Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juni 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 108 - 8. juni 2006 11 Tað er gleðiligt at hoyra um allar teir byggiaktivitetir, ið ætl­anin er at fremja í Tórs­ havn­ar kommunu. Sam­ bært fjølmiðlu­n­um skal byggjast ein nýggj bý­ar­ eind í Hoyvíkshaganum, nakr­ar marglætisíbúðir úti á Boðanesi og ein heldur stór býlingaeind úti á Argjum. Grundarlagið fyri hesum er at stimbra umhvørvi í høvuðsstaðnum við at byggja nøkur háhús og í hes­um sambandi gera ein miðdepil við alskyns handils- og aktivitetshølum, so­leið­is at býareindin í sær sjálvum verður ein »bygd« í sjálvum býinum. Eingin ivi kann vera um, at tað er neyðugt at nøkta tørvin á teimum støðum, har ar­beiði er og fólk hava hug at búgva. Tó má ásannast, at tað er neyðugt at vera sera umhugsin og síggja tiltøkini í einum størri lands­lig­um perspektivi. At høvuðsstaðurin er og verður stað­ið, har tey flestu ynskja at búgva, er eingin loyna. At hann hevur neyðugu ork­ una, ein nøkulunda góðan infrastruktur og enntá upp­ lendi til tiltøkini, er væl­ sign­að í sær sjálvum. Við hesum spretta møguleikar fyri, at grøn økir inni í býnum fáa frið, sosum gaml­ar træðir, kirkjugarðar og viðarvøkstur. Møguliga vil ein stórur partur av óneyðugari ferðslu eis­ ini minka og eitt lítið grund­arlag verður fyri, at miðbýurin aftur kann blíva tann rætti miðdepilin fyri øllum. Gleðin og nøgdin fyri hes­um tiltøkum má hita eitt­hvørt hjarta og síggja góðar vónir fyri framman. At hugsa sær, at tað enn finnast dygdarfolk, ið hava visiónir og orku til at fáa síni sjónarmið framd? At tað enn finnast knotur, ið geva gætur og við hjálp­ semi veita framtíðar ung­ dómi og enntá teimum gomlu húsarúmd ella tak yvir høvdið. Tá hetta er sagt, vil onkur óivað halda, at hetta ikki riggar rætt og kann als ikki vera allur sannleikin aftan fyri tiltøkunum? Hví hugsa soleiðis, tá ið vit vita, at landið eigur nógv gott og kreativt fólk, eisini ark­itektar? Men pappírið er nú einaferð takksamt, hugsjónir ymiskar og slør­ an kann mangan vera í valsinum. Sjálvt um tú tekn­ ar vakurt, litar við al­skyns­ akv­arellum og enntá nýtir teld­uanimatiónir, ið loyvir tær at spáka í nøkrum myndum, ið ikki er veruleiki og enn minni eftirfarandi, hava vit øll lyndi til at læta okkum manipulera av hes­ um. Tíverri kann eg ikki sjálv­­ur síggja nøkur kvali­ tets­brek ella banalitetir í sam­bandi við teimum á­vísu ætlanum, tí listiligi fram­ferð­ arhátturin er eins reikandi, ið hann altíð hevur verið… Tí er tað neyvan nakar, ið spyr seg sjálvan, um hetta er tað ynskiliga ein kann fáa av tí allarstørsta byggitiltakinum í hesi øld? Vága vit yvirhøvur nøkr­ um fáum yrkislærdum ta stóru ábyrgd, ið teldumús teirra vil finna av glas- og betongtilfari til eitt bastant discountbyggjarí í kaldari konceptmodernismu? Er tað yvirhøvur ynskjandi, at alt komandi ættarlið skal búgva og virka í Havn­ ini??? Alla aðrastaðni er tíðin komin, har dentur verður lagdur á góðsku, ístaðin fyri mongd. Hetta er væl kent innan fyri ídnað, men tá talan er um bygging og serstakliga skipanin av henni, sær tað heldur dapurt út. Skommin sæst væl og tí­skil eru menn farnir at hugsa seg um og royna at bøta um misgerðirnar. Hava vit hug til at gera tað sama og stimbra okkara byggihátt; eins og at vit síggja og útinna bygging sum eina heildarskipan fyri alt landið. Nú Klaksvíkin er hol­ føst við Eysturoynna, ganga tíðindi um, at næsti teinur verður ímill­um úr Eysturoynni til Suð­ur­ streym. Verður vegakervið eisini útbygt omanfyri Runa­ vík og til Gøtu, eins og ein nýggjur flogvøllur verður á Glyvursnesi, vil støðan verða ein heilt onnur. Um so er, eru eisini slóð­ brótandi alternativir til staðar og tískil mugu teir fólkavaldu og teirra hjálp­ar­ fólk ikki frítakast fyri teirra á­byrgd í sambandi við bygg­ i­ætl­anir­nar í Havnini og í landi­num í síni heild… Lætt er bara at kritisera og tískil má eg tó siga, at eg síggi nógv áhugavert við ætlaðu tiltøkum, men sakni eina størri heild, har orkuveitingar, vegakerv og strukturur eru inni í mynd­ ini. Eingin loyna er tó, at filosofar hugsa djúpt og mál­vís­andi, men eitt er at hava góðar gávur, eitt ann­ að er at nýta ágóðan rætt ella hóskandi. Landsbyggiskipan anno 2006 Kann tykjast eitt sind­ur troystasleyst, at vit í Føroyum ikki eru komin longur á leið Í fjølmiðlunum seinastu viku nevndi eg, at ”tað eru veik, naiv og einki- sigandi upp­áhald, at útbyggingar kring land­ ið, so sum tunlar og veg­ ir, hava skuldina av, at Før­oyar eru í aftara enda, har fólkaskúlafrálæran ligg­­ur í vanlagnu, at eldr­ a­­pol­­i­tikkur er skeivur og at miðmánmsskúlar, fróð­­skap­ar­setur og aðrir há­mettir stovn­ar hava ov lítlan pen­ing”. Samstundis setti eg spurn­­ing­in, av teirri orsøk, at hesi altíð tørva pening: ”Hava tey intelektuellu tos­að allan kvalitet til deyðis?” Henda grein fekk Johan Pet­er­sen í Dimmalætting 2. juni og í Sosialnum 7. Juni at royna enn ein­a­ferð at staðfesta, at ”Jógv­an og teir gloyma blokk­nið­ ur­­skurðin”. Nú skal eg ikki svara fyri onnur, men sjálvandi havi eg ikki gloymt blokk­ nið­urs­kurðin. Hinvegin havi eg, sum so mangir aðrir før­o­ yingar, lagt mær í geyma og fingið søgulig prógv fyri eftir ára­long­um politiskum virki, at tørv­ urin á peningi hjá ein­­um sosialistlíknandi mót­­tak­ a­r­alandi verður ong­antíð mettaður, heldur ikki um blokk­stuðulin tví­fald­að­ ist. Euforiserandi evni Haldi eisini, eg fari at nevna, at sam­bandsá­hug­ að­ir føroyingar hava síð­ ani 1944 sagt við jøvnum mill­um­bilum, at ”Ísland fer falitt”. Hvat kann stað­ festast, jú, vit eru farnir á húsagang, með­an Ísland er harri í Norð­ur­atlantshavi. Sjálv­andi hava teir havt síni rak ár sum øll onnur lond, men teir hava yv­ir­ liva við egnum lógum og egnum leisti. Nei, tað er sum danskur pol­itikari tók til, at: ”Stuð­ uls­­skipanir eru sum eu­f­o­r­ i­s­­e­r­andi evni, tað kennist væl, men til endans doyr tú av tí”. – Hetta tykist troyst­asleyst, at Føroyar ikki eru komnar longur á leið. Løgið kennist, at Johan Pet­er­sen skal koma við stuð­ul­inum úr danska lands­­kassnum, um eg mó­t­mæli, at ”møguliga hava tey in­tel­ektuellu tosa all­an kvalitet til deyðis, með­an vit hava útbygt okk­­ara undirstøðukervi, sum savnar landið, og sum gevur óánaðar møg­ u­leikar, og geva útbygg- ingunum skuldina fyri, at vit liggja í aftara enda á nevndu økjum!” www.keldu.com keldu@post.olivant.fo Blokkstuðulin hjá Johan Petersen helst meira vandamikil enn hann hugsar Í sendingini Føroyar í dag, týskvøldið tann 6. juni 06, kom løgmaður við nøkrum endurgevingum av einari sam­røðu millum meg og Sos­ialin, sum eru beinleiðis skeivar og villeiðandi. Eg eri ikki komin við ein­ um kollektivum dómi yv­ir leiðslur og starvsfólk í før­ oyska vinnulívinum ella al­menna sektorinum. Tað sum eg segði varð, at tey, sum eru inkompetent, eiga at skiftast út, og tað standi eg fast við. Eg eri ikki ímóti stra­ teg­isk­um og visiónerum ar­beiði og tað stendur eisini týð­u­liga og greitt í sam­ røð­uni. Tvørturímótu havi eg drúgvar royndir innan hetta økið, bæði fakliga og í praksis - so har hevur løg­ maður onki at tilføra mær av vitan. Tað er langt úti, at løg­mað­ ur tosar um, at mín inn­fals­ vinkul til strategiska arbeiði, sum í hesum ítøkju­liga føri er ein upprudding í 3 ár, svarar til at tosa um eina visión til 3015. Politiska skipanin í Før­oy­um hevur ikki arbeitt málrættað við framtíðini í 15 ár, so eg dugi ikki at síggja nakran truplleika at rudda verð­ur upp í 3 ár og dagligi raksturin framdur við síðuna av. Um so var, at løgmaður visti, hvussu ótrúliga nógvar pos­itivar viðmerkingar eg havi fingið til sam­røðuna og míni sjónarmið, so hevði hann ikki fari so lætt um hetta álvarsliga evnið og útihýst sak­­lig­um og objektivum krit­ ikki av verkætlanini visión 2015. Tað er lætt politiskt at fáa undirtøku fyri nøkrum, sum bara eru leysar hugsanir og ætlanir, og har ikki ein einasta avgerð ella handling enn er tikin. …og løgtingsfólk vita eftir øllum at døma ikki, hvat tey sjálvi hava verið við til at sam­tykt Sambært Sosialinum í gjár hevur løg­tings­skiv­stov­u­ stjór­in sagt, at tað als ikki kom upp á tal at senda aðrar kvinn­ur á kvinnupolistiska ráðstevnu enn tær, sum sita í løgtinginum. Grund­ gev­ing­in skal hava ver­ið, at ráðstevnan bert er ætlað kvinnuligum parla­ment­a­rik­ ar­um. Ikki rætt! Tann 18. november 1999 sam­tykti Føroya Løgting við stórum meiriluta eitt upp­skot til samtyktar um at taka undir við eini tilráðing hjá Útnorðurráðnum. Tað vóru 28 tingfólk á tingi tann dagin. 27 atkvøddu fyri, ein var ímóti og eingin atkvøddi blankt. Í tilráðingini, sum løg­ting­ ið samtykti at taka undir við, stendur millum annað: ”Vestnordisk Råd god­ kend­er den fremlag­te re­kom­mandation om at Rådet henstiller til Al­ting­ et, Landstinget og Lag­ tin­get, at der af­holdes sem­inarer for kvinde­lige par­l­a­mentarikere i de vest­nord­iske lande, sam­t repræsentant­er for lig­e­ stillingsud­valg/råd, kvin­ d­eorganisa­ti­on­er og evt. andre, der be­­skæftiger sig med lige­stil­ling. Seminar­ e­r­ne bør have som formål at kvindelige politikere kan udveksle idéer og erfaringer og styrke samarbejdet. Sem­ i­nar­erne skal holdes hvert andet år på skift i de tre lande. Finansiering skal af­sæt­tes på finansloven til ud­gifterne i forbindelse med seminarerne i de re­spek­tive landi.” Einki at taka feil av: Løgtingið hevur samtykt at taka undir við tilráðingini hjá Útnorðurráðnum. Til­ ráð­ingin er, at seminar skal hald­ast fyri kvinnuligar ting­ limir, umframt umboð fyri javnstøðunevndum, kvinn­ ufelagsskapum og møguliga øðrum, sum arbeiða við javn­ støðu. Seminarini skulu hald­ ast annað hvørt ár, og Løgmaður og visión 2015 Løgtingsumsitingin arbeiðir ímóti samtyktum arkitektur, Århus Karl M. Simonsen Reidar Nónfjall Rúna Sivertsen løgtingsmaður Jógvan við Keldu Leys størv í Føroyum & uttanlands Fyritøkur og stovnar kunnu nú keypa pláss til starvslýsingar sínar á fø føroyska portalinum - www.portal.fo og í bla í ðnum Sosialinum Føroyski Portalurin, ið er nýggja navnið fyri Oliv fy ant.fo hýsir starvslýsingum hjá fyrit fy økum og stovnum, sum hava áhuga í, at í, starvslýsingar teirra skulu røkka enn fleiri lesarum. Vanliga vitja Va upp í 10.000 br í úkarar www.portal.fo hvønn dag. Lýsingarprísur pr ís . starvsl r. ýsing, galdandi frá at lýsingin er løgd út á fø føroyska Portalin: 1 viku kr. 1.000, r. - 2 vikur kr. 1.00 r. - til freistin er úti kr. 2.000, r. - ekstur word-f  ílur og møguliga búmerki skal sendast viðheft til teldupostadressuna: lysingsosialurin.fo Lýsisið ýsingarnar s singarnar síggjast ggjast Eru spurningar og/ella ivamál, eru tit altíð vælkomin at senda teldupost til: lysing@sosialurin.fo ella ring til Finnbjørg ella Anju Sosialurin 311820