfólkahópur geva hvørjum øðrum íblástur. Tilrættislegging Skal skúlabyrjanin verða góð, er neyðugt, at skúlin í góðari tíð verður kunnaður um serliga tørvin hjá einstaka næminginum og í góðari tíð fyrireikar skúla­ byrjanina og kunnar foreldrini um sínar ætlanir, soleiðis at alt er gjørt, sum gerast kann fyri at geva næminginum við breki eina góða skúlabyrjan. Henda fyrireiking umfatar sjálvsagt eisini skeið til viðkomandi lærarar. Mong av børnunum við breki hava ikki møguleikan at fara út at spæla við onnur børn eftir skúlatíð. Tí er alneyðugt, at skúlin veitir eitt heildartilboð, soleiðis at tann stuðulsfólkaskipan, ið ansar børnunum seinna­ part, verður tætt knýtt at skúlanum og kann samstarva við skúlan – møguliga í somu hølum – so báðir partar seta sær felags mál fyri tað einstaka barnið. Læraraútbúgving Skal skúlin vera fyri øll, er neyðugt, at lærara­ útbúgvingin verður dagførd soleiðis, at lærarar eisini fáa kunnleika til ymisk brek og serundirvísing, tekn­ mál og serligar læruhættir, ið kunnu nýtast til eitt nú menningartarnað. Eitt nú átti serundirvísing at verið eitt linjufak á lærara­skúlanum. Alneyðugt er eisini, at lærarar fáa boðið hóskandi eftirútbúgving eftir tørvi. Hesar hugsanir eru í samsvari við ”Fyrimyndarreglur um at útvega javnlíkar møguleikar fyri fólk, ið bera brek”, sum Sameindu Tjóðir lýstu í 1994, og sum Føroya Landsstýrið hevur givið út á føroyskum fyri fyrstu ferð í 1999 og aftur í 2004. Í 6. reglu verður ásett, at skúlatilboð til fólk við breki eigur at vera innlimaður / integreraður partur av skúlaskipanini í vanliga skúlanum í nærumhvørvinum. Vit eiga eisini at hava í huga, at um børn við breki eru ein náttúrligur partur av vanliga skúlanum, venja uppvaksandi ættarlið seg til, at fólk við breki eru ein náttúrligur og sjálvsagdur partur av samfelagnum. Tí verður heitt á bæði landsmyndugleikar, kommunur og skúlaleiðslur um veruliga at gera skúlan til ein skúla fyri øll – og ikki bara eins skúla fyri øll. Yvirlýsingin varð samtykt á aðalfundinum hjá MBF, 30 mai 2006 Yvirlýsing frá MBF Stutt aftursvar til Boga Býráðslimur í Havn Beate L. Samuelsen